Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26 Brot úr søgu Kvinnufelagsins nú 300 ár eru liðin síðan Mettustova var bygd 1. partur Bergtóra Hanusardóttir Við sínum 300 árum á baki stendur Mettustova framvegis stinn úti á Reyni. Tey fyrstu umleið 245 árini hava fólk búð her, men onkuntíð var eisini handil og annað vinnuligt virksemi í húsunum. Tey seinastu 57 árini hevur Kvinnufelagið átt Mettustovu, og her verður nú greitt eitt sindur frá søgu og virksemi hjá hesum felag, ið fyrst endurreisti og síðani hevur virkað í og út frá hesum hugnaligu húsum. Tey fyrstu árini Kvinnufelagið var stovnað á vári 1952, stutt eftir krígslok, í eini remb­ingartíð har so mong onnur feløg eisini vóru sett á stovn, bæði politisk og mentunarlig, eitt nú Fróðskaparfelagið, Norrønafelagið og Dansifelagið í Havn. Framman­ und­an, um heystið í 1951, var Skála hús­møðrafelag stovnað og síð­ani hini stutt eftir í árunum sum komu: Hús­møðra­felagið í Klaks­vík, Mat­ møðra­felagið suðuri í Vági, Hús­ møðra­felagið í Sørvági og Kongs­ havnar kvinnufelag á Glyvrum – og so nógv ár seinni: Kvinnu­fylkingin, Tofta kvinnufelag, Norð­oya kvinnu­ felag og nú eisini Valkyrjurnar í Suðri. Í bókini Kvinnufelagið, eitt minn­ingarrit eru høvuðstættirnir í søgu felagsins tey fyrstu 25 árini fest á blað. Tað var soleiðis, at summarið í 1951 legði ferða­fólka­ skipið Brand V at í Havn, full­ fermt við norðurlendskum kvinn­ um á veg heimaftur eftir at hava verið í Íslandi á ráðstevnu hjá fe­ lagskapinum Nordiske Kvinders Sam­arbejde, vanliga nevnt NKS, sum var stovnað í 1935. Hesar komu eisini í land í Havn og høvdu ein sera væleydnaðan fund í Klubbanum saman við føroyskum kvinnum. Nakað av prátið um hetta at gera eitt kvinnufelag hevði leingi verið frammi av og á, og 31. mars í 1952 var lýst til stovningarfund, har allar ið høvdu áhuga í slíkum felag vóru vælkomnar. Fundurin var hildin í tí fínu stovuni uppiá í Klubbanum, og har var meiri enn fullsett við fólki. Frammanundan var ein enda­ máls­orðing gjørd um at menna kvinnuna bæði mentunarliga, polit­iskt og samfelagsliga, og har umframt eisini uppskot til lógir og ætlan um blaðútgávu. Fundarfólkið tók væl undir, áhugamálini og upp­skotini vóru nógv, og tær allar­flestu teknaðu seg sum lim beinan­vegin hetta fyrsta kvøldið. Nakrar av teimum sum høvdu tikið stig til fundin komu í nevnd, og soleiðis varð Jóhanna Jensen vald forkvinna, Malla Samuelsen næst­forkvinna, Bergljót av Skarði skrivari, Lisa Rubeksen kassa­meist­ ari, Ninna Arge Jacobsen nevndar­ limur og Sigrid av Skarði tann fyrsti blaðstjórin á Kvinnutíðindum. Virksemi Tað ber ikki til at nevna alt tær fingust við í árunum sum komu, men t.d. innrættaðu tær sjálvar kjall­aran í Drottning Ingridar barna­garði og gjørdu hann til vev­skúla - við 15 vevum, meðan Malla hevði kvøldskúla felagsins í matgerð heima í køkinum hjá sær. Á eini av veggjamyndunum í Mettu­stovu standa nakrar av hes­ um kvinnum so fínar við tasku og hatti saman við gestum uttan fyri gamla kommunuskúlan, tey núverandi býráðshúsini, kanska í sam­bandi við basar, eydnuhjól ella einhvørja høgtíðsløtu, men akkurát hetta arbeiðið at virka og selja lutir gjørdi tær førar fyri at spjaða til og gera mun, har tær hildu