hósdagur 27. februar 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
nr. 2
I
28. februar 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Hesar eru
íløgurnar
Í ár verða næstan tvær milliardir gjørdar í íløgum í
ymiskar byggiverkætlanir. Íløgurnar verða gjørdar
í alt frá uppsjóvarvirki til fótbóltshús, skúladeplar
og svart asfalt. Á hesum síðum er eitt yvirlit yvir
hvar tað almenna og privata gera sínar íløgur í ár
Marjun Dalsgaard og Rólant Waag Dam
farstøð og tænastumiðdepil
íløgur fyri 1,7 milliardir í 2014
Almennar íløgur
Vegir, tunlar o.a.
milliónir
Vegurin omanfyri Skálafjørð . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5,9
Tunnil til Viðareiðis . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 43,5
Vegabygging í Húsahaganum, SEV . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20
Avkoyring við Sjógv . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
Vegarbeiði við Tjørnunesi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6
Lendisgøtir, fríøki o. a. Vegarbeiði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 19
Miðbýarætlan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9
Spælipláss í Miðbýnum . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2
Aðrar verkætlanir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35,5
Vegir og tunlar í alt . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 144,9
Bústovnar o.a.
milliónir
Stovnur í Eysturoynni til børn við fjølbreki, Runavík . . . . 19,3
Sambýli til menningartarnað, Runavík . . . . . . . . . . . . . . . 17,7
Sambýli til menningartarnað, Klaksvík . . . . . . . . . . . . . . . 17,5
sambýli til sálarsjúk, Havn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7,4
Bústaðir í Kollafirði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
Bústaðir Djúpagil . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
Aðrar verkætlanir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9
Bústovnar o. a. Í alt . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 73,6
Bygningar o.a.
milliónir
Skúladepil við Marknagil . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 149
Landssjúkrahúsið, útbygging . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 29,8
Kringvarp Føroya, løga . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9
Tekniski skúli í Klaksvík (Norðoya skúladepil) . . . . . . . . . 21,7
Klaksvíkar Sjúkrahús . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11,2
Apoteksverkið, løgujáttan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2,6
Skúlin á Giljanesi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 50
Musikkskúlin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3
Politistøð (fyribilsloysnin) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35
Ítróttarhøll við Landavegin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9
Liðugtger av Høllini við Løkin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
Saltsilo . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 40
Høllin á Hálsi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
Tórsvøllur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12
Dagstovnur í kollafirði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
Høllin í Hoyvík . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2
Vøllur í Hoyvík . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6
Dagstovnur í kollafirði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
Baðiland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
Ítróttarhøll Argir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
Golfvøllur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3
Aðrar verkætlanir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 55,7
Bygningar o. a. Í alt . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 460,7
Annað
milliónir
Tórshavnar Havn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21,6
Runavíkar Havn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18
Tvøroyrar Havn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 40
Farstøð og tænastumiðdepil Vága floghavn . . . . . . . . . . . . 50
Vatnveit, moldg. , kloakkir og fríðkan við Toftavatn . . . . . 2,5
Annað í alt . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 132
Íløgur í verk og net SEV . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 379
ALMENNAR íløgur í alt . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1. 045,4
PRIVATAR ÍLØGUR
milliónir
Høvuðssætið Bank Nordik . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 50
Bakkafrost . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 280
Pelagos Fuglafirði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 200
Varðin Pelagic Tvøroyri . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10
Bústaðir íbúðir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 100
FSF hús . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 40
Privatar íløgur í alt . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 680
ÍLØGUR tilsamans . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1,715
Streymoy
Vágar
skúli
30
50
mleið 1,8 milliardir krónur í
íløgum. Tað er upphæddin,
sum tað almenna og privata fer
at brúka upp á byggiverkætlanir
í ár. Tølini á hesum síðum
eru upphæddirnar, sum verða
brúktar til íløgur í ár, men fyri
fleiri av verkætlanunum er tað
galdandi, at tær ganga yvir fleiri
ár – og tískil skulu nógv fleiri
pengar brúkast.
Skúladepilin í Marknagili er ein verkætlan,
sum kostar omanfyri 500 milliónir krónir
yvir fimm ár. Hann skal ætlandi ikki verða
liðugur fyrr enn í 2016, og av tí stívliga hálvu
milliardini, sum skal brúkast har tilsamans,
verða 149 milliónir brúktar í ár. Bakkafrost
er eitt annað dømi um eina fyritøku, sum ger
stórar íløgur, ið fevna yvir fleiri ár. Tilsamans
1,1 milliard hevur Bakkafrost sett av frá 2013
til og við 2017, har av 280 milliónir verða
brúktar í ár. Av íløgunum, sum verða gjørdar
í ár, verða 110 milliónir brúktar upp á ein so
nevndan brunnbát.
Hinvegin eru fleiri verkætlanir, sum bæði
byrja og enda í ár. Pelagos í Fuglafirði brúkar
200 milliónir krónur til at byggja uppsjóvar
virki, sum skal byrja sítt virksemi tann 1. juli.
Politistøðin í Havn, sum er ein fyribilsloysn,
skal eisini standa liðug í ár. Har meta tey, at
fyribilsloysnin kemur at kosta 35 milliónir
krónur.
Fleiri millardir næstu árini
Á hesum síðum hava vit einans hugt eftir
íløgunum, sum verða gjørdar í ár. Hyggja
vit nøkur ár fram, eru sanniliga eisini nógvir
pengar, sum eru settir av. Leiðslan í SEV
sigur, at teirra virksemi og íløgur næstu
árini fer at líkjast 2014. Í ár brúka teir slakar
400 milliónir, og soleiðis er skjótt at koma
eftir, at gera teir íløgur fyri áleið tað sama í
2015 og 2016, so er talan um íløgur omanfyri
milliardina. Landsverk fer somuleiðis at brúka
omanfyri milliardina til íløgur komandi árini,
og taka vit stóru tunnilsverkætlanirnar við,
Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin, sum
kosta tvær milliardir tilsamans, so hava vit
bara við hesum omanfyri fýra milliardir.
Tað almenna – bæði landið og kommurnar
– koma eisini at gera stórar íløgur, sum ikki
eru nevnd her. Tað sama ger seg galdandi fyri
tað privata. Tískil ber til til at staðfesta, at
bara tey næstu fáu árini verða íløgur á nógvar
milliardir gjørdar í føroyska samfelagnum.
Og tá er alt virksemið, sum er knýtt at
oljuleitingini á føroyska landgrunninum
ikki íroknað. Í apríl skal áttandi brunnurin
borast liðugur, og í summar skal níggjundi
brunnurin borast. Hetta er mett at kosta 1,5
milliardir.
U