Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ann­ar óheftur miðil er har at gera hann, og tí leikluturin – public service-skyldan – at geva borgarunum kvalifi­ sera­ða vitan og evni at lut­ taka í fólkaræðinum eigur at viga meira enn alt annað, sig­ur Marjun Dalsgaard. Føroysku miðlarnir í ein­ um fólkaræðisligum høpi var júst evnið fyri hennara ser­rit­gerð á universitetinum í Roskilde. - Vit tosa alla tíðina um, at fjølmiðlarnir eru ein hornasteinur undir fólka­ ræði­num, og tá verð­ur ofta hugsað um av­dúk­ing­ ar – at halda í oyru­num á politikarunum. Men tann­ týdn­ing­ar­mesti leik­lut­ urin er at vera karmurin um eina kvalifiseraða al­ men­na samrøðu. Tað vil siga at leggja lunnar undir eitt kvali­fiserað kjak við rele­vantu­m upp­lýsingum. Uttan hetta verða vit, sum skulu luttaka í fólka­ræði­ num, ikki før fyri at gera tað á ein skilagóðan hátt – tí hvussu skulu vit vita, hvat vit skulu velja, um vit ikki vita, hvat tað inniber? Hend­an samrøðan í tí al­ menna rúminum manglar meir ella minni í Føroyum – vit eru ofta ikki før fyri at hava hana, og tað er ábyrgdin hjá fjølmiðlunum. Vit duga ikki at viðgera mál á ein hátt, so relevantar og klókar loysn­ir verða havdar á lofti. Vit duga ikki at kjakast, so øll gerast eitt sindur klókari, sig­ur Marjun Dalsgaard. Hon nevnir spurningin hjá Rig­mor Dam, løg­tings­ kvinnu, til menta­mála­ráð­ harran í sein­astu viku, um Kring­varp­ið skuldi privat­i­ ser­ast, sum eitt dømi um eina tí­líka samrøðu. - Hetta var ein upplagdur møgu­leiki at kjakast um fólka­ræði, men samrøðan varð punkterað. Hon end­aði við, at onkur helt, at Kring­ varpið sku­l­di niður­leggj­ast ella selj­ast, tí ein ónæri­s­ lig ung­dóms­send­ing hevði verið. Har vóru álvar­s­amir og við­komandi spurn­ing­ar, sum áttu at verði við­gjørdir, men so var ikki. Samrøðan, sum átti at fara fram, steðgaði, og ongin bleiv klókari, sigur Marjun Dals­gaard. Munur á miðlum Hon arbeiðir sjálv í Miðlahúsinum, ið hús­ar og rekur tríggjar lýs­inga­fíggj­ aða­r miðlar – Sosialin, Rás 2 og in.fo – umframt serbløð, men Marjun Dalsgarð held­ ur tó ikki, at hennara krav um óheftni í almenna Kring­ varpinum, fyri at tað skal hava nakað trúvirði, kann tulk­ast sum eitt misálit á evn­ini hjá hennara egna ar­ beiðs­plássi at røkja eina til­ svar­andi uppgávu. - Júst tí, at vit hava priv­ at­ar miðlar, sum eru lýsinga- og sponsorfíggjaðir, er tað neyðugt við einum óheftum public service-miðli. Tað er ikki tað sama sum at siga, at privatir miðlar ikki eru á­lít­ andi og gera eitt gott arbeiði. Men teir eru ikki tvungnir at róta í øllum, sum ein public service-miðil skal. Tí kunnu teir hava lyndi at velja onkur evn­ir frá, um vandin fyri at missa týdningarmiklar lýsar­ar er ov stórur. Tí tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn tú hevur bitið hond­ ina, sum føðir teg, tá tú livir av lýsingum og samstundis vilt arbeiða kritiskt, stað­fest­ ir Marjun Dalsgaard. Public Service Public Service merkir ”í tænastu fyri al­ menn­ingin”, og í sjónvarps- og útvarps­ høpi snýr hugtakið seg um at tryggja eitt breitt útboð av sendingum – eisini send­ing­um, ið bert hava avmarkaðan áhuga – og regulerum tænastum, til døm­is at vera partur av tilbúgvingini. Kring­varp Føroya er einasti miðil her heima, sum er álagdur public service- skyld­ur. Yvirskipað eru tær ásettar í í Kring­varps­lógini, §10, sum sigur: Kring­varp Føroya hevur skyldu til at út­varpa sendingar, ið fevna um tíð­ indi, upplýsing, mentan og undir­hald. Kringvarp Føroya skal í pro­gramm­virk­ semi­num leggja dent á upplýsingar- og talu­frælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siða­læru føroyinga. Stk. 2. Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum sendi­ngum. Kringvarp Føroya hevur skyl­du at tryggja starvsfókunum holla máls­liga ráðgeving. Stk. 3. Kringvarp Føroya skal ansa eftir, at sendingar ikki kunnu skaða likamligu, sálar­ligu og siðalagsligu menningina hjá børn­u­m og ungum undir lógaldri, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum harð­ lig­um innihaldi. Stk. 4. Sendingarnar skulu ikki á nakran hátt elva til mannminkan, harðskap ella hat­ur orsakað av húðaliti, kyni, átrúnaði ella tjóðskapi. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta regl­ur um, at í sendivirkseminum skal ser­ligt fyrilit vísast børnum og ungum. Stk. 6. Virksemið hjá Kringvarpi Føroya kann eisini fevna um at endurvarpa út­ lendsk­ar public-service sjónvarpsrásir. Út frá hesum yvirskipaðu ásetingum gera Kringvarpið og landsstýrismaðurin í menta­málum so meira nágreiniligir og ítøki­lig­ir public service-sáttmálar fyri av­markað áramál. Hesir hava neyvar áset­ing­ar um, hvussu ymisku skyldurnar skulu raðfestast. public service