mánadagur 3. mars 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Marjun Dalsgaard
Justinus Ejdesgaard eigur
bæði fyrstu og næstu niður
sethusini á Hellunum. Tey
eru frá 1849 og 1853. Tað eina
hevur staðið sum hoyggjhús
og fyri 10 árum síðani byrjaði
Justinus at hugsað um at
byggja tey upp sum sethús
av rekaviði.
Fyri trimum árum síðani
fór hann undir at samla
rekavið saman. Hann hevur
leitað um alt landi - serliga í
Noroyggjum við Haraldsund
og Hvannasund og hevur í
dag nokk til gólv, vindeygu,
hurðar og bróst.
Í
alt
hevur
Jústinus
savnað saman 90 rekar, sum
nú verða sagaðir sundir og
lagdir at turka í tríggjar
mánaðir í Snikkaravirkinum
í Rituvík. Tá viðurin verðir
skorin skal hann vera so
vátur sum gjørligt, og síðan
skal hann turkast, greiðir
Jústinus frá.
Royndir av viðinum hava
verið sendar til Íslendsku
Skógarrøktina, sum hevur
greina tilfarið. Tí ber til at
siga, hvagani trøðini stava,
hvussu gomul tey eru, og
hvussu leingi tey hava livað.
Rekaviðurin vísir seg at
koma allur sum hann er úr
Sibiria. Tað er mest fura og
lerkur - tvey granntrøð eru tó
ímillum, greiðir Justinus frá.
Trøðini hevur hann funnið
um allar Føroyar, og tað var
neyðugt at hava kranabil við,
so hvørt sum viðurin skuldi
savnast upp.
Elsta træðið er byrjað at
næla í 1669 og er deytt í 1871.
Longsti bulurin er umleið 9
metur langur og teir stystu
eru millum tríggjar og fýra
metrar.
Byggir hús av rekaviði