mánadagur 3. mars 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26
ítróttur
fótbóltur landsliðið
Tórður Thomsen
Føddur: 11-06-1986
B36 málverjin er aftur í landsliðshitanum fyri
fyrstuferð í trý ár. Tórður Thomsen hevði eitt
gott kappingarár seinasta ár, har hann eisini bleiv
valdur til ársins B36 leikara av B36 áskoðarunum.
Tórður hevur fyrr leikt onkran venjingardyst fyri
føroyska landsliðið, men tó var dysturin leygar
kvøldið tann fyrsti skrásetti landsdysturin, har
Tórður hevur staðið í mál. Tórður Thomsen er
skrásettur fyri 146 dystir í Effodeildini, og hevur
umboða feløgini NSÍ, ÍF, B68, AB, HB og B36.
Teitur Matras Gestsson
Føddur: 19-08-1992
Ungi málverjin fekk leygarkvøldið sín fyrsta
landsdyst fyri Føroyar. Teitur M. Gestsson kom
til HB í 2011, tá hann skifti úr danska felagnum
OB. Hóast Teitur bert var 18 ára gamal tá hann
skifti til HB, so gjørdist hann allíkavæl beinavegin
fyrsti málverji í HB. Tað var serliga í kappingar
árinum í fjør, at Teitur fekk sítt stóra gjøgnum
brot. Teitur M. Gestsson bleiv valdur til ársins
málverja í Effodeildini, umframt at HB vann
Føroyameistaraheitið. Teitur Matras Gestsson
fekk sína fótbóltsuppaling í KÍ. Hann er tó ikki
skrásettur fyri nakran dyst í vaksmannadeild fyri
KÍ. Teitur M. Gestsson hevur leikt 63 dystir fyri HB
í Effodeildini. Teitur hevur eisini skora 1 mál fyri
HB, tað gjørdi hann tá hann javnaði á útivølli móti
KÍ í 2011.
Gunnar Haraldsen
Føddur: 21-11-1987
Miðverjuleikarin, ið av
álvara fekk sítt gjøgnum
brot í Effodeildini farna
kappingarár, var eitt av
yvirraskilsunum tá landsliðið
um hálvan februar varð úttikið
til venjingarleguna í Spania.
Gunnar Haraldsen mannaði
miðverjuna hjá HB saman
við Jóhan Troest Davidsen farna kappingarár. Teir
báðir vóru eitt hitt sterkasta verjuparið í landinum.
Gunnar Haraldsen var tó óheppin í seinnu hálvu, tá
hann fekk ein skaða, ið viðførdi at hann misti fleiri
av teimum seinastu dystunum. Krúnan á verkinum
fyri sannførandi avrikið farna kappingarár varð
eisini úttøka til venjingarleguna hjá a-landsliðnum
í Spania. Gunnar kom inn seinasta kortið móti
Gibraltar, har hann leikti sum vinstri bakkur.
Gunnar Haraldsen er skrásettur fyri 80 dystir í
Effodeildini og hevur skora 8 mál. Gunnar hevur
umboða 07 Vestur, AB og HB, meðan hann hevur
leikt í fremstu føroysku deildini.
Hesir spældu sín
fyrsta landsdyst
Tá Føroyar vann 4-1 móti
Gibraltar leygarkvøldið,
vóru tað tríggir leikarar, ið
spældu sín fyrsta landsdyst
nakrantíð fyri Føroyar
André Olsen
Nú bar til. Løtu seinni er
Fróði Benjaminsen ágrýtin
og vinnur bóltin á miðvøll
inum. Christian Lamhauge
Holst vendir sær stutt uttan
fyri brotsteigin, og velur eins
og Jóan Símun, at medda til.
Bólturin tekur í beinini
á einum verjuspælara og
endar uppi í málhorninum.
– Bólturin fór í beini á
einum
verjuspælara
hjá
teimum, so eg fái ikki tikið
allan heiðurin fyri málið. Eg
kann taka heiðurin fyri at
skjóta, sigur Christian heldur
skemtiliga úr Gibraltar.
Føroyska liðið náddi eisini
at brenna eitt brotsspark, tá
Fróði
Benjaminsen
sendi
bóltin upp um úr ellivu metr
um. Brotssparkið kom eftir
at Jóan Símun Edmundsson
bleiv sendur í gólvið inni í
brotsteiginum. Bæði Gilli
Sørensen
og
sami
Jóan
Símun kundu fingið brots
spark fyrr í dystinum.
Trý mál í fýra
landsdystum
Í seinna hálvleiki skoraði før
oyska liðið tvey mál afturat.
Fyrst økti Hallur Hansson til
3-1, áðrenn Christian L. Holst
staðfesti sigurin við stútara
til 4-1.
– Tað haldi eg faktist var
eitt betri mál. Tað er sjálvdan
eg skori við høvdinum, stað
festir Christian L. Holst, sum
heldur at hann hevur skotið
og fá mál á landsliðnum.
– Tað var týdningarmikið
fyri meg og Jóan Símun at
fáa mál. Eg havi ikki verið
eins góður at skjóta mál á
landsliðnum í mun til, tá eg
havi spælt fyri felagnum
hjá mær. Jóan Símun hevur
verið gjøgnum eina torføra
tíð, so fyri hann er tað óiva
eisini gott at fáa mál, sigur
Christian L. Holst.
Fyri Hall Hansson var
talan um triðja málið í fýra
landsdystum. Fyrst skoraði
hann minniliga málið í 1-1
javnleikinum móti Kasak
stan,
tá
hann
uttanfyri
brotsteigin sendi bóltin upp í
málhornið. Síðani fekk hann
einki mál móti Eysturríki,
men í venjingardystinum
móti Malta í novembur mán
aði bragdaði aftur, tá Føroyar
taptu 3-2.
Til lukku, men
so heldur ikki
meir enn tað
Føroyska landsliðið kunnu
verða glaðir fyri at hava vask
að 3-0 tapið seinast vekk.
Eisini fingu vit staðfest, at
vit kunnu skjóta nógv mál í
einum dysti, og helst tað var
deilig hjá fleiri av okkara at
sleppa at hava bóltin nógv
í einum landsdysti. Seinast
við vunnu ein landsdyst við
trimum málum var móti San
Marino í 1995 á Svangaskarði.
Hesin sigurin skal ikki
verða mátistokkurin fyri
hvussu væl landsliðið er
fyri. Gibraltar verri enn San
Marino var í 95, og tí skal
sigurin ikki brúkast sum
ein sovipúta fyri restina av
landsliðsárinum, men tað
var nú deiligt at vinna ein
dyst aftur.
trondur@sosialurin.fo
Myndir: fsf.fo