hósdagur 27. februar 2014síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
nr. 2
I
28. februar 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
fyllir rættiliga nógv og tekur nógva tíð, men
vit hava sett okkum fyri, at vit skulu royna at
svara og viðmerkja, tá vit halda, at vit skulu
hava eina meining. Ella fyri at siga tað upp
á ein annan máta, so svara vit, tá vit verða
spurd, sigur Bergur Poulsen.
– Av tí sama verður tað ofta eisini til,
at tað eru nokk so nógvir fundir við ymsar
nevndir hjá løgtinginum, bæði fíggjarnevnd,
vinnunevnd og aðrar við. Tað kann snúgva
seg um bæði lógir, lógarbroytingar, avgjøld
og annað. Vit hava fleiri bransjufeløg, sum
eisini húsast í Vinnuhúsinum, og tey taka sær
so av sínum seráhugamálum, so gevur tað seg
sjálvt, at tað politiska fyllir nógv. Og hinvegin,
so ivist eg heldur ikki í, at politiska landslagið
eisini sær ein fyrimun í, at tað hevur eitt stað
at venda sær til, tá umræður at lodda vinnu
politiska pulsin.
Útlendsk arbeiðsmegi
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag
hevur spakuliga tosa seg heitan, og tá hann
verður spurdur, hvørjar eru størstu og mest
átroðkandi avbjóðingarnar hjá føroyska
vinnulívinum, sæst týðiliga á honum, at hann
er í rætta essinum og á heimavølli. Tað gevast
nóg illa stundir til at smakka sær á kaffi
munnin, ið stendur á borðinum.
– Føroyska vinnan hevur altíð nógvar
avbjóðingar, og soleiðis hevur tað eisini verið
øll hesi árini. Eitt, sum altíð kemur upp at
venda, er kappingarførið, sum er eitt »evigt
og aktuelt evni« hjá vinnuni í øllum londum.
Vit royna so at fáa eitt størri forstáilsi fyri,
hvussu umráðandi tað er hjá okkara vinnulívi
at hava neyðuga kappingarførið, og tað sama
gera tey sjálvandi aðrastaðni, sigur Bergur
Poulsen.
– Í hesum sambandi er ein stór avbjóðing í
dag, at vit megna at fáa kvalifiseraða arbeiðs
megi, tí vit síggja dagliga, at tað kanska
serliga eru handverkarar av ymsum slag,
sum verða drignir at arbeiða aðrastaðni, har
umstøður og lønir eru meira lokkandi.
Bergur vísir á, at Føroyar eru eitt lítið land,
og tí skal so lítið til, at tað merkist væl, at
kanska einir 2.000 herbúgvandi handverkarar
og sjófólk arbeiða aðrastaðni. Hann sigur, at
hetta merkir ikki bara, at hesi draga valuta til
landið, men so sanniliga eisini avbjóðingar.
– Vit fáa fleiri uppsjóvarvirki, samstundis
sum vit síggja, at flakavinnan koyrir ótrúliga
tungt í løtuni, tí ov lítil fiskur kemur upp á
land. Skuldu tingini broytt seg, so flakavinnan
aftur tók dik á seg, vildi tað verið ein stór
avbjóðing at fingið arbeiðsfólk. Somuleiðis
hevur handverksvinnan stórar avbjóðingar
við at fáa starvsfólk við røttu førleikunum. Tí
er tað so umráðandi, at vit fáa eina fleksibla
skipan, so tað skal bera til at fáa útlendsk
arbeiðsfólk higar at arbeiða, tá vit hava brúk
fyri tí, sigur hann.
– Men skil skal vera í, so tey verða viðfarin
ordiliga og hava tað gott. Tað stutta av tí
langa er, at vit skulu brúka tey, tá vit hava
brúk fyri teimum, og so kunnu tey fara avstað
aftur, tá vit ikki hava brúk fyri teimum meira.
Hetta er eitt mál, vit í Føroya Arbeiðsgevara
felag hava brúkt ótrúliga nógva tíð uppá, bæði
í samskifti við politikarar og við fakfeløg.
Atgongd til marknaðir
Ein onnur stór avbjóðing hjá føroysku
vinnuni er marknaðaratgongdin, og Bergur
Poulsen vísir á, at tað er ein hin størsta og
mest aktuella avbjóðingin júst nú.
– Veruleikin er tann, at tað eru serliga tvær
vinnur, sum halda samfelagnum uppi í løtuni,
og tað eru alivinnan og uppsjóvarvinnan.
