mánadagur 3. mars 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Tó at hann ofta hevur
hvassar, almennar viðmerk
ingar um Kringvarpið og
kanska serliga um tíðinda-
og aktualitetspartin, so ivast
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur,
onga
løtu í, at tað er neyðugt at
hava ein almennan public
service-miðil í Føroyum.
Men
hann
skal
vera
óheftur, og tað heldur Sámal
Matras Kristiansen ikki, at
Kringvarpið er, so leingi tað
fyri ein stóran part er fíggjað
av lýsingum og sponsorpeng
um.
Hann undirvísir í sam
felagsfrøði
á
Føroya
Studentaskúla og HF-skeiði
í Hoydølum, og serliga innan
stjórnmálafrøðina fylla mið
larnir nógv.
- Tað hevur stóran týdn
ing at hava eina pressu, sum
kann uppstiga og kvalifi
sera almenna kjakið. Um
teir privatu ikki megna tað
– og tað haldi eg ikki, at teir
gera – so mugu vit hava ein
almennan miðil, sum hevur
møguleika at vera leysur av
fíggjarligum og politiskum
áhugamálum at gera tað.
Kringvarpið skal vera tað
íkastið, sum tryggjar dygd
ina, sigur Sámal Matras
Kristiansen.
Sjálvsensurur
Men KvF fær ikki spælt
henda leiklutin, so leingi
stovnsins tilvera er treytað
av lýsinga- og sponsorpeng
um, heldur hann.
Tað
eru
serliga
tvær
óhepnar avleiðingar, sum
verandi
støða
sambært
Sámal Matras Kristiansen
kann elva til: Sjálvsensur, tí
stovnurin ikki torir at vera
nóg atfinningarsamur mót
vegis lýsarum, og undir
haldskent,
dramatiserandi
tilfar, ið kann draga nógvar
lurtarar og hyggjarar at sær
– hetta seinna er avgerandi,
tá lýsingar skulu seljast ella
sponsorar fáast at leggja
pengar á borðið.
- Óheftni orsakað av lýs
ingum og sponsoratum er
størsta hóttanin móti trú
virðinum hjá KvF. Stovnurin,
sum á pappírinum er ein
public service-stovnur, er
noyddur at kappast upp á
undirhaldsvirðið og satsa
upp á lætt tilfar. Tað er bein
leiðis í andsøgn við tað, ið ein
public service-miðil eigur at
gera umframt at vera ein
fjøltáttaður
mentanarberi,
nevniliga gera kvalifiserað,
kjakelvandi tilfar og lýsa
politikk og samfelagsmál á
ein breiðan og sakligan hátt,
sigur Sámal Matras Kristian
sen.
Tosa eftir munninum
Hann heldur avgjørt, at Krin
gvarpið hevur nógv gott
tilfar, men tað er tað vána
liga, ið oyðileggur trúvirðið
og álitið á óheftni.
- Nógv orka verður brúkt
upp á sendingar, sum tosa
brúkarunum eftir munni
num. Í útvarpinum hoyra vit
dagliga óredigeraðar práti
sendingar, sum ikki á nakran
hátt eru kvalifiserandi fyri
hyggjarar og lurtarar. Hesar
sendingar
verða
gjørdar
orsakað av kapping við aðrar
miðlar, sigur Sámal Matras
Kristiansen.
Hann
heldur,
at
ein
yvirvág av slíkum sending
um sáar iva um tilverurættin
hjá stovninum sum public
service-stovni,
samstundis
sum hon ger seg inn á til
verugrundarlagið hjá teim
um privatu miðlunum.
-
KvF
skuldi
heldur
onkursvegna
hýst
tilfari
frá øðrum miðlum enn ligg
ja í kapping við teir. Tað
kundi verið við tilvísingum
og internetleinkjum ella á
annan hátt. Altso, eg haldi,
at almenna Kringvarpið átti
at sæð seg sum eitt positivt
ískoyti og ein eyka plattform
hjá privtu miðlunum heldur
enn teirra ídnasti kapping
arneyti. Eg haldi, at tørvur
er á at skapa eitt gott og
dynamiskt
miðlalandslag,
og at Kringvarpið av sínum
eintingum eigur at hjálpa
dygdartilfari
frá
øðrum
veitarum framat. Tað eigur
at vera ein náttúrlig public
service-skylda
eisini
at
vera við til at tryggja eitt
breitt
miðlaútboð,
sigur
samfelagsfrøðingurin.
Tíðindini í lagi
Hann heldur, at tað er í
tíðinda- og aktualitetsparti
num, at trúvirðið er størst og
Kringvarpið best livir upp
til krøvini um óheftni og sín
public service-status.
- Tíðindasendingarnar eru
sum oftast ok og eisini aðrar
sendingar, eitt nú Radarin,
og á mentanarøkinum In
Mente, sigur Sámal Matras
Kristiansen.
