hósdagur 27. februar 2014síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 2
I
28. februar 2014
ól og regndropar kappast um at mynda
útsýni henda dagin, vit vitja í tí stóra
fundarhølinum í Vinnuhúsinum, ið liggur
á eini høvd ovarlaga í Havnini, so tað sæst
út yvir tað nógva av høvuðsstaðnum og
Nólsoyarfjørð. Kaffi og onkur løtt sjokuláta
standa á borðinum.
– Tilsamans havi eg sitið í nevndini í
Føroya Arbeiðsgevarafelag í 21 ár og verið
formaður í trý ár, so hetta er ikki eitt ókent
umhvørvi. Eg var eisini við í Ídnaðarfelag
num í fleiri ár, men tað var eitt sindur
øðrvísi, tí tað var eitt áhugafelag, har vit
vóru nógvir arbeiðsgevarar samlaðir til
at tosa meira um tann yvirskipaða vinnu
politikkin, greiðir Bergur Poulsen frá, tá
hann skal lýsa, hvussu tað var fyrr og hvussu
tað er nú.
– Arbeiðsgevarafelagið var tá meira eitt
felag, ið tók sær av sáttmálasamráðingum
við serliga tey stóru fakfeløgini, og tað var
tað. Tá var ikki so nógvur vinnupolitikkur
á skránni, tí tað fekst Ídnaðarfelagið meira
við, og hóast tað felagið er til enn, er tað ikki
so virkið. Tí er Føroya Arbeiðsgevarafelag
farið meira frá at vera bara ein mótpartur
hjá fakfeløgunum, til eisini at hava yvir
skipað vinnupolitisk sjónarmið.
Bergur sigur, at við árunum hevði vinnan
fingið meira brúk fyri at gera vart við seg, og
at tað serliga var innan evni sum kappingar
føri, at tað gjørdi seg galdandi, tí vinnan
hevði ilt við at kappast við útlendskar
fyritøkur.
– Hetta var um tað mundið, tá vit fingu
eina fríhandilsavtalu við ES. Frammanundan
hevði vinnan tollmúrar og ymsar stuðuls
skipanir, men tá fríhandilsavtalan kom í
gildi, og, verjugarðar og stuðulsskipanir
fullu, varð samstundis farið yvir til skipanina
við meirvirðisgjaldi, og alt hetta gav vinnuni
nógv størri avbjóðingar í kappingarhøpi.
Vit vildu gera vart við, at tað hevði stóran
týdning, at vinnan hevði góðar karmar at
virka undir, og millum annað góvu vit út ein
lítlan bókling um, hvat kundi gerast betri,
sigur arbeiðsgevaraformaðurin.
Nógv fleiri sáttmálar
– Eitt nú vístu vit á okkara orkuprísir,
ið vóru munandi hægri enn teir, okkara
útlendsku kappingarneytarnir høvdu at
dragast við, tí í nógvum førum er talan um
orkutungar fyritøkur, ið virka í føroysku
vinnuni. Eg haldi eisini, at hetta gav nøkur
úrslit og førdi til eitt betri forstáilsi, og
síðani er virkisøkið hjá Føroya Arbeiðs
gevarafelag bara vaksið við árunum, sigur
hann.
Ein ítøkiligur munur er júst fakfelags
parturin, tí meðan felagið fyrr hevði einar
fimm til seks sáttmálar, eru í dag 39 ymiskir
sáttmálar inni í myndini. Harumframt
heldur Bergur, at tað hevur broytt tingini
nógv til tað betra, at Vinnuhúsið er komið,
tí tað hevur givið teimum nógvu og ymsu
feløgunum hjá arbeiðsgevarum á føroyska
marknaðinum munandi betri karmar at
virka undir, tí tey hava eina felags umsiting,
ið lættir um á so nógvum økjum.
– Í dag er tað soleiðis, at vinnu
politikkurin er øgiliga aktuellur her í
húsinum, tí vit fáa næstan dagliga lógar
uppskot til hoyringar. Hetta er nakað, ið
– Politikararnir skulu bara vita, at vit í vinnuni lurta væl eftir, hvat teir siga, men at tað so sanniliga
eisini er ørkymlandi, tá talan er um ymsar útmeldingar, ið kunnu peika allar møguligar vegir,
sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Bergur Poulsen, ið heldur óumhugsaðar politiskar
útmeldingar kanska standast av, politikarar hugsa í nógv styttri tíðarbilum enn vinnulívsfólk
Tekst og mynd: Hilmar Jan Hansen
Ógreiðar
politiskar
útmeldingar
ørkymla
...framhald á síðu 18
Profilurin: Bergur Poulsen