samfelagið gera ov lítið. Tær skipaðu eisini fyri lands­inn­ savning av peningi til størri enda­ mál og handaðu soleiðis tíðliga í tíðini hospitalinum 46.000 kr til nýggja røntgenútgerð og Tórs­ havnar havn pening til ymiska bjarg­ingar­útgerð. Tær gjørdu kvinnulista til býráðs­valini longu í 50´unum, har Malla Samuelsen ta fyrru ferðina var vald og sostatt fyrsta kvinna í bý­ráðnum í Havn, og seinni strídd­ ust tær eisini fyri barnagarði í vestur­býnum, serliga ætlaðum til børn hjá sjúkrasystrum, kvinnum sum arbeiddu fisk o.ø., sum høvdu óhøgligar arbeiðstíðir. Sjálvt fundarvirksemi fór fyri tað mesta fram í hølum, sum tær fingu til láns í KFUM, meðan veitsl­ ur og størri fundir vóru hildnir aðra­staðni, oftast á Parnassinum á Hotel Hafnia. Mettustova Í 1956 stóð Mettustova felagnum í boðið, men sum Ebba Kamban Petersen vísir á í Minningarritinum vóru húsini so illa farin og so ótøtt, at har óivað mátti farast bæði í regnklæðir og havast paraply við, tá ið tær fóru oman at vita, hvussu til stóð, og tað tók teimum eisini fleiri ár at fáa húsini liðug. Tann fyrsti fundurin í Mettu­ stovu var ikki hildin fyrr enn 13. mars í 1961, og árið eftir var stór móttøka fyri øllum sum høvdu stuðlað fe­ lagnum hesi árini, teirra millum bæði løgmaður, býráðsformaður og amtmaður. Eitt ódnartak, tað fyrsta av sínum slag og eisini eitt, sum síð­ani bleiv ein fyrimynd fyri varð­ veitingararbeiðnum úti á Reyni. Norðurlendskt samstarv Í 25 ára minningarritinum er sum sagt nógv ymist tilfar og har sæst m.a., at sambandið við NKS helt fram. Í øllum førum vóru Signa Arge og Hilda Kjeld í 1961 við fullum førningi av heimavirkislutum gest­ir í Keypmannahavn, tá ið Dansk Kvindesamfund fylti 90. Í 1963 gleddist Liffa Gregoriussen í Noregi um Merkið, har tað veittr­ aði saman við hinum norður­ lendsku fløggunum á NKS-ráð­ stevnuni tað árið. Nakað seinni vóru eini 20 íslendskar kvinnur og vitjaðu felagið, og 35 ár seinni tóku Inga Ellingsgaard og Berg­ tóra Hanusardóttir lut í 125 ára há­ tíðarhaldinum hjá Dansk Kvinde­ samfund, har Suzanne Brøgger var ein sera áhugaverdur gestarøðari. KSF: Kvinnufelaga­ Samskipan Føroya Í 1965 vóru umboð fyri øll kvinnu­ feløgini í Føroyum á fundi í Mettu­ stovu, og í 1969 eru tey aftur saman í Havn og gera tá av at seta ein yvirskipaðan felagsskap á stovn. Hetta var eitt neyðugt stig, um tær skuldu fáa limaskap í NKS, so­ leiðis sum tær ynsktu sær, og har gjørdi Inger Christiansen, sum eisini var løgfrøðingur, eitt megnar arbeiði. Hesin felagsskapur var stovnaður 21. august 1970 og fekk navnið KvinnufelagaSamskipan Før­oya, stytt til KSF, sum síðani var viðurkendur av teimum norður­ lendsku systrafeløgunum sum javn­stillaður limur. Altjóða samstarv Eftir í minsta lagi 300 árum við dygdargóðum kvinnupolitiskum bókmentum í okkara parti av heim­ inum, tó við skiftandi undirtøku, var hetta eisini tíðarskeiðið, tá ið ST eftir sín fyrsta mansaldur endiliga var komið eftir, at skil fekst hvørki á kríggjum ella fátækradømi uttan so, at heimsins kvinnur fingu út­ búgving, frælsi og veruliga ávirkan í samfeløgunum. Fyri at seta ferð á hesa tilgongd lýsti ST árið 1975 at vera Altjóða Kvinnusøga Mettustova á Bakkahellu á Reyni í Havn, sum hon sær út í dag