Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Janus Rein Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin Í desember 2013 samtykti løg­tingið broytingar í lógini um ársroknskap. Broytingin hevði til endamáls at gera samskiftið lættari millum virkir, borgarar og almennu umsitingina. Í stuttum snýr tað seg um talgilda innlating av ársroknskapum til Skrá­ seting Føroya. Hetta hevur við sær, at landið sparir eina millión krónur um árið í umsiting, tí framyvir verður lættari og smidligari hjá fyritøkum at lata ársroknskapir inn og hjá Skráseting Føroya at móttaka og umsita roknskapir. Pappírsleyst Seinastu tíðina hevur sam­ gong­an arbeitt við at gera lands­stýrið og løgtingið pappírs­leyst. Tað er ein liður í at gera almennu umsitingina bíligari og effektivari. Við at taka burtur manu­ ellar mannagongdir og pap­ pírs­handfaring, kann tíð og tilfeingi hjá fyritøkum og tí almenna sparast, og sam­ skiftið millum partarnar verð­ur smidligari, samstundis sum málsgongdirnar vera betr­aðar bæði hjá fyritøkum og hjá tí almenna. Skráseting Føroya skrá­ setur øll vinnufeløg og vinnu­ rekandi grunn­ar. Í skránni eru skrásett 463 partafeløg, 2241 smá­partafeløg, 9 vinnu­ rekandi grunnar og 16 onnur sløg av vinnuvirkjum. Framyvir Ætlanin er, at tað skal bera til at lata allar roknskapir inn í PDF sniði árini 2014 og 2015, men at feløg frá og við 2016 skulu senda Skrá­ seting Føroya og TAKS rokn­skapirnar í XBRL-sniði. XBRL er ein standardur, ið verður brúktur í altjóða høpi til roknskaparsamskifti. Við atliti at feløgum v.m., ið ikki eru fevnd av ársroknskapar­ lógini, er ætlanin ístaðin fyri XBRL at loyva, at rokn­ skapirnir verða latnir inn í t.d. EXCEL-sniði e.ø. Fyrimunirnir við eini slíkari skipan er, at skrá­set­ ingin av roknskap­um verður minni arbeiðskrevjandi og fer at økja um atkomuligheitina til upplýsingarnar fyri borg­ arar og vinnu. Skipanin kem­ur at hava við sær, at borgarar og virkir eisini fáa atgongd til roknskapirnar umvegis heimasíðuna hjá Skráseting Føroya. Við talgildingini sparir landið eina millión krónur um árið í umsiting. Hetta er eyðsæð eitt got fet á leiðini at rationalisera og gera al­ mennu umsitingina meiri atkomiliga fyri borgaran. Henda broyting er ein win-win loysn fyri brúkarar, borgara og umsiting! Næsta stigið á leiðini er at fáa eina góða talgilda undir­ skrift at virka í Føroyum. Inntil tá fer Skráseting Før­ oya helst at nýta vinnu­ gluggan hjá TAKS sum inn­ latingarstað. Skjótt verður koyrandi til Suðuroyar – tað er okkara greiða mál Jákup Mikkelsen Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin Hetta er ein stórur dagur. Í dag var fyrsta viðgerð av løg­tingslóg um stovnan av partafelag, byggja og reka Eysturoyar- og Sand­ oyartunnilin í løgtinginum. Tað byrjaði við, at nakrir víð­skygdir vinnulívsmenn boð­aðu frá, at teir ætlaðu at byggja ein undirsjóvartunnil millum Eystur- og Streym­ oynna privat. Teir fóru í holt við at finna fígging, men tíverri bar ikki á mál, tí fíggjarkreppan steðgaði verk­ætlanini. Líka síðan Sand­oyartunnilin bleiv nevndur fyrstu ferð, hava løg­tingsumboðini í Sand­ oynni, Gerhard Lognberg, Páll á Reynatúgvu og Brandur Sandoy gjørt tað, teir vóru mentir at fáa undirtøku fyri føstum sambandi til Sandoynna - nú fer teirra stríð at bera frukt, tí tað er eydnast at fáa eitt samt løgting at standa aftanfyri hesar verkætlanir. Breið semja Hetta hevur verið eitt lang­ drigið stríð, sum hevur kost­að bæði samgongu og lands­stýrismenn, tí polit­ iska skipanin kláraði ikki at semj­ast um, hvussu undir­ sjóvartunlarnir skuldu fíggj­ast. Sein­astu árini hava Skála­fjarðartunnilin og Sand­oyar­tunnilin verið frammi, men tað var ikki fyrr enn á sumri 2013, tá táver­ andi landsstýris­maðurin við inn­lendismálum, Kári P. Høj­gaard, ætlaði at undir­ skriva sáttmála við danska felagið CIP, at gongd kom á undirsjóvartunlarnar. Ætl­ anin hjá Kára P. Højgaard var grundað á privata loysn, men handfaringin av málinum var heldur óheppin, so løgmaður sendi landsstýrismannin til hús. Men maður kemur í mans stað. Jørgen Niclasen, formaður í fólkaflokkinum og landsstýrismaður í sam­ ferðslu­málum, fekk ábyrgd­ ina av undir­sjóvartunlunum. Og tað er ikki at taka ov dýr­ an til, tá eg sigi, at Jørgen Nicla­sen eigur heiðurin fyri, at vit standa við endaligum lógaruppskoti. Flokkarnir vóru spjaddir í allar ættir, men við politiskum hegni og handalagi tók tað nakrar mánaðir, áðrenn Jørg­en Nicla­sen savnaði polit­isku skip­anina. Nú hava for­menn­ inir í øllum flokkum boðað frá, at teir taka undir við loysnini, og er tað eitt polit­ iskt bragd, sum fáir kunnu gera honum eftir. Suðuroyarleiðin Men Sandoyartunnilin er fyrsta stigið til Suðuroyar­ leið­ina. Tað er mín áheitan og innasta vón, at politiska skip­ anin heldur fram við góða samstarvinum. Tá tað verður koyrandi millum Streym­ oynna og Sandoynna, skulu vit finna eina loysn uppá Suðuroyarleiðina, so tað í framtíðini verður koyrandi av Viðareiði til Sumba. Tað er okkara ábyrgd at knýta oyggjarnar betur og tættari saman. Okkurt skal barnið eita! Sirið Stenberg Tjóðveldi Nú vísa samgonguumboðini á, at tað ikki ber til at hækka fólkapensjónina, tí at tað verður bíðað eftir, at arbeiðið við at áseta fátækamark fyrst skal verða liðugt. Akk ja, okkurt skal barnið eita ! Tjóðveldi og javnaðar­ flokk­urin hava lagt fram upp­skot um at hækka fólka­ pensjónina hjá teim­um borgarum, sum bert hava fólkapensjón og sam­halds­ fasta at liva av. Hækk­anin var 250 kr um mánaðin fyri gift fólk, og 350 kr um mánaðin fyri støk. Men nei, tann batan ynsk­ir samgongan ikki, at fólka­pensjonistar skulu fáa. Henda samgonga, sum í mun til aðrar samgongur, hevur fingið sær umleið 400 milli­ónir í eyka inntøkum, við tilfeingisgjaldi og við at forskatta pensjónir. Hækk­an­ in av fólkapensjónini hevði kostað landskassanum 17 milliónir, so har átti at verið rúm til fyri at hækka fólka­ pensjónirnar. Annars er tað at siga, at uppskot um at fáa ásett fátækamark varð samtykt áðrenn henda samgongan tók við, so tað hevur verið tíð til at arbeiða við tí. Vit hava spurt eftir fátækamarkinum fleiri ferðir, men enn er so onki komið. Serliga tá ið for­ sorgarveitingarnar skuldu broytast, eftirlýstu vit fá­ tæka­markinum og mæltu til at bíða við broytingum, til vit høvdu fingið fátækamark. Men tá var ikki neyðugt at bíða. Mangt broytist- tað argu­ment, sum ikki varð neyð­ugt tá, er alneyðugt í dag. Støðan hjá fólkapensjón­ ist­unum er sjálvsagt líka so ymisk sum hjá øllum øðrum samfelagsbólkum, men tað er onki at ivast í, at tey, sum í dag bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, mangan hava tað trupult. Bert føstu útreiðslurnar til hita, ljós, mat, heilivág, heilsu­trygd o.s.fr. eru út­ reiðslur, sum eru truplar at gjalda sjálvt har, ið tvey fólk arbeiða. Omaná alt hetta, so verð­ur tað í løtuni skaptur ótrygg­leiki um fra­mtíðar­ pensjónsviðurskifti. Øll skulu nú gjalda til sína egnu eftirløn, og mangt bend­ir á, at sam­gongan ikki ynskir at varð­veita rættin til fólka­ pensjón framyvir, umframt at væntast skal at pensjóns­ aldu­rin skal hækkast. Sam­ stundis liggur eldraøkið í leysum lofti, so ótryggleikin er stórur. Hyggur man at viðferðini, sum tey eldru hava fingið seinastu tíðina, so man hetta vera einastu ferð í søguni, at tey eldru á røktarheimunum hava fingið boð um at liggja longri í songini, at sparast skal uppá mat, at longri skal vera millum, at tey kunnu fara í bað o.s.fr. Tíbetur bleiv hetta steðgað og eykajáttan bleiv latin. Tá ið so toluligur friður valdaði aftur, kom fram í miðlunum, at røktin til tey gomlu skuldi skrásetast í minuttum. Tað skuldi gerast upp í minuttum, hvussu langa tíð tað tók at fara í bað, at eta, fara á wc, latast í o.s.fr. Landsstýriskvinnan hevur nú fráboðað, at minutt skrá­ setingin er steðgað, tíbetur. Men hví skuldi tað nakran­ tíð koma so vítt ? Hvussu kann tann stovnur, sum skal vara av og veita um­ sorg­an, til okkara allar veik­ astu borgarar, borðreiða við einum arbeiðshátti, sum er grundaður á eina menn­ iskja­áskoðan, har menniskja og røkt kann gerast upp í minuttir, eins og var tað eitt verk­smiðjuarbeiði, ið skuldi fremjast. Og ikki umsorgan fyri røktarkrevjandi menn­ iskjum. Slíka óvirðiliga viðferð hevur ongin uppiborðið Rationalisera umsitingina við talgildari innlating av roknskapum