Men hóast hetta eru tær báðar størstu og
sterkastu vinnurnar júst nú, hava tær eisini
sítt at dragast við, sum ger, at alneyðugt er
við miðvísum politiskum arbeiði, tí avbjóð
ingarnar hjá hesum vinnum ofta eru av
slíkum slagi, at alt ikki liggur í teirra egnu
hondum, sigur arbeiðsgevaraformaðurin.
– Taka vit uppsjóvarvinnuna, so er hon í
stóran mun útihýst úr Russlandi og púrasta
útihýst úr ES, samstundis sum Nigeria, sum
hevur verið ein stórur marknaður hjá hesi
vinnu, hevur ætlanir um at lukka niður í so
stóran mun, at teir í 2014 bara loyva einum
triðingi av uppsjóvarvøru at koma inn í
landið, sammett við 2013.
Bergur vísir á, at meðan kanska serliga
hetta síðsta er av slíkum slag, at vit ikki fáa
gjørt tað stóra við tað, hongur ein stórur
partur av trupulleikanum við marknaðar
atgongdini saman við stríðnum um makrelin.
Hann vísir á, at meðan Russland kanska er
eitt sindur meira óforútsigiligt, hevur tað sera
stóran og avgerandi týdning, at Føroyar fáa
gjørt eina semju við ES um makrelin.
– Ein annar marknaður, ið keypir nógvan
uppsjóvarfisk, er Turkaland, har vit rinda
nógvan toll, men har Norra og Ísland,
umvegis EBS, hava fríhandilsavtalu, so tað
kundi eisini verið ein avbjóðing, at vit royndu
at koma inn á tann marknaðin, tí talan er um
eitt stórt land við nógvum fólki, so har eru
nógvir munnar at metta, sigur hann.
Hinvegin vísir Bergur á, at ES ikki er
nakar trupulleiki fyri Føroyar, tá talan er um
alifiskin, tí í løtuni hava vit góða atgongd til
ES-marknaðin.
– Ein annars stórur marknaður fyri bæði
laks og uppsjóvarfisk, ið sær sera spennandi
út, er tann kinesiski, har vit tó skulu rinda
toll fyri at sleppa inn, sigur Bergur og vísir á,
at tað er altumráðandi, at Føroyar hava somu
handils- og veterineravtalur við marknaðir
nar, sum okkara kappingarneytar hava.
Orka og tilfeingi
Sum áðurnevnt, er ein stórur og týðandi
partur av føroysku vinnuni eisini rættiliga
orkutungur, og har er tað serliga prísurin
fyri streymin, ið kann darva, tí hann er so
høgur – ikki minst samanborið við tann lægra
streymprísin, flestu av kappingarneytunum í
øðrum londum hava.
– Tað er ein afturvendandi trupulleiki,
sum ofta verður vendur á fundum hjá okkum.
Og akkurát nú er støðan á økinum kanska
uppaftur ógreiðari, enn hon so ofta hevur
verið, tí samstundis sum nógv verður tosað
um grøna og umhvørvisvinarliga orku, er líkt
til, at oljuprísirnir falla, sigur Bergur Poulsen,
ið umrøður júst henda spurningin sum eina
tvístøðu, vinnan stúrir fyri.
– At oljan verður bíligari, átti at givið
bíligari streym, men samstundis vita vit jú, at
hjá SEV standa stórar og dýrar útbyggingar
fyri framman, sum kanska fara at kosta hálva
aðru milliard. Vit stúra í hesum sambandi eitt
sindur fyri, hvat fer at henda við streymprís
inum, tí hóast útbyggingarnar í longdini eiga
at geva bíligari streym, eri eg bangin fyri, at
streymurin fer at verða munandi dýrari, nú
stóru íløgurnar hjá SEV skulu gerast.
Umframt at stórar útreiðslur, sum vinnan
longu nú hevur, verða vendar á fundum
millum føroysku arbeiðsgevararnar, verður
eisini tosað nógv um aðrar útreiðslur, ið
kunnu koma aftur at teimum, vinnan longu
hevur.
– Her hugsi eg um avgjøld á vinnuna, sum
nógv hevur verið at hoyrt um seinnu árini.
At tosað verður um, at bæði alivinnan og
fiskivinnan skulu rinda avgjald fyri náttúru
tilfeingi, ger vinnuna ótrygga, tí tað er ikki
nóg greitt, hvat ætlanin í veruleikanum er,
sigur Bergur.
– Arbeiðsgevarafelagið hevur forstáilsi
fyri, at vinnan skal rinda eitt ávíst gjald fyri at
sleppa at troyta eitt tilfeingi, sum alt Føroya
fólk eigur. Men samstundis er umráðandi, at
hesi sokallaðu tilfeingisgjøldini eru rímilig
og forútsigilig, so tey ikki bara eru við til at
avskepla fortreytirnar hjá vinnuni. Hetta kann
skjótt gerast ein endaleys skrúva, og tá ivist eg
í, um tað gagnar nøkrum í síðsta enda.
