týsdagur 4. mars 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. mars 2014 · Nr. 27
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Eirikur Lindenskov
– At ikki er lagt upp fyri prís-
og lønarvøkstri hjá kring
varpinum øll hesi ár hevur
havt stórar avleiðingar við
sær. Starvsfólkahópurin er
nærum minkaður niður í
helming og stovnurin hevur
ikki havt møguleika at fremja
neyðugar íløgur.
Soleiðis siga tær báðar
løgtingskvinnurnar,
sum
hava lagt uppskotið fram
um at bøta um korini hjá
Kringvarpinum.
Í
minni
lutaálitinum frá Mentanar
nevndini siga tær víðari:
– Hetta hevur sæst bein
leiðis aftur í vantandi og
óstøðugari framleiðslu av
sjónvarps- og útvarpstilfari
og harvið hevur støðugt
verið máðað burturav ætlan
ini við og innihaldinum í
public service sáttmálanum.
Endamálið við uppskotinum
er eisini at gera enda á óskil
inum, sum í mong ár hevur
valdað, í mun til lýsingar
og sponsorar hjá ávikavist
kringvarpinum og privatu
miðlunum.
Til
tess
at
tryggja redaktionella fræls
ið hjá kringvarpinum er
ætlanin at banna lýsingum
og sponsorum í almenna
public-service miðlinum, sum
frammanundan verður fíggj
aður við kringvarpsgjaldi.
Við at lata lýsingarmarkn
aðin yvir til teir privatu
miðlarnar at kappast á bøta
vit vónandi eisini um teirra
umstøður og grundarlagnum
undir einum fjølbroyttum
og nýskapandi miðlatilboði
frameftir – fólkaræði, máli og
mentan Føroya at frama.
Undir nevndarviðgerini
var greitt, at allir hoyrings
partar ynskja almenna kring
varpinum góðar umstøður at
virka undir.
Eisini var breið undirtøka
fyri at lata privatu miðlarnar
um at kappast um lýsingar.
Bæði
kringvarpið
og
privatu miðlarnir lótu væl
at hugmyndini um, at mvg’ið
fellur til kringvarpið, um so
er, at lýsingar/sponsoring
verða bannað. Onkur um
røddi eisini møguleikan at
fíggja Kringvarpið umvegis
skattin, meðan onkur frá
privatu
miðlunum
róði
framundir, at tað rættasta
var at stuðla privatu miðl
unum beinleiðis við út
beringar/útbreiðslustuðli.
Til dømis við inntøkunum
frá sjónvarpslýsingum, sum
uppskotsstillararnir ynskja at
marka til demokratistuðul.
Undir nevndarviðgerðini
varð framleiðslan í kring
varpinum samanborin við
lokalu sjónvarpsrásina TV2
í Bornholm. Ført varð fram,
at starvsfólkatalið og inn
tøkugrundarlagið eru ájøvn
teimum føroysku, men at
talið av vístum uppruna
framleiddum sjónvarpstím
um var væl hægri á Born
holm.
Eftir hoyringina fingu
nevndarlimir
sendandi
Public-service roknskapin hjá
TV2 Bornholm. Minnilutin
heldur tað vera gott at kanna,
hvussu peningurin verður
brúktur, og hvussu hann
kundi verið betri brúktur.
Men minnilutin metir ikki,
at til ber at samanbera hesar
báðar miðlar – lokalu donsku
støðina, sum einans hevur
sjónvarpsframleiðslu, og før
oyska tjóðarkringvarpið, sum
bæði framleiðir til útvarp,
sjónvarp og internet. Havandi
í huga ymsu fortreytirnar,
og ikki minst, endamálini,
er lítið gagnligt ókritiskt at
samanbera støðirnar báðar.
Public-service krøvini til
kringvarpið eru munandi
meira umfatandi enn krøv
ini til lokalu donsku støð
ina, sum einamest fæst við
lættari, endurgevandi sjón
varpstilfar.
Kringvarpið
skal hinvegin røkja alla tær
skyldur, sum líknandi lands
umfatandi
public-service
støðir eru bundnar av, so
sum DR, NRK og BBC.
Tað veri seg við tíðinda-
og dokumentartilfari, har
farið verður í dýpdina við
dygdargóðum
upprunatil
fari til børn, fjølbroyttum
og umboðandi mentanar
tilfari, ítrótti og risastórar
verkætlanir, so sum nýggj
árskonsertir, ólavsøka og
steypafinalur, har tað lættliga
eru 30 starvsfólk atknýtt yvir
fleiri dagar. Tað er alstórur
munur á hópframleiddum
lokalum smásøgum, har dag
sins høvuðssøga er fyrstu
jarðberini, og so til dømis
hósdagsdokumentarin
hjá
kringvarpinum, har eitt evni
verður lýst og viðgjørt í
dýpdini. Ein slík sending á
ein tíma tekur fleiri vikur at
framleiða hjá einum hópi av
fólkum og tað sæst eitt nú á
rullutekstinum, hvussu nógv
starvsfólk eru uppií fram
leiðsluni.
Slíkar sendingar krevja
drúgvar fyrireikingar, við
gerð, greinan og redigeran
av tilfarinum.
Sostatt hevur føroyska
kringvarpið serligar skyldur
í mun til fjølbroytni, breidd,
dýpd og dygd, meðan lokala
danska støðin kann senda
lætt
og
fólksligt
allan
sólarringin. Dygd kostar. Tí
er alneyðugt, at kringvarpið
hevur ráð at lyfta upp
gávuna.
Samstundis tørvar okkum
ein orðaðan miðlapolitikk, so
vit javnt og savnt eru dag
førd á miðlaøkinum. Kring
varpið er spart inn á bein
seinastu árini. Hópin av
starvsfólki eru send til hús,
rationaliseringar
og
um
skipanir eru framdar. Ein
roknskaparvilla elvdi seint
í 2012 til milliónasparingar
og hópuppsagnir, umframt
at flytingin og sameiningin
uppi í Sortudíki hevur verið
kostnaðarmikil fyri stovnin.
Hóast hetta eru tekin um,
at kringvarpið longu er við at
finna eina nýggja javnvág og
støðugleika og gongd er nú
komin á størri framleiðslu.
Sum skilst verður avlop á
rakstrinum fyri 2013.
Hóast vit mangan finnast
at kringvarpinum, eru vit
í minnilutanum av teirri
fatan, at vit sum land og fólk
eiga at standa saman um eitt
alment kringvarp. Vit eiga
at raðfesta og harvið lyfta
kringvarpið, so tað kann
gerast tann stovnurin, sum
framum aðrar umboðar ta
samanhangsmegi, sum tørv
ur er á í einum nútímans
demokratiskum vælferðar
samfelagi.
Minnilutin harmast tí
almikið um partar av orða
skiftinum undir 1. viðgerð,
sum tók eina løgna vend,
ið eftir okkara fatan