Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingolf S. Olsen Eisini Marjun Dalsgaard, cand.comm frá Roskilde Uni­ versi­teti við høvuðsgreinum í journalistikki og sálarfrøði, held­ur, at Kringvarp Føroya eig­ur at gerast púra óheft av peng­um uttan fyri almenna kassan – pengar frá lýsingum og spon­so­r­at­um – heldur enn at fara øvugt­an veg, sum partar av politisku skipanini við Mið­flokkinum á odda ætla. - Eg havi onki ímóti, at pengar fara úr kring­varps­ kassanum fyri sendingar og til­far annars frá veitarum uttan­fyri húsið. Men penga­ ferðslan hin vegin eigur at steðgast, so allar bindingar av lýsing­ar- og sponsorpengum verða tiknar burtur, sigur Marj­un Dalsgaard. Kommersiell kapping Hon leggur dent á, at tað er tørvurin á óheftum tíð­inda­ flutningi og á tilfari, ið tað ikki lønar seg at framleiða á vinnuligum grundarlagi, sum er argumentið fyri yvir­ høv­ur at hava eitt alment kring­varp. - Eg haldi avgjørt, at vit skulu hava ein elektroniskan, óheftan public service- mið­il. Trupulleikin er, at Kring­varpið í alt ov stóran mun ber seg at sum ein kommersiellur miðil, sum hann eisini í stóran mun er blivin. Um ein rúgva av til­ fari er sponsorerað, og ein stórur prosentpartur av fíggjargrundarlagnum stav­ ar frá lýsingum og spæli, so verður tilfarið í alt ov stóran mun valt eftir, hvør tímir at sponsera tað, og hvussu nógv­ar lýsingar, tað kann selja. KvF verður við øðrum orð­um fyrst og fremst í kapp­ing við hinar miðlarnar, stað­fest­ir Marjun Dalsgaard. Tað merkir so, at KvF má framleiða ella keypa send­ing­ ar, sum kunnu kappast við hinar miðlarnar og harvið kapp­ast um lýsararnar. Tað er bert eitt at gera, um stovn­urin skal hava trúvirði sum almennur public ser­ vice-miðil, heldur hon. - Public service er ikki gjør­ligt, um tað, sum miðilin kann vinna pening burtur úr, skal verða avgerandi fyri, hvat verður framleitt og sent. Tí skulu pengarnir uttaní­frá burtur, leggur hon dent á. Er man bangin fyri polit­iskari uppíblanding, so má avbjóðingin verða at finna eina skipan, sum ger, at politik­arar ikki kunnu ávirka stovn­in. Og tað er tann vegin, vit skulu. At gera Kringvarpið heft at kom­mers­iell­um áhuga­ mál­um fer at avskepla leik­lut­in, sum tað eigur at hava í okkara fólkaræði. Føroyar er so lítið, at tað eru nakrir fáir lýsar­ar, sum gjalda næstan alt ballið – um ein av teimum held­ur uppat at lýsa, missur ein miðil kanska 20 prosent av lýsingarinntøkunum. Men tað má ikki henda, at hes­ir lýsarar verða friðaðir í fjøl­ miðlu­num í dag, tí hetta eru lýs­ar­ar, sum eiga at verða við­gjør­dir kritiskt, sigur Marj­un Dalsgaard. Óheft tíðindi Tó at stovnurin er bundin av peng­um uttanífrá, so heldur hon, at KvF livir hampuliga væl upp til sín leiklut sum óheft­ur miðil, tá tað snýr seg um tíðindi. Trupulleikin er, at pressan sum heild er alt ov veik í Føroyum. - Til dømis tað, at føroyska sam­felagið er so lítið, at øll kenna hvønn annan ella eru í familju. Fjølmiðlarnir í Føroyum hava somu eyð­ kenni sum lokalmiðlarnir í Dan­mark – einstakar søgur poppa upp og doyggja bein­ an­veg­in. Tað er sjáldan, at miðl­ar­nir taka søgurnar hjá hvørjum øðrum upp, og tað er sjáldan at nøkur upp­fylg­ ing