mánadagur 3. mars 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26
Kvinnuár og skipaði sama summar
í Mexico City fyri heimsins fyrstu
altjóða kvinnuráðstevnu, har rakst
rarrópini javnstøða, burðardygg
menning og friður við symbolum
eisini vórðu innbygd í teirra víða
kenda búmerki. Tiltøkini lukkaðust
sera væl, og teir stóru politikkarnir
í heiminum tóku eisini undir. Td
er Jomo Kenyatta, tann táverandi
og eisini fyrsti forsetin í Kenya,
kendur fyri hesi eggjandi orðini til
sínar meiri ivingarsomu kollegar:
Jú, menning og undirvísing av
kvinnum er ein góð íløga. Tað tú
lærir kvinnurnar, tað lærir tú eisini
eitt heilt fólk.
Samstarv við aðrar bólkar
1975 var eisini árið, tá ið eg flutti
heimaftur og stutt eftir kom í ein
kvinnubólk, har eg sjálv fimta í
eina tíð fyrireikaði tað kvinnu
politiska forum, sum við navn
inum Kvinnufylkingin var stovnað
á opnum fundi tann 8. mars 1976,
og sum síðani fyri tað mesta hevði
sínar felagsfundir á Býarbóka
savninum.
At fara upp í Kvinnufelagið kom
ikki rættiliga upp á tal, men tað
forðaði ikki fyri samstarvi millum
nevndina í Kvinnufelagnum og
ávísar bólkar í Kvinnufylkingini, tað
valdaðist alt um, hvørji tey einstøku
málini vóru – og tá ið soleiðis var
møttust vit í Mettustovu. Eitt sam
starv sum kom í lag eftir áheitan frá
Evu Thomsen, í Horni, forkvinnu
KSF´s, og meðan Inga Morten
sen, í Dali, var forkvinna í Kvinnu
felagnum.
Sum dømi um ítøkilig úrslit av
hesum samstarvi kunnu tey bæði
læknastríðini vera nevnd. Tí eftir
tógvið stríð saman við sjúkra
systrum, jarðarmøðrum, kvinnu
ligum politikkarum og øðrum
góðum fólki lukkaðist tað í felag
at fáa tann fyrsta kvinnuliga
kommunulæknan settan í Havn,
og ta seinnu ferðina eisini saman
við avvarandi landsstýrismanni
at fáa ein nýggjan yvirlækna við
sergrein í kvinnusjúkum settan á
Landsjúkrahúsinum.
Eitt annað felags tiltak frá somu
tíð, í 1979, var tað fyrsta Kvinnutingið
av trimum, sum vóru hildin við
so semjusøkjandi og hugaligum
úrslitum, at flokkar at enda hildu
tiltakið vera týdningarleyst um
ikki
beinleiðis
skaðiligt.
Teir
fingu tó illa oyðilagt ta vitan og
forstáilsið, sum kvinnurnar høvdu
fingið burturúr, hóast illvildin
gjørdi enda á tí royndini at fáa
fleiri kvinnur í politikk. Hetta
var eisini tað árið, tá tær tríggjar
tingkvinnurnar, Karin, Jona og
Ingrið, fingu løgtingslógina um
javnstøðunevnd samtykta.
Alsamt varð kortini tosað um ta
ólukku støðu vit føroyingar vóru í
við so gott sum ongum kvinnum í
politikki. Og árið eftir, um heystið
1980, savnaðu vit undirskriftir og
gjørdu í felag ein kvinnulista til
býráðsvalið í Havn. Undirtøkan
var góð, hóast Hanna Joensen, í
Joto, sum fekk meginpartin av at
kvøðunum, tíverri ikki rakk heilt
á mál.
Kvinnulistarnir muna
Kvinnufelagið
hevði
longu
í
50´unum gjørt kvinnulistar til
býráðið, har Malla sum sagt var
vald í fyrru syftu, men tíverri, og
eftir rættiligan ágang á listan,
ikki var vald aftur aðruferð.
Eisini vit royndu okkum umaftur
til býráðsvalið í 1984, har vit
fingu næstan tvífalt so nógvar
atkvøður sum í 1980 og tað,
hóast eisini vit ta ferðina vóru
fyri reingjandi útspilling beint
undan valinum. Hesa valnáttina
var Rannvá Hanusardóttir inni í
hitanum so mikið leingi, at eisini
stuðulsbólkurin var klárur, áðrenn
fínteljingin móti morgni vísti, at vit
tá ið samanumkom kortini vóru 7-8
atkvøður ov stuttar til at fáa kvinnu
valda.
