Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur flogbóltur Dómsnevndin í Flogbóltssambandinum hevur givið Drátti viðhald í kæruni um, at Helga Guttesen ikki hevði loyvi at spæla við SÍ fyri viku síðani, men hon fær tó tríggjar teir síðstu dystirnar við So at siga einki kann nú forða fyri, at menninir hjá Fleyr fyri fyrstu ferð verða í FM-finaluni, har mótstøðan verður ÍF, sum hevur verið oddalið í allan vetur Fleyr í FM-finaluni KÍF og Dráttur hótta Helga spældi ólógliga Hilmar Jan Hansen Sunnudagin fyri góðari viku síðani spældi Dráttur og SÍ ein javnan og spennandi fimm­settara í høllini á Giljanesi, sum Dráttur end­ aði við at vinna 3-2. Men hóast Dráttur vann, so valdi felag­ið eftir dystin at senda inn kæru um ein spælara hjá SÍ, sum Dráttur ikki helt hava spæliloyvið í lagi. Talan var um Helgu Guttesen, ið ikki hevur spælt nevni­verdan flogbólt síðstu tvey árini, men nú flutti frá ÍF til barndómsfelagið SÍ. Trupulleikin var bara, at ov stutt tíð var gingin, frá tí at Flog­bóltssambandið hevði fingið fráboðan um skiftið, til Helga kom á vøllin í dysti. Dómsnevndin í Flog­bólts­ sambandinum hevur við­ gjørt kæruna frá Drátti, og við støði í brævasambandi millum Ragnar í Haraldstovu vegna Drátt og Jákup Fjallsbak, formann í Flog­ bólts­sambandinum, hevur dóms­nevndin givið Drátti við­hald. Úrskurðurin hjá dóms­ nevndini byggir á grein 9 í kapp­ingarreglunum, har tvinnir møguleikar eru, tá talan er um skifti millum feløg. Grein 9a sigur í stutt­ um, at eitt spælaraskifti ikki kann fara fram síðsta trið­ ingin av kappingini, men av tí at Helga Guttesen einki hevur spælt hetta kapp­ ingar­árið, heldur dóms­ nevndin seg ikki kunna brúka grein 9a. Í staðin stuðlar nevndin seg til grein 9b, sum sigur, at tá ein spælari skiftir felag mitt í kappingarárinum, skal kappingarnevndin hava frá­boðan um flytingina 30 dagar áðrenn viðkomandi spælari spælir sín fyrsta dyst fyri nýggja felagið. Av tí at Flog­bólts­sambandið ikki fekk fráboðan um skiftið hjá Helgu Guttesen fyrr enn miku­dagin 5. februar, vóru 30 dagar ikki farnir, tá hon spældi við SÍ ímóti Drátti sunnu­dagin 23. februar, men bara 18 dagar. Dómsnevndin hevur tí tikið ta støðu, at Helga ikki hevði rætt til at spæla fyri SÍ longu í dystinum ímóti Drátti, og at Dráttur tí fær við­hald í kæruni. Staðfest verður ikki annað, enn at »sagt verður frá hesum«, og tí kann Helga Guttesen eftir øllum at døma spæla fyri SÍ frá næsta dysti at rokna, sum altso verður sunnudagin í hesi vikuni ímóti Ternuni. hilmarjan@sosialurin.fo Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 Mjølnir 18 17 1 53 15 38 31 2 Fleyr 18 15 3 49 21 28 25 3 KÍF 18 11 7 41 26 15 22 4 Dráttur 18 12 6 42 27 15 21 5 TB 17 9 8 37 30 7 17 6 SÍ 17 3 14 14 42 -28 8 7 Ternan 18 2 16 15 52 -37 4 8 ÍF 18 2 16 11 49 -38 4 Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 ÍF 14 12 2 38 12 26 21 2 Fleyr 14 10 4 33 22 11 17 3 SÍ 15 5 10 26 32 -6 9 4 Mjølnir 15 2 13 8 39 -31 5 TB - Fleyr 1-3 (16-25, 25-18, 30-32, 17-25) Dráttur - Ternan 3-0 (25-18, 25-21, 25-12) Mjølnir - Fleyr 3-1 (19-25, 25-16, 25-19, 25-22) KÍF - ÍF 3-0 (25-20, 25-14, 25-22) Mjølnir - SÍ 3-0 (25-23, 25-17, 