hósdagur 27. februar 2014síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
nr. 2
I
28. februar 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Hvat nú um olja verður funnin við Føroyar í
summar? Spurningurin, ið varð umrøddur
á oljuráðstevnu í Keypmannahavn síðsta
fríggjadag, setir í gongd eina røð av øðrum
spurningum. Tí tað stendur greitt, at
oljuvinnan fer at broyta føroyska samfelagið.
Við støði í norsku oljuvinnuni hevur Magni
Laksáfoss, búskaparfrøðingur við sergrein í
demografi, gjørt eina fakliga meting av, hvat
hendir við føroyska samfelagnum, um olja
verður funnin.
- Búskaparligu avleiðingarnar av eini
oljuvinnu vera sera stórar, staðfestir Magni
Laksáfoss, sum eisini hevur eina fortíð sum
landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Tvey hol verða borað á føroyska
landgrunninum í vár og í summar.
Fortreytirnar fyri roknistykkinum hjá
búskaparfrøðinginum eru, at tað ganga
millum sjey og 10 ár, frá olja verður funnin,
til ein verulig framleiðsla fer ígongd. Eisini
roknar Magni Laksáfoss við, at framleiðslan
verður í umleið 20 ár, byrjað verður við 50.000
tunnum um dagin og framleiðslan økist so
líðandi upp í 100.000 tunnur um dagin.
- Við støði í norsku oljuvinnuni, so
kunnu vit rokna við at oljuvinnan gevur
trý arbeiðspláss til føroyingar fyri hvørjar
1000 tunnur av olju. Tað verður neyvan
hægri, tí vit mugu rokna við, at helvtin av
arbeiðsmegini verður útlendingar. Harafturat
koma trý nýggj arbeiðspláss til føroyingar í
avleiddum vinnugreinum, somuleiðis fyri
hvørjar 1000 tunnur av olju. So samanumtikið
kunnu vit rokna við umleið 600 nýggjum
arbeiðsplássum til føroyingar, metir Magni
Laksáfoss og heldur fram:
- Tí verður oljuvinnan at rokna sum ein
meðalstór vinnugrein, um roknað verður eftir
talinum av arbeiðsplássum.
Tann støðan elvir til fólkavøkstur:
- Ein slík effekt vil økja fólkatalið við
umleið 2000 fólkum, sigur Magni Laksáfoss.
Í metingunum verður ikki roknað við
nøkrum serligum virksemi á landi í Føroyum,
eitt nú at oljan verður førd til lands í Føroyum.
Avgjøldini
Meðan arbeiðsplássini og harvið
lønarinntøkan av eini komandi oljuvinnu er
avmarkað, so er øðrvísi við avgjøldunum.
- Ávirkanin á samfelagsbúskapin kemur
nærum bara gjøgnum skatting á oljuvinnuna,
staðfestir Magni Laksáfoss.
Sambært roknistykkinum hjá Magna
Laksáfoss vil landskassin fáa 4,5 milliardir
krónur í skattum og avgjøldum, og
inntøkan vil eftir fáum árum økjast upp í
níggju milliardir krónur. Tá er fortreytin, at
oljuprísurin verður umleið 100 dollarar fyri
tunnuna.
Sjálvt við tí fortreyt, at oljuframleiðslan
bara verður í føroyskum øki í 20 ár, so vilja
hesar inntøkur seta verandi ríkisveiting úr
Danmark í eitt heilt nýtt perspektiv.
- Gera vit tølini um til nútíðarvirði og seta
tey inn í ein roknifrymil, ið røkkur yvir næstu
100 árini, so vilja oljuinntøkurnar vera tríggjar
ferðir størri enn verandi ríkisveiting, staðfestir
Magni Laksáfoss.
Ávirkanin
Stóri spurningurin er so, hvussu og í hvønn
mun ein oljuvinna vil ávirka føroyska
búskapin.
- Tað er lítið at ivast í, at tá inntøkur
renna inn í landskassan, so rennur eisini
nógv útaftur. Og vit mugu tí rokna við, at
almenni sektorurin veksur, metir fyrrverandi
landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Sambært Magna Laksáfoss vildi ein tílík
gongd, sambært flestu lærubókum í búskapi,
ávirka aðrar vinnur negativt, soleiðis at tær við
tíðini minka.
- Men tað hendir ikki í Føroyum. Vit hava
aðrar teoriir fyri smálanda búskapir, sissar
Magni Laksáfoss.
it hoyra ov lítið um hetta
í almenna rúminum, segði
Johan Dahl frammanfyri 150
áhoyrarum á oljuráðstevnu í
Keypmannahavn um dagarnar.
Landsstýrismaðurin í vinnu-
og oljumálum sipar til risa stóru
íløguna, ið altjóða oljufeløg við
Statoil á odda gera í føroyska
landgrunnin í vár og summar.
