mánadagur 3. mars 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26
ítróttur
Hóast talan var um eina góða moralska uppliving hjá landsliðsvenjaranum, og landsliðs
spælarunum at vinna ein 4-1 stórsigur ímóti Gibraltar á útivølli. So er hetta aðru ferð í 10 ár,
at vit ikki fáa skrásett ein sigur í einum venjingardysti ímóti einari aðrari lítlari fótbóltstjóð
Lars fær ikki sín
fyrsta sigur skrásettan
Heri Simonsen
Har var nógv at gleðast um
hjá tí føroyska fótbóltsal
menninginum leygarkvøldið.
Føroyska fótbóltslandsliðið
fekk sín fyrsta sigur, síðani
2-1 sigurin á Estlandi í einum
EM-undankappingardysti
á Svangaskarði tann 7. Juni
í 2011. Føroyska liðið fekk
eisini fýra góð mál, ikki
minst málið hjá Christian
Lamhauge Holst til 2-1 var
framúr minniligt.
Fleiri altjóða tíðindafólk
vóru til dystin, fyri at síggja
tann fyrsta hjá tí nýggja
UEFA
limalandinum
á
heimavølli. Men vilja tey
síggja tann fyrsta skrásetta
landsdystin hjá Gibraltar
á heimavølli, so mugu hesi
tíðindafólkini steðga nakrar
dagar aftrat, tí komandi
mikukvøld spælir Gibraltar
ein skrásettan landsdyst á
heimavølli á Victoria leik
vøllinum ímóti Estlandi.
Ikki skrásettur
Dysturin á Victoria leik
vøllinum í Gibraltar leygar
kvøldið verður nevnliga ikki
skrásettur. Seinastu formali
tetirnir at fáa Gibraltar uppí
altjóða fótbóltssamgonguna,
FIFA eru ikki avgreiddir enn,
og tí kann dysturin ikki
verða við í FIFA rankings
uppgerðini, sum verður upp
daterað hvønn mánað.
Virgar
Hvidbro,
aðal
skrivari og Tróndur Vatn
hamar, samskipari hjá FSF
staðfestu beint aftaná søta
sigurin, at hann ikki verður
skrásettur.
Kringvarpið
í
Gibraltar, Gibraltar Broad
casting
Corporation
var
eisini tíðliga úti við tíðind
unum, har teir finna ein ugga
við, at dysturin ikki verður
skrásettur:
– Føroyar eru nummar 51
á styrkislistanum hjá UEFA,
bert Andorra og San Marino
liggja aftanfyri. Dysturin í
kvøld fer ikki at geva nøkur
styrkistig á styrkislistanum,
tí talan var ikki um ein
almennan UEFA dyst.
Soleiðis verður ikki miku
kvøldið, tá Gibraltar spælir
ímóti Estlandi, sum er ein
skrásettur UEFA landsdyst
ur. Dómarin í dystinum mill
um Gibraltar og Føroyar
hevði annars eitt FIFA logo
á bringuni, so ein trúði við
dystarbyrjan, at her var
dúkað til ein altjóða, skrá
settan landsdyst.
Aðru ferð í 10 ár
Hetta er aðru ferð í 10 ár, at
føroyska fótbóltslandsliðið
vinnur ein góðan sigur á
einari aðrari, lítlari, evro
peiskari fótbóltstjóð, og ikki
fær skrásett sigurin. Tann
24. februar í 2004 vunnu
Føroyar 4-2 á Luksemborg
í einum venjingardysti á
La Manga í San Fernando í
Spania. Tá gleddist menn um
tann fyrsta sigurin, síðani 1-0
sigurin á júst Luksemborg á
Svangaskarði 1. september í
2001, tá eitt brotssparksmál
hjá Jens Christiani Hansen
tryggjaði okkum øll trý
stigini. Men eins og fyri 10
árum síðani, so fáa vit heldur
ikki hesaferð tann fyrsta
sigurin á vøllinum í nærum
trý ár skrásettan.
Hetta merkir tíverri, at
Christian Lamhauge Holst
framvegis
hevur
skotið
trý, og ikki fimm mál fyri
Føroyar.
Hallur
Hansson
hevur skotið tvey mál, og
ikki trý, og Jóan Símun
Edmundson hevur framvegis
bert skotið eitt, og ikki tvey
landsliðsmál. John Petersen
hevði staðið á átta skrá
settum landsliðsmálum, líka
nógvum sum Uni Arge, um
dysturin ímóti Luksemborg
í 2004 hevði verið skrásettur.
Men tey søguligu, almennu
tølini siga, at John Petersen
»bert« hevur skotið seks
landsliðsmál,
tí
hansara
tvey mál ímóti Luksemborg
í venjingardystinum í 2004
telja ikki.
Metið er framvegis
frá 1995
Hevði 4-1 sigurin á Gibraltar
verið skrásettur, so hevði
verið talan um tann størsta
skrásetta føroyska lands
liðssigurin,
síðani
FIFA-
limaskapin í 1988. Almenna,
skrásetta metið er fram
vegis 3-0 heimasigurin á
San Marino í einum EM-
undankappingardysti
á
Svangaskarði 25. mai í 1995.
Formalitetetirnir
forð
aðu fyri, at hetta metið
fall alment leygarkvøldið,
og Lars Olsen fær ikki sín
fyrsta, kærkomna sigur, sum
føroyskur
landsliðsvenjari
skrásettan.
Lars Olsen kann uttan iva
kann brúka tað, sum hendi
á Victoria leikvøllinum til
nógv gott, har hann sam
stundis fekk svarið uppá
nakrar
spurningar
hann
hevði áðrenn dystin. Vit
kunnu so eisini gleðast um,
at vit fingu hevnt 0-3 tapið
ímóti Gibraltar á sama leik
vølli 11. mars í 2011.
Men vónandi hendir tað
ikki aftur, at Føroyar vinna
ein landsdyst aftur ímóti
einari aðrari lítlari, evro
peiskari fótbóltstjóð, og ikki
fáa hagtølini í tær almennu
søgubøkurnar. Hagani skal
ljóða eitt lítið kravboð um,
at FSF bjóðar Gibraltar til
ein altjóða, skrásettan lands
dyst á Tórsvølli, tá Gibraltar
hevur fingið FIFA-limaskap
in endaliga uppá pláss.
Landsliðið
hjá
okkum
spælir framvegis alt ov fáar
venjingardystir, ikki minst
altjóða,
skrásettar
lands
dystir.
heris@sosialurin.fo
fótbóltur landsliðið
Myndir: fsf.fo