Kringvarpsjournalistar
nir fáa ofta skotið í skógv
arnar, at teir eru reyðir, men
hetta er ikki nakað, ið nervar
hann tað stóra
- Kanningar í øðrum lond
um vísa, at nógvir journalist
ar eru vinstrahallir, men sam
stundis vísa aðrar kanningar,
at journalistar fyri so vítt
duga væl at arbeiða óheftir.
Ivaleyst hava tey eisini hesar
førleikar í Kringvarpinum.
Annars er tað jú absolutt
upp á sítt pláss at kritisera
makthavararnar, og tað er jú
tilvildarliga soleiðis, at makt
havararnir eru borgarligir í
løtuni.
Hann vísir á, at hetta
slagið av kritikki fáa public
service-miðlar í flestu lond
um eisini oman yvir seg.
-
Jú
onkuntíð
kundi
breiddin verið betri í kring
varpstíðindunum,
og
nakrir
blindvinklar
eru
viðhvørt. Men tað eru ikki
slíkir
svipsarar,
sum
eg
fái mest ilt av. Eg irriterist
meira av samlaða konsepti
num, sum hevur alt hetta
undirhaldskenda og drama
tiserandi tilfarið við sær bert
fyri at tekkjast lýsarunum,
sigur Sámal Matras Kristian
sen.
Hann leggur eisini dent á,
at Kringvarp Føroya saman
borið við public service-
miðlar aðra staðir er ein sera
lítil miðil við einum lítlum
fíggjargrundarlagi. Tí er tað
skeivt at vilja ov nógv við
ov lítið av pengum. Í staðin
eigur at raðfestast hart, held
ur hann.
- Kringvarp Føroya er
ikki BBC, og fær ikki verið
við á øllum økjum. Tí eigur
stovnurin at fokusera upp á
tað, sum er mest avgerandi,
tíðindi,
mentanartíðindi
og barnatilfar, sigur Sámal
Matras Kristiansen.
KvF skal uppstiga
almenna kjakið
Lýsinga- og sponsorpengar skulu burtur úr fíggjarliga grundarlagnum
hjá KvF, og í staðin skal KvF-gjaldið verða mvg-frítt. Og Kringvarpið
skal bæði loyva øðrum fram at at gera tilfar og miðla tilfar frá øðrum
miðlum víðari. Tað heldur Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur
- Tað eru ikki vantandi breidd ella blindviklar í
tíðindaflutninginum hjá Kringvarpinum, sum eg fái
mest ilt av. Eg irriterist meira av samlaða konseptinum,
sum hevur alt hetta undirhaldskenda og dramatiserandi
tilfarið við sær bert fyri at tekkjast lýsarunum, sigur
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur.
eisini, og tað er so semja
um, at landsstýrismaðurin í
mentamálum í tí sambandi
skal kanna, um tað ber til at
útveita upp til 50 prosent
av hesum arbeiðnum hjá
Kringvarpinum,
sigur
Karsten Hansen og leggur
afturat:
- Tað var hetta eg tosaði
um í einum innskotnum
setningi í míni røðu, og tað
harmist eg um nú. Eg fór
út um mark í mun til, hvat
eg annars plagi at úttala
meg um, tí vanliga haldi
eg munn um málsøkini hjá
øðrum landsstýrisfólkum.
Ynskja privatisering
Karsten Hansen dylir tó
ikki, at tað framvegis er
ynskið hjá Miðflokkinum
at einskilja Kringvarpið.
- Útveiting av sending
um er eitt stig á rættari
leið, tí eg dugi ikki at síggja
skilagóðar grundgevingar
fyri, at stovnurin skal hava
einkarrætt at gera public
service-tilfar. Um greiðar
reglur og treytir verða
settar, eigur hetta at kunna
gerast eins væl av øllum
teimum
mongu
dugna
ligu miðlafólkunum, ið eru
at finna aðra staðir enn í
Kringvarpi Føroya.
-
Tað
er
tað,
sum
hetta snýr seg um. At
Miðflokkurin
helst
vil
taka størri stig og einskilja
stovnin er so ein onnur
søk, sum ikki er á dagsskrá
í samgonguni nú. Tá eru
vit inni í tí meira grund
leggjandi
miðlapolitikki
num hjá flokkinum, sum
formaðurin er tann rætti at
úttala seg um, sigur lands
stýrismaðurin.
- Eg havi sagt tað so leingi, at tað er eitt undur,
um Kringvarp Føroya yvirlivir hesa samgonguna,
segði Rigmor Dam, tá hon hoyrdi referatið
frá landsfundinum hjá Miðflokkinum
- Eg dugi als ikki at ímynda mær hatta, hatta ljóðar
bara so skeivt og so langt úti – fyri ikki at siga
forkastiligt, segði Gunvør Balle seinasta mánadag
public service