Í apríl kemur ein boripallur inn í føroyskt
øki at bora áttanda holið liðugt á Brugdan-2,
har Statoil er fyristøðufelag. Og í summar
verður níggjunda holið borað, tá Statoil setir
borin í eitt øki, ið hevur fingið navnið Stelkur.
- Tað hoyrist lítið um hetta í føroyska
almenninginum. Men hetta er also størsta,
einstaka íløga í Føroyum nakrantíð. Her vera
íløgur gjørdar fyri 1,5 milliard, bara í summar.
Og tað fer at kasta eini 200 til 300 milliónir
krónur av sær til føroyska samfelagið, sigur
Johan Dahl.
Aktiv
Hesar báðar royndarboringar í summar eru
ávíkavist áttanda og níggjunda holið, ið
altjóða oljufeløg hava borað niður í føroysku
undirgrundina í sínum royndum at finna
olju. Hetta eru samstundis tey seinastu
leitiloyvi, ið eru givin við traditionellu
útbjóðingarumførum og tryggja framhaldandi
leiting við Føroyar. Hóast eingin sigur tað hart,
so tykist oljuleiting við Føroyar at vera á einum
vegamóti.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum og
Jarðfeingi eru í øllum førum farin aktivt út
at marknaðarføra føroyska landgrunnin,
eitt nú á oljumessum. Eitt týðandi amboð í
hesi sjarmuoffensiv er sonevnda “open door”
princippið, ið er ført inn í oljulóggávuna. Tað
merkir í stuttum, at oljufeløg altíð kunnu
søkja Jarðfeingi um leiti og framleiðsluloyvi.
Onnur feløg hava síðani 90 dagar at boða
frá sínum áhuga. Hetta er ein smidligur
máti, sum oljufelagið Dong í fjørsummar
sum tað fyrsta brúkti til at koma inn aftur
á landgrunnin, ítøkiliga í Marjunbrunnin
í landsynningshorninum uppat bretska
markinum.
Á oljuráðstevnuni, sum Javnaðarflokkurin
á fólkatingi skipaði fyri í síðstu viku, legði
landsstýrismaðurin í oljumálum annars stóran
dent á týdningin av at hava støðugar karmar.
Johan Dahl vísti á, at burtursæð frá “open
door” princippinum, so er kolvetnislógin at
kalla óbroytt.
Avbjóðingin
Landsstýrismaðurin í oljumálum metir, at
tað fara at ganga eini fimm ár, frá olja verður
funnin í føroyskum øki, til framleiðsla byrjar.
- Ein stórur spurningur er, um vit skulu
taka oljuna til lands í Føroyum. Persónliga
haldi eg tað vera natúrligt at knýta okkum upp
í verandi pipelines og føra oljuna beinleiðis
niður á evropeiska meginlandið, men tað má
støða so takast til politiskt, sigur Johan Dahl.
Á oljuráðstevnuni hevði landsstýris
maðurin ikki eitt greitt svar til henda spurn
ing, bara sína egnu, persónligu meining:
- Men vit mugu sleppa undan at gera
dupultar íløgur, argumenteraði Johan Dahl,
ið sum nevnt heldur tað vera rættast at føra
oljuna beinleiðis niður á meginlandið.
Eisini reisti hann spurningin, hvørt
verandi lóggáva um at oljuinntøkur skulu í ein
búskapargrunn er nøktandi.
Johan Dahl minti áhoyrarnar á, at í dag eru
fleiri enn 1000 føroyingar í frálandavinnuni,
hóast eingin olja er funnin við Føroyar.
– Hetta vísir, hvussu týdningarmikið tað
er at vit sum samfelag menna okkara førleikar
innan oljuvinnuna, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin vísir á, at síðani
oljufeløgini byrjaðu at vísa áhuga fyri
føroyska økinum eru fleiri enn 100 milliónir
krónur brúktar til útbúgvingar, skeið,
og førleikamenning annars innan fyri
oljuvinnuna.
Sambært einum yvirliti hjá
Vinnumálaráðnum hevur landskassin síðstu
10 árini fingið 227 milliónir krónur í beinleiðis
skatti frá teimum oljufeløgum, sum hava havt
leitivirksemi á føroyskum øki.
Oljuvinnan gevur 600 arbeiðspláss
Sjálvt um olja verður funnin við Føroyar, so vil
tað neyvan skapa fleiri enn 600 arbeiðspláss. Men
inntøkurnar frá eini oljuvinnu verða harafturímóti
risastórar og gera ríkisveitingina til ein viðfáning
Jón Brian Hvidtfeldt
Leita fyri 1,5
Bara í summar fara oljufeløgini at brúka umleið
hálvaaðru milliard krónur á føroyska landgrunninum.
Talan er um størstu íløgu nakrantíð, ið fer at kasta
200-300 milliónir av sær til føroyska samfelagið,
staðfestir landsstýrismaðurin í oljumálum
Jón Brian Hvidtfeldt
V