Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-27, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2014síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 2 I 28. februar 2014 - Tað, sum tænir oljufeløgunum, eigur eisini at tæna Føroyum og øvugt. Orðini ganga aftur sum ein reyður tráður, tá Jan Müller tosar um sambandið millum útlendsku oljufeløgini og føroyska samfelagið. Sum stjóri í Føroya Oljuídnaðarbólki (FOÍB) er ein av fremstu uppgávunum hjá Jan Müller at byggja brýr. - Oljufeløgini eru fegin um at vera partur av oljuleitingini her. Og hóast Føroyar enn er eitt ókent og jomfrúuligt oljuøki, so hava tey kortini vónir um, at her finst olja og gass, sigur Jan Müller. Á oljuráðstevnuni á Christiansborg herfyri gjørdi Jan Müller púra greitt, at útlendsku oljufeløgini ynskja, at føroyingar eru við. Og oljufeløgini vilja laga seg til føroyska samfelagið. -Eg kann sjálvandi ikki 100% tala fyri okkara limir í einum og øllum, tí her er talan um ymisk feløg úr ymiskum londum, sum hava sínar egnu “mentanir” og tilgongdir til uppgávurnar. Men eg kann siga, at feløgini avgjørt virða tey krøv, sum verða sett teimum at virka undir, staðfestir Jan Müller. Stjórin í FOÍB vísir á týdningin av, at ein framtíðar føroysk oljuvinna skal gagna bæði tí føroyska samfelagnum og oljufeløgunum, sum vilja gera íløgur her. -Oljufeløgini eru fús til at brúka nógvan pening fyri at finna kolvetni í lønandi nøgdum og eru eisini sinnað at brúka føroyskar vørur og tænastur í royndunum at finna oljuna. Tey hava longu gjørt sítt til at førleikamenna føroyska vinnu og síggja fegin, at føroyskar fyritøkur kunnu vera kappingarførar og javnmetast við tær útlendsku, sigur Jan Müller. Stjórin í FOÍB vísir á krøvini frá myndugleikunum um at oljufeløgini skulu tryggja, at teirra veitarar brúka føroyskar undirveitarar. - Vit mugu ásanna, at ikki øll oljufeløg ella allir veitarar hava millum ár og dag brýggjað seg um hesi krøvini. Men feløgini hava tikið til eftirtektar, at hetta er “the name of the game”, sigur Jan Müller. Føroya Oljuídnaðarbólkur, stytt FOÍB, umboðar oljufeløgini, sum hava leitiloyvi í Føroyum. Feløgini eru Statoil, Dong, ExxonMobil, OMV og Atlantic Petroleum. Øll feløgini eru við í boringum í ár. Fakta Føroyska atlitið vigar tungt Oljufeløgini virða tey krøv, sum føroyska samfelagið setir, og feløgini vilja hava lokala vinnulívið við. Tað sigur Jan Müller stjóri í FOÍB, sum er felagsskapurin hjá teimum oljufeløgum, sum hava leitiloyvi við Føroyar Jón Brian Hvidtfeldt milliard