Ørkymlandi signal
Í hesum sambandi kemur Bergur Poulsen
inná, hvussu stóran týdning tað hevur fyri
vinnuna, at hon veit, hvør politiski viljin er,
og at politikarar ansa betur eftir, at teir ikki
senda ymisk signal út.
– Vit lurta alla tíðina eftir, hvat politikarar
nir vilja, men tað er ikki sørt ørkymlandi, at
útmeldingarnar eru so ymiskar, at vinnan ikki
veit, hvussu hon skal skipa seg og leggja sítt
virksemi til rættis. Tað ber ikki til, at vinnan
ikki skal vita, hvar hon er um eitt, tvey, fimm
ella tíggju ár, sigur hann.
– Politikararnir skulu bara vita, at vit í
vinnuni lurta væl eftir, hvat teir siga, men
at tað so sanniliga eisini er ørkymlandi, tá
útmeldingarnar kunnu peika allar møguligar
vegir. Men hetta kanska standast av,
politikarar hugsa í nógv styttri tíðarbilum enn
vinnulívsfólk, ið heldur arbeiða við langtíðar
ætlanum.
Í hesum sambandi vísir arbeiðsgevara
formaðurin eisini á, at hesi villleiðandi signal
ini frá politikarunum eru við til at gera, at
Føroyar verða minni áhugaverdar í íløguhøpi,
tí tey, sum vilja gera íløgur í føroyskt
vinnulív, brýggja seg ikki um at gera tað, um
viðurskiftini ikki eru støðug.
– Eg vil siga, at eg haldi hetta við teimum
ógreiðu signalunum vera verri nú, enn tað
hevur verið fyrr. Vit hava eitt so høgt skatta
trýst, at har er ikki meira at heinta, og heldur
ikki hava politikarar dirvi til at fremja fleiri
sparingar, og tá teir so mangla pengar til tann
óendaliga tørvin hjá landskassanum, er ofta
lættast hjá teimum bara at fara til vinnuna
eftir pengum, sigur Bergur.
– Trupulleikin er bara, at tað gongur
út yvir bæði kappingarføri og íløguhug,
so politikararnir mugu veruliga ansa eftir,
hvussu fast teir tátta skrúvuna. Nú er tað
so tilfeingisgjaldið, sum er nógv frammi,
og tá vinnan hevur víst eitt forstáilsi á tí
økinum, er so sanniliga eisini umráðandi, at
politikararnir vísa hógv.
Tíðin er við at vera farin og samrøðan
er farin at halla, og áðrenn síðstu droparnir
verða tømdir úr kaffikrússinum, kemur for
maðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag við eini
allarseinastu áminning til politikararnar, at
teir noyðast at hava í huga, at tað altso verður
lurtað eftir øllum, teir siga – eisini tí, ið ikki
er so væl umhugsað:
– Tú skalt minnast til, at vinnan hevur eis
ini íleggjarar aðrastaðni, og teir frætta eisini,
hvat rørist her, so tí kundu vit ynskt okkum
eitt sindur skilabetri tónar, sum vinnan kann
taka í álvara, sigur Bergur Poulsen.
Profilurin: Bergur Poulsen
Vit fáa næstan dagliga
lógaruppskot til hoyringar.
Hetta er nakað, ið fyllir rættiliga
nógv og tekur nógva tíð, men
vit hava sett okkum fyri, at
vit skulu royna at svara og
viðmerkja, tá vit halda, at vit
skulu hava eina meining. Tá
vit verða spurd, so svara vit
Blá
bók
Bergur Poulsen er føddur 2. oktober 1953, og er giftur við Sonny. Tey eiga tvey børn, sum eru
24 ára gamli Teitur og 29 ára gamla Barbara, og í triðja ættarliðnum er tvey ára gamli Løðar.
Bergur hevur kandidatútbúgving sum farmaseutur (cand.pharm.), umframt at hann hevur
tikið ymisk skeið innan leiðslu og annað. Eftir lokna útbúgving arbeiddi hann í hálvttriðja
ár hjá Duex og Løvens Kemiske Fabrik (í dag LEO Pharma). Síðani lá leiðin heimaftur til
Føroya, og á heysti í 1983 fekk hann ábyrgd av laboratorii og fóðurdeild hjá Havsbrún
í Fuglafirði, har hann á heysti í 1995 tók við sum stjóri. Hetta starv røkti hann, til hann
legði frá sær á heysti í 2012 og endaliga var leysur av tí á vári í fjør. Bergur Poulsen hevur
verið nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag í 21 ár og formaður síðstu trý árini.
Fakta