mánadagur 3. mars 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fótbóltur landsliðið
ítróttur
sigur í Gibraltar
Mál, álopsspæl
og søguligur
Føroyka landsliðið vann lættliga á Gibraltar leygarkvøldið. Úrslitið gjørdist 4-1, sum er
størsti sigurin á einum UEFA limalandi. Tó skal so nógv ikki leggjast í sigurin, tí talan
er um helst vánaligasta mótstøðu liðið nakrantíð hjá føroyska landsliðnum
Tróndur Arge
Nýggja
landsliðsárið
er
byrjað við einum sigri á
Gibraltar, sum annars vann
heili 3-0 á okkum fyri trim
um
árum
síðani.
Sama
Gibraltar megnaði eisini at
spæla málleysan javnleik
móti Slovakia fyri kortum.
Sanna
styrkin
hjá
Gibraltar kom tó til sjóndar,
tá føroyska liðið kom seg
eftir sjokkið, tá heimaliðið
legði seg á odda. Nógvu árini
í altjóða fótbólti vístu seg at
hava gjørt mun, tí føroyska
liðið spældi vertirnar umkoll
og kundi vunnið við fleiri
málum.
Gibraltar er nýggur limur
í UEFA og hevur sett sær lut
faldsliga høg mál, men sum
teir
spældu
leygardagin,
so koma teir at fáa nakrar
ordiligar umgangir í EM 2016
undankappingarbólkinum.
Serliga San Marino hevur
birt í kjakið um at fáa smáu
fótbóltstjóðirnar úr undan
kappingini, tí liðið heldur
fram við at tapa stórt. Vón
andi mennist fótbólturin
skjótt á Gibraltar, so teir
heldur eru við til at prógva,
at smátjóðir hoyra heima í
altjóða fótbólti.
Fleiri ungir mans
á liðnum
Lars Olsen, føroyskur lands
liðsvenjari,
hevði
úttikið
Gilla Sørensen og Sonna
Ragnar Nattestad, sum báðir
hava aldur at fara við U21
landsliðnum, sum í vikuni
skal spæla móti Rumenia.
Seinast liðini møttust endaði
tað 2-2 í minniligum dysti
á Svangaskarði, har Poul
Ingason skoraði í evstu løtu.
Hetta kann skjótt blíva
lítið umhildin avgerð, um
hesir ikki fáa spæltíð, sum
vit millum annað sóu við
Viljormi
Davidsen
fyri
nøkrum árum síðani, tá hann
var við A-landsliðnum uttan
at fáa spælitíð.
Hesa ferð var tó pláss
fyri báðum frá byrjan. Sonni
Ragnar spældi ein góðan
dyst í miðverjuni, meðan
Gilli sprellaði á vonginum.
Teitur Matras Gestsson byrj
aði eisini í málinum, men
annars var landsliðið í van
ligum skapi.
Sjokk byrjan
Við seinasta dystinum í
huganum, tá vit taptu 3-0,
so skuldi lítið ganga gali
áðrenn negativu røddirnar
aftur vóru at hoyra. Tað gekk
eisini bara ein løta, so kom
róp í. Hóast okkara spæla
væl fram til tá, so sveik
uppdekkningin
í
horna
sparksstøðu til Gibraltar.
– Eg missi mannin og so
skora teir. Men eg var ongan
tíð bangin fyri, at tapið frá
seinast
skuldi
endurtaka
seg, tí vit spældu væl og vóru
betri enn teir, sigur Hallur
Hansson, sum seinni í dyst
inum skoraði.
Heldur
ikki
landsliðs
venjarin var bangin hesa
løtuna, men ásannar at før
oyska liðið skal styrkja um
verjupartin í samband við
deyðbóltar.
Aftursvarið
Føroyska liðið svarar aftur,
tá Jóan Símun Edmundsson
fær tíð og pláss uttanfyri
brotsteigin. Hann meddar til
og bólturin strýkur framvið
málverjanum og í mál.
Gibraltar - Føroyar 1-4 (1-2)
1-0: Roy Chipolina
1-1: Jóan Símun Edmundsson
1-2: Christian Lamhauge Holst
1-3: Hallur Hansson
1-4: Christian Lamhauge Holst
Føroyar: (4-4-1-1)
Teitur Matras Gestsson (Tórður Thomsen, 46.) - Jónas Tór Næs, Rógvi
Baldvinsson, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (Gunnar Haraldsen,
85.) - Gilli Sørensen (Kaj Leo í Bartalsstovu 81.min), Fróði Benjaminsen, Hallur
Hansson (Karl Løkin, 76.), Pól Jóhannus Justinussen (Heini Vatnsdal, 46.) -
Christian Lamhauge Holst, Jóan Símun Edmundsson(Klæmint A. Olsen 81.min)