Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hondbóltur ítróttur Kyndil - Team Klaksvík 19-35 (Hava ikki móttikið dómaraseðil) H71-KÍF 25-24 (12-14) 10 min: 5-3 20 min: 9-8 40 min: 15-18 50 min: 20-21 H71: Esbern Patursson 8, Jónas Djurhuus 4, Bogdan Florea 4(3), Rúni Højgaard 3, Birgir Poulsen 2, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsø 1 KÍF: Nicklas Selvig 11(3), Rasmus Junker 3, Jákup Trygvason 2, Rógvi Weyhe 2, Pætur Johannesen 1, Teitur Joensen 1, Rúni Joensen 1 Brotskøst: H71 3/3, KÍF 3/3 Útvísingar: H71 4, KÍF 3 Dómarar: Uni Wardum & Heri Petersen Neistin-StÍF 20-28 (11-10) 10 min: 2-3 20 min: 5-7 40 min: 14-16 50 min: 16-24 Neistin: Jugoslav Djumic 5(1), Blagoje Buha 4, Teitur Magnussen 3, Andreas Joensen 3, John í Innistovu 1, Rói B. Hansen 1, Aleks Buha 1, Hjalti í Jákupsstovu 1, Terji Mørk 1 StÍF: Allan Norðberg 8, Kjartan Johansen 5, Fríði R. Djurhuus 4, Sveinur Justinussen 4, Marius Joensen 3(1), Jóhannus Olsen 2, Jákup Berthelsen 1, Pauli G. Hansen 1 Brotskøst: Neistin 3/1, StÍF 2/1 Útvísingar: Neistin 1 Dómarar: Ragnar Simonsen & Danielsen Rapa Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunni javnt tapt +mál -mál Munur Stig 1 VÍF 19 13 0 6 587 515 72 26 2 KÍF 19 12 1 6 550 479 71 25 3 StÍF 18 10 0 8 485 487 -2 20 4 Kyndil 18 8 3 7 474 466 8 19 5 H71 18 8 2 8 477 464 13 18 6 Neistin 18 6 2 10 469 511 -42 14 7 Team Kl. 18 3 0 15 466 586 -120 6 Eftir bara tveimum vikum er kappingin um finaluplássini mest sum koppað á høvdið, og nú skulu kollfirðingar ansa sær KÍF í vandasjógvi Jákup Mørk Spurningurin størsta partin av hondbóltsárinum hevur verið, hvør skal fylgja KÍF í FM-finaluna. Her hava VÍF, StÍF, Kyndil og H71 verið biðlarnir, men seinastu tvær vikurnar hava vestmenningar veruliga gjørt burturav sær. Teir hava við sigrum á StÍF, H71, Team Klaksvík og KÍF vunnið sær átta av seinastu átta møguligu stig­ unum, og tá flestu sigrarnir hava verið móti teimum, sum kappast verður ímóti í oddinum, hevur hetta við­ ført, at VÍF var púr­asta leyst, nú teir høvdu frí­viku­skifti. KÍF undir trýsti Tað eru kollfirðingar hin­ vegin ikki, og tá teir sunnu­ dagin taptu útidystin móti H71, gjørdist trýstið á KÍF bara enn størri. Tað var tó ikki nakað tap, sum tóktist hótta koll­firð­ ingar størsta partin av dyst­ inum. Fyrstu 50 min­uttirnar tóktust teir nevnliga hava tamarhald á dystinum, men við einum góðum endaspurti fingu hoyvíkingar togað seg framum. Tað úrslitið kendu teir hjá StÍF, áðrenn teir fóru á vøllin til útidystin móti Neistanum. Her var søgan tó tann øvugta, tí fyrsta partin av dystinum var lítið, sum bendi á, at StÍF skuldi styrkja um sína støðu. Eftir steðgin vendi tó fullkomuliga, og við tryggum sigri otaðu strandingar seg tvey stig nærri einum finalu­ plássi. KÍF er framvegis fimm stig frammanfyri StÍF, og tí mugu kollfirðingar enn rokn­ast sum favorittar. Men StÍF hevur ein dyst til­ góðar, og tá kann munurin mink­ast í trý stig. Hartil er ein innanhýsis dystur eftir millum liðini. Hesin verður í Kolla­firði tann 26. mars, og tað kann væl vísa seg, at vit her fáa staðfest, um KÍF aftur í ár verður partur av FM-finaluni. Dýr Kyndils-tap Triði dysturin hetta viku­ skiftið var í Klaksvík, har Kyndil vann tryggan sigur móti Team Klaksvík. Júst Team Klaksvík er eitt av liðunum, sum hava argað Kyndil meira enn gott er, tí eingin ivi er um, at teir grønu fegnir vildu havt tey bæði stigini afturat, sum teir mistu við tapi í Klaksvík í heyst. Hetta saman við veru­leik­ anum, at Kyndil hevur mist fimm av seks møguligum stig­um móti grannunum úr Neist­anum er fremsta orsøk­ in til, at Kyndil ikki meira enn akkurát er við í kapp­ ing­ini um finalupláss. Strandingar vunnu enn einaferð – hesaferð á útivølli móti Neistanum. Og teir tykjast nú veruliga kunna bjóða KÍF av í kapprenningini um finaluplás Myndir: Álvur Haraldsen