25-17) ÍF - Fleyr 3-0 (25-20, 25-14, 25-22) Hilmar Jan Hansen Síðani 2010, tá farið var undir at avgera flog­bólts­ kapp­ingina í Eikligunum hjá kvinnum og monnum við FM-finalum, hevur Fleyr enn ongantíð verið annar av finalistunum hjá monnum, men nú verður øðrvísi. Í øllum førum er greitt eftir dystirnar um vikuskiftið, at SÍ á triðja plássi ikki fer at fáa Fleyr á øðrum plássi aftur. Fyrst og fremst skyldast hetta, at sørvingar, sum leingi lógu framman fyri Fleyr, ikki bara eru dragnaðir nógv, men eisini hava mist momentum í sínum avrikum. Leygardagin megnaðu teir ikki at halda tætt ímóti Mjølni, sum annars er við at byggja sær eitt nýtt lið upp og tí ikki óvæntað hevur ligið aftast í allan vetur. Unga manningin hjá Mjølni vann á heimavølli í Klaksvík ein tryggan 3-0 sigur, ið gjørdist tilsvarandi dýrur fyri SÍ. Og hóast Fleyr á Kambs­ dali í gjár tapti tað, sum má sigast at vera forpremieran upp á FM-finaluna, so er iva­samt, um tapið fyri ÍF nervaði teir í Fleyr tað stóra. Nú bara trý umfør eru eftir, fortelur stigatalvan, at Fleyr longu mestsum hevur vunnið sær neyðuga fyri­ munin, ið fer at tryggja pláss í finaluni, sum verður ímóti júst ÍF, ið hevur verið oddalið í allan vetur. So meðan ÍF fyri triðju ferð skal spæla FM-finalu eftir lokna landskapping, verður hetta fyrstu ferð, at monnunum í Fleyr gevst hesin møguleiki. Gamaní, kann SÍ teoretiskt fáa níggju stig í teimum síðstu trimum dystunum, samstundis sum Fleyr tapir sínar tríggjar, men tað er so mikið tunn teori, at ikki kann roknast við henni. hilmarjan@sosialurin.fo Fleyr hevur enn munin í kappingini um at møta Mjølni í FM-finaluni, men KÍF og Dráttur eru nú bara trý og fýra stig aftan­fyri. Í longri tíð hevur Fleyr verið einasti avbjóðarin, tá talan hevur verið um, hvør skuldi í FM-finaluna hjá kvinnunum, sum óivað verður ímóti Mjølni. Men KÍF og Dráttur, sum hava ligið nakað aftanfyri, hava ikki viljað slept tak­ inum, og framvegis eru tey beint í hølunum á Fleyr, sum um vikuskiftið spældi tveir dystir. Tann fyrri var fríggja­ kvøldið, og tað var útsetti dysturin í Trongisvági ímóti TB, sum uppruna­ liga skuldi verið spældur síðst í januar. Her vann Fleyr 3-1, eftir at TB hevði javnað til 1-1 í settum við at vinna annað sett. Tað reið um snarið í triðja setti, sum Fleyr vann 32- 30, og so lá betur fyri at taka dystin. Men tá Fleyr so í gjár vitjaði oddaliðið Mjølnir, gekst ikki líka væl, tí henda dystin vann Mjølnir 3-1. Nú er tað kanska ikki so ofta, at onnur lið vinna á Mjølni, men úrs­ litið mundi koma væl við hjá bæði teimum í KÍF og teimum í Drátti, sum liggja framvið eftir finalu­plássinum, skuldi Fleyr ikki borið boð í bý, nú kappingin er farin at halla og bara trý umfør eru eftir. Bæði Dráttur og KÍF høvdu heimavøll, og leygar­dagin vann Dráttur 3-0 á Ternuni, ið hevur tað strævið í botninum, har kappingin um at sleppa undan aftasta pláss­ið er við ÍF, sum í sín­um dysti í gjár mátti lúta 3-0 fyri KÍF. Tað merkir, at KÍF nú er bara trý stig aftan fyri Fleyr og Dráttur fýra stig aftan fyri havnar­kvinn­ urnar, meðan Ternan og ÍF bæði hava fýra stig, men ÍF er eitt sett verri og tí allaraftast. hilmarjan@sosialurin.fo