er. Miðlarnir seta ikki dags­skránna, og politikarnir kunnu bara seta seg at bíða til tað gongur yvir, um eitt ódn­ar­veður er í væntu. Eitt und­an­tak var nú, tá tollmálið var – og tað er kanska eisini tí, at vit tosa um at privat­ i­sera Kringvarpið nú, sigur Marj­un Dalsgaard. Tað er sjálvsagt týdn­ing­ ar­mikið við áliti, og tí er tað ikki gott, at tíðindafólkini í Kringvarpinum øll verða skýrd at vera reyð tjóð­ veldis­fólk, men slíkar skuld­ set­ingar eru at hoyra í øllum lond­um við almennum miðl­ um, heldur hon. - Onkuntíð hevur dekn­ ing­urin av onkrum máli sæð út til at hava politiska slag­ síðu. Men tá er tó ikki talan um bindingar uttanífrá, men heldur um vantandi pro­fes­ sional­ismu. Ein vavgreytur Men júst atfinningarnar um littan tíðindaflutning og hugsanirnar annars um tíð­inda- og aktualitetstilfar verða ofta vavdar saman við hugsanunum um alt ann­að tilfar, tá politikararnir tosa um public service, og hvus­su teir halda, at køkan skal být­ ast, vísir Marjun Dals­gaard á. - Tað er av týdningi, at hesi ting­ini ikki verða blandað sam­an. Til dømis verður tos­ að um tað føroyska málið og mentanararvin. Tað er upp­lagt, at Kringvarpið og public service-skyldan snúg­va seg um hetta, men vit eiga ikki at tosa um tað í ein­um vavgreyti. Eitt er at varðveita tað føroyska mál­ið, eitt annað er at hava ein kritiskan óheftan mið­ il. Spurningurin er, um politikarnir vilja hava kritisk­an journalistik. Um ikki, so kunnu teir áseta Kring­varpi­num at brúka ein stór­an part av pengunum uppá at umseta tilfar til før­ oyskt – tað haldi eg tó als ikki er í lagi, sigur Marjun Dalsgaard. - Tað hevur ógvuliga stór­ an týdning at halda hesi ting­ ini atskild. Kringvarpið hev­ ur public service-skyldur á nógvum økjum, men tær viga ikki eins nógv, og tað skulu tær heldur ikki. Um til dømis fíggjargrundarlagið knapp­liga varð skarvað niður í helvt, so hevði tað als ikki verið skilagott at minka orku­na á øllum økjum niður í helvt. Tá má raðfestast, og krit­isk­ur tíðindaflutningur eig­ur at hava absolutt hægs­ tu raðfesting, sigur hon. Hin almenna samrøðan Men hví hevur kritiskur tíð­ ind­af­lutningur so stóran týdn­ing? - Fyrst og fremst tí ongin Fokus er á hyggjara- og lurtaratøl og músaklikk Kringvarp Føroya hevur fleiri ymiskar public service-skyldur, men summar viga meira enn aðrar. Til dømis eigur kritiskur tíðindaflutningur at vera tað seinasta, ið verður skert. Men tað hevur týdning, at tilfarið annars er innan fyri óheftar public service-karmar, soleiðis at tað ikki verða lurtara- og hyggjaratøl og klikk á heimasíðuni, ið gera av, hvat tilfar skal sendast. Tað heldur Marjun Dalsgaard, kandidatur í journalistikki og sálarfrøði - Public service er ikki gjørligt, um tað, sum miðilin kann vinna pening burtur úr, skal verða avgerandi fyri, hvat verður framleitt og sent. Tí skulu pengarnir til KvF uttanífrá burtur, sigur Marjun Dalsgaard, journalistur og cand. comm. Hon skrivaði serritgerð um føroysku miðlarnar í einum fólkaræðisligum høpi. Í tí sambandinum kannaði hon, í hvønn mun føroysku miðlarnir seta dagsskránna í almenna kjakinum. Úrslitið varð, at tað eru ikki teir, men politikararnir, ið seta dagsskránna public service