Tað
kvinnupolitiska
úrslitið
av hesum arbeiði var kortini gott.
Kvinnulistarnir høvdu sett seg
so mikið í respekt, at teir hetta
stutta tíðarskeiðið høvdu trýst
prosentpartin av atkvøðum til
kvinnulig valevni í Tórshavnar
kommunu frá umleið 10 procentum
til umleið 30 og síðani eisini, at
hesin lutfalsligi vøksturin í Suður
streymoyar valdømi helt sær og síð
ani vaks við somu ferð øll 80-árini.
Kvinnulistin stillaði ikki upp
aftur til býráðsvalið heystið 1988,
men tað gjørdu kvinnur í fleiri
bygdum í 4 av teimum 7 valdøm
unum, teirra millum eisini kvinn
urnar í Vestmanna, sum longu tá
høvdu eina heilt serliga støðu hvat
kvinnulistapolitikkarum viðvíkur.
Tilsamans øktisk talið av kvinnum
í kommunalpolitikki úr 14 (= 5 %) í
1984 til 33 (= 11,5 %) í 1988. Av hesum
33 var triðja hvør vald á kvinnulista,
sí Kvinnutíðindi 1989.
Skeið og agitatión fyri
kvinnum í politikki
Árið eftir skipaði KSF í trimum um
førum fyri skeiðum í kommunal
politikki, fyrisiting og taluteknikki
fyri nývaldum og øðrum politiskt
áhugaðum kvinnum, fyrst á Glyvr
um og síðani í Havn.
Í árunum sum komu vóru sum
oftast munagóð tiltøk gjørd at
styðja tær kvinnur sum stillaðu
upp og tað var, eins og alt annað
arbeiði í felagnum, gjørt uttan mun
til partapolitiskan lit ella tilknýti.
Onkrar hugvekjandi plakatir vóru
gjørdar við okkara argumentum
fyri, hví tað saktans bar til at velja
kvinnur júst tí tær vóru kvinnur,
og tað eina valárið sendi KSF eina
gloymmegei-heilsan í hvørt hús í
Føroyum.
Eftir tann stóra politiska fund
in, sum hildin var í Norðurlanda
húsinum ár 2000 við luttøku og
talutíð fyri allar tær til løgtingið
uppstillaðu
kvinnurnar,
komu
vit í ársins jóla-metbók fyri hetta
eftir teirra tykki í heimshøpi eina
standandi tiltak : )
Kvinnur fyri friði
Kvinnufelagið legði eisini hús til
arbeiðið at fyrireika eina breiða
føroyska luttøku á kvinnuráðstevn
uni í Keypmannahavn í 1980, bæði
ta almennu, har løgtingskvinnan
Jona Henriksen umboðaði KSF
í tí donsku delegatiónini, og ta
alternativu, har allar kvinnur sum
ynsktu tað kundu vera við. Eitt
vakurt og innihaldsríkt blað varð
eisini ta ferðina gjørt og borið í
hvørt hús.
Tá ið tað frættist, at ST aðal
skrivarin Kurt Waldheim skuldi
luttaka á ráðstevnuni í Kph, gjørdi
tann nýstovnaði felagsskapurin
Kvinnur fyri friði í samsvari
við líknandi friðarfelagsskapir í
hinum norðurlondunum saman
við føroyadeildini hjá Amnesty
International og leiðsluni hjá Sjó
manskvinnuringunum ein bólk,
har 5 kvinnur bjóðaðu til eina
landsumfatandi
innsavning
av
undirskriftum við hesum orðum:
Heimurin svøltar, brúkið vápna
milliardirnar til breyð! Hesar kvinn
urnar vóru: Kathrina Jacobsen,
Anette Wang, Mia Trónd, Liffa Arge
Gregoriussen, allar føddar fyri og
um áramótið 1914, og Marjun Berg,
sum eisini var samskipari í inn
savningararbeiðinum.
Í Føroyum vóru tað 4.285 kvinn
ur, 14 ár og eldri, ið skrivaðu undir,
og harvið høvdu 29.9 % av øllum
Føroya kvinnum undir ábyrgd sagt
sína hugsan um hungur og kríggj.
Fyri okkum var tað Elinborg Trónd
Johansen sum, saman við umboðum
úr hinum norðurlondunum, hand
aði ST-aðalskrivaranum tær før
oysku undirskriftirnar, ið upp á
seg eisini vóru nógv fleiri enn tær,
ið hini londini høvdu við sær.
kvinnusøga
Eldri mynd av kvinnum uttan fyri Mettustovu
Gomul mynd av Mettustovu