hósdagur 27. februar 2014síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 2
I
28. februar 2014
øroya Arbeiðsgevarafelag er
skipað sum feløg flest, at tað eru
limirnir, ið velja nevndina, sum
so skipar seg sjálv. Men hóast
hetta er felagið hjá føroysku
arbeiðsgevarunum, so er støðan
eitt sindur sjáldsøm, tí formaðurin
í felagnum er ikki arbeiðsgevari
longur.
– Tað hevur verið siður, at
nevndarlimirnir í felagnum hava umboðað
stórar arbeiðsgevarar, men sum við øllum
øðrum, broytist hetta eisini. Støðan er
í dag tann, at tað verða færri og færri
arbeiðsgevarar, samstundis sum teir, sum
eru, verða størri og størri, og tí eru færri at
velja ímillum, sigur Bergur Poulsen, sum er
formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Hann var stjóri á Havsbrún í 17 ár, til hann
á heysti í 2012 legði frá sær og frá 1. apríl í fjør
endaliga var leysur av starvinum. Tá hann
fór úr stjórasessinum í Fuglafirði, var hann
formaður í arbeiðsgevarafelagnum, men helt
fram har.
– Eg stóð ikki fyri vali á síðsta aðalfundi,
og tá nevndin vildi hava meg at halda fram,
valdi eg tað, tí nú hevði eg altso betri stundir
og var eitt sindur leysari til at røkja tær
uppgávur, formaðurin hevur at taka sær av,
sigur Bergur, ið heldur, at tað kanska eisini er
ein fyrimunur, at tað ber formanninum betur
til at seta tíð av og at vera meira tilgongiligur.
– Tað kann ofta vera trupult hjá einum
stjóra í eini fyritøku, sum sjálvur hevur
ivaleyst at hugsa um, at hann haraftrat skal
møta til fundir, tosa í telefon og alt møguligt
annað, sum ein nevndarformaður skal. Eg
standi fyri vali á komandi aðalfundi, og so
taka vit tað haðani.
Áhugi og royndir
Í mun til fakfeløgini, sum ofta hava formenn
sitandi í føstum starvi, hevur Føroya Arbeiðs
gevarafelag ikki valt ta loysnina, men hevur
heldur valt at lagt størri dent á at hava eina
góða fyrisiting, ið kann ganga teimum mongu
feløgunum og felagsskapunum til handar á
ymsan hátt.
– Gamaní, fáa vit í nevndini eina
samsýning, men hon er ógvuliga beskeðin, tí
vit hava roynt at hildið teimum útreiðslunum
niðri. Sjálvur fái eg eisini samsýning fyri at
vera formaður, men hetta skal ikki vera nakað
livibreyð, so tað er ikki akkurát fyri lønina,
at eg røki henda formanssessin, sigur Bergur
Poulsen.
– Eg krevji heldur ikki so nógv í tí dagliga,
tí húsini eru goldin niður, so eg kann saktans
klára meg við tí, eg havi lagt til síðis millum
ár og dag. Tað er heldur meira av áhuga, at
eg eri formaður, og so kenni eg eisini hetta
umhvørvið út og inn. Eg rokni bara við, at tað
man vera ein orsøk til, at nevndin vildi hava
meg til at sita í hesum formansessinum.
Betri stundir
Bergur Poulsen sær heldur ikki út at keða
seg, og meðan samrøðan verður gjørd, ringir
telefonin av og á. Hann ger skjótt av og
gevur stutt boð frá sær, og tað skilst á øllum
brøgdum, at hann er vanur við leiklutin, ið
gjarna krevur, at tú ert til staðar, har sum tú
ert – bæði til arbeiðis, heima og aðrastaðni.
– Nú havi eg verið jagstraður runt í
manesjuni í 30 ár, og tað hevur mangan verið
rættiliga hektiskt. Av tí sama havi eg ikki altíð
havt so nógva tíð til familjuna og meg sjálvan,
men eftir at eg legði frá mær sum stjóri í
Havsbrún, havi eg fingið hesa tíðina, greiðir
hann frá.
– Eg havi í øllum førum ikki kett meg
enn, tí eg havi bæði eitt og annað at ganga
uppí. Heima í kjallaranum havi eg eitt lítið
verkstað, har eg kann biksast við ymiskt,
og so eigi eg eisini tveir bátar og tvey neyst.
Henda tilveran, sum eg havi beint nú, gevur
pláss fyri øllum hesum, og tað njóti eg bara.
F
Formaðurin er ikki stjóri
Hóast hann ikki er arbeiðsgevari nakrastaðni júst nú, situr
Bergur Poulsen í formanssessinum í Føroya Arbeiðsgevarafelag
Tekst og mynd: Hilmar Jan Hansen
Nú Bergur Poulsen ikki longur er stjóri í Havsbrún, men »bara« formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, hevur hann fingið betri stundir til familjuna og seg sjálvan