hósdagur 27. februar 2014síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
nr. 2
I
28. februar 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
kkara fokus er nú vinnan.
Vit savna okkara virksemi og
tænastur um vinnuna.
Tað sigur Christian Nagata,
stjóri í Nema, sum síðsta
fríggjadag boðaði frá, at felagið
frá í dag at rokna ger nakrar
munandi broytingar í strategi
felagsins.
– Vit broyta nú fokus frá
vanliga brúkararnum til vinnuna, sum er
tað, sum vit eisini hava best skil fyri, sigur
Christian Nagata.
Tað var í 2007, at fleiri feløg løgdu saman í
samtakið Nema. Fyrstu árini koyrdu feløgini
undir fleiri nøvnum, men í 2010 varð alt lagt
undir Nema.
Broytingin, sum nú verður framd, er
sambært stjóranum til tess at tryggja bestu
tænastuna til føroyskar fyritøkur, stovnar og
kommunur. Í Havn verður handilin umbygdur,
so hann betri kann tæna fyritøkum og
stovnum, og handin í Saltangará letur aftur.
Í Klaksvík verður handilin eisini broyttur,
eins og í Havn, men talan er als ikki um,
at handilin í Klaksvík letur aftur, leggur
Christian Nagata dent á, tí har verður Nema
framvegis væl umboðað á Stangavegnum.
– Har fara ráðgevarar, mennarar og
supportarar at røkta vinnukundarnar. Á
Skálafjørðinum verða kundarnir framhaldandi
røktaðir úr deildinum í Klaksvík og Tórshavn,
sigur Christian Nagata.
– Nema er kent fyri at veita tænastur til
fyritøkur og stovnar, og tað er her vit vilja
leggja okkara fokus í framtíðini, so vit kunnu
veita tær røttu tænasturnar og veitingarnar
til okkara kundar. Við at taka okkum av
privatmarknaðinum kunnu vit leggja alla
okkara orku í júst hetta arbeiðið, sigur
Christian Nagata.
Í Havn verður virksemið miðsavnað á
Smyrilsvegnum.
– Soleiðis skulu kundar okkara merkja
meira synergi millum okkara virkisøki, sigur
hann.
Í næstum verður handilin umbygdur
til framsýningarhøli við innbúgvi,
skrivstovuútgerð og kt-útgerð.
– Frameftir verða kundarnir sjálvandi
vælkomnir inn á gólvið, antin tað er at royna
og síggja tað nýggjasta og besta innan innbúgv
og tøkni, ella tað er at keypa skrivstovuútgerð.
Tað er eingin loyna, at Nema samtakið
hevur koyrt tungt øll árini. Eginong felagsins
er farin úr 71 milliónum krónum niður í 37
milliónir krónur. Harvið er um helmingurin av
eginpeninginum mistur.
– Jú, tað er rætt, at úrslitini ikki hava verið
nøktandi. Tá tú leggur fyritøkur, sum hesar
saman, og marknaður broytist so ógvusliga,
sum hann hevur gjørt fyri okkum, so fáa vit
eina stóra avbjóðing, sigur Christian nagata.
Hann vísir á, at tey beint eftur
samanleggingina rendu seg í kreppuna, sum
nú er um at hæsa av.
Broytingarnar, sum tey framdu í
2010 hjálptu upp á støðuna, men nú er
keypimynstrið so nógv broytt, at ein slík
fyritøka, sum Nema noyðist at leggja á annan
bógv.
Christian Nagata vísir við dømum, hvussu
nógv keypimynstrið er broytt:
– Fyrr seldur vit nógvar teldur og aðra
kt-útgerð til privatkundan. Í dag er tað púra
vanligt, at fólk sjálvi keypta sínar teldur,
iPaddar og iPhone'ir uttanlands ella tollfrítt
í Kastrup. Tað merkja vit sjálvandi á søluni.
Vinnukundin er loyalari, hann hevur ein
annan tørv – og honum tørvar meira tær
tænastur, sum vit kunnu bjóða, heldur enn
privatkundin, sigur Christian Nagata.
Sum annað dømi nevndi stjórin í
Nema, at meðan tey fyri nøkrum árum
síðani seldu telduspøl og líknandi fyri eina
milliónaupphædd, so er hendan sølan farin
niður á null, tí kundin keypir slíkt á netinum
í dag.
– Hatta eru bara dømi um broytingar, sum
vit mugu fyrihalda okkum til. Vit kunnu siga
tað sama um software – um telduforrit, ið
eisini verða keypt og downloadað á netinum,
sigur hann.
Her kann nevnast, at til dømis seldu
tey nógvar Office pakkar frá Microsoft til
privatkundar. Hesin pakkin kostaði fyri
nøkrum árum síðani fleiri túsund krónur.
Nú kann privatkundin sjálvur heinta hann av
netinum, meðan vinnan í størri mun kann
keypa hann á netinum ígjøgnumm Nema, sum
hevur heildarloysnir til vinnuna, sum hevur
tørv á størri pakkum.
Alt hetta hevur ført til, sigur Christian
Nagata, at fyritøkan nú leggur á annan bógv.
– Og tað gera vit við at broyta strategiina
soleiðis, at vit nú venda okkum beinleiðis til
vinnuna, sigur Christian Nagata.
Nema broytir strategi
Nemahandlarnir, sum vit kenna teir í dag, fara í søguna.
Orsøkin er eitt neyvari fokus á vinnukundarnar
Eirikur Lindenskov
O