Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 F yrrpartin fríggjadagin hevði Hondbólts­ sambandið tíðindafund í ÍSF húsinum. Umframt, at U20 landsliðið hjá monnum bleiv úttikið, so bleiv eisini ein ætlan løgd fram um føroyskan landsliðshondbólt. Tað er hugaligt, at HSF hevur sett sær stór mál. Høvðusmálið er at fáa gongd á A-landsliðini hjá monnum og kvinnum. Um fimm ár skulu A-lands­ liðini aftur spæla í EM undankappingum og spæla móti teimum stóru. Endaspælið verður víðkað til 24 lond, og tá er brádliga realistiskt at Føroyar kann røkka einum EM endaspælið. Hugsi tykkum. Føroyar í einum EM endaspælið í hondbólti. Tað hevði verið ótrúligt og ein av størstu ítróttarhendingunum í føroyskari søgu. Men tað er bara ein trupulleiki. Hvør skal døma? Bara fáar tímar eftir útmeldingina hjá HSF kemur øði í grindina í Vági. Dómarakreppa er í føroyskum hondbólti og nú gongur tað aftur út yvir kvinnuliðið hjá VB, sum stendur til at hava tveir dystir um vikuskiftið. Dysturin leygardagin móti Stjørnuni verður av­lýstur at kalla beinan vegin. Seinni fríggjadagin kemur staðfestingin, at eisini dysturin móti Kyndil sunnudagin verður avlýstur. Sama dag sum HSF hevur lagt út í kortini, at føroyskur hondbóltur aftur skal á breddan – altjóða breddan – mugu dystir í bestu deildini avlýsast, tí vit hava ongar dómarar. Eg veit ikki hvør hevur skyldina av støðuni, tí ongin vil taka ábyrgd av at so fáir dómarar eru. Tá so Kyndil »eigur« fleiri av dómarunum, so er tað eisini ein trupulleiki fyri summi. Sum helst øll onnur, so ynski eg at síggja hondbóltin taka risa fetið og fáa landsliðshondbólt aftur á skránni, men tað krevur at fáa skil á nakrar smærri trupulleikar, so sum dómara­kreppuna, ið varpar eitt keðiligt og beinleiðis óseriøst ljós at eina ítróttargrein, sum tapir stórt fyri fót­bóltinum í løtuni. Frá EM enda­- spælið til veru­ leikan Ítróttar klumman Tróndur Arge Aftur í ar verður skipað fyri gentulegu fyri badmintongentur í Føroyum Fyrrverandi venjarin hjá Jóan Símuni Edmundsson í Newcastle, Alan Pardew, stríðist í hesum døgum við at halda fast í starvinum sum venjari hjá felagnum, eftir at hann skallaði ein spælara hjá Hull City ítróttur ítróttartoymi Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen Gunnar á bonkinum Gunnar Nielsen sat á bonkinum, tá Motherwell um viku­ skiftið vann 4-1 á Hearts. Lee Hollis er klárur aftur og hevur at síggja til tikið plássið frá føroyska málverjnum. www.fsf.fo: Lars Olsen Gibraltar er komið í ein harðan bólk, og eg vænti at gibraltarbúgvar koma at fáa tað strævið. Vit hava mangan verið undir stórum trýsti, men føroyingarnir hava lært, hóast onkur stórtap til tíðir, hvussu spælast skal ímóti teimum stóru londunum www.svimjing.fo: Eitt áhugavert nú í sambandi við eysturdonsku meistarastevnuni á langgeil, er at Pál Joensen er væl skjótari í ár, samanborið við í fjør. www.portal.fo: Marnar Djurhuus vann fyrr í dag gull í DM fyri ung á 1500 metra teininum í bólkinum dreingir 18-19 ár. Samstundis rakk tíðin hjá honum, 4.05.85 til nýtt føroyskt innandura met www.hb.fo: Venjingardysturin móti Gibraltar var serligur á fleiri økjum. Fyri fystu ferð sat Lars Olsen eftir sum vinnari við landsliðnum. Hetta var fyrstu ferð vit skoraðu fýra mál í skrásettum landsdysti, og so fingu Gunnar Haraldsen og Teitur Gestsson sínar fyrtu minuttir á A-landsliðnum. www.nordlysid.fo: Fylgir vnjingardystum EB/Streymur vann 3-2 á AB. Málskjúttar fyri EB/Streym vóru Niels Pauli Danielsen (2) og Gunnar Zachariassen. Christian í Garði og Jobin Drangastein skoraðu hjá AB. Á Skála spældu uppflytararnir Skála og B68. B68 vann dystin 1-0 og einsamalla málið skoraði Jann Ingi Petersen. www.if.fo: 670 dystir í bestu deildini lagdir afturat hópinum! Til tiltak, ið var í Mentanarhúsinum í dag, vóru ikki færri enn 670 dystir lagdir afturat núverandi ÍF hópinum. Talan er um 3 kenningar, ið allir hava drúgar royndir á besta liðnum. Heimasíðurnar skriva: »GIRLPOWER 2014« Óður venjari skallaði spælara Tróndur Arge Leygardagin 8. mars verð­ur GIRLPOWER aftur karmur um stóra gentu­til­taki í badminton. Fyri­skiparar­ nir eru serliga fegnir um hetta tiltakið, sum er ætlað at menna tekn­iska stigið og mentala styrki hjá gent­ unum, um­framt at styrkja vina­lagið millum gentur­nar tvørtur um aldursmørk og badminton­feløg í Føroyum. Badmintonhøllin í Havn er karmur um tiltakið, og sum vanligt verður nógv gjørt burturúr. Louise Lingren Jepsen, sum er pro­fessio­nellur venjarin í Danmark kemur til Føroyar at taka sær av badminton­ venjingunum. Keka Nandy, venjari hjá U11 fer at læra genturnar yoga sum er ein partur av mentalu venjingar­ nar. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Hendingin fór fram, tá hesi bæði liðini møttust um vikuskiftið í bestu ensku deildini. Newcastle hevur tamarhald á dystinum, men brádliga enda spælari hjá Hull City og Alan Pardew í hornatøkum um bóltin á síðulinjuni. Tað endar við, at Alan Pardew stingur høvdið fram og tykist skalla spælaran hjá Hull, sum verður standandi, en tykist blíva meiri óður av at Alan Pardew royndi at skalla hann. – Eg royndi bara at skumpa hann vekk við høvdinum, sigur Alan Pardew. Mett verður nú, at Alan Pardew, sum annars hevur ein langtíðar sáttmála við Newcastle, kemur fyri at halda fast í starvinum sum venjari hjá felagnum. Hetta triðju ferð hetta kappingarárið, at hann er íblandaður baladu á síðulinjuni. trondur@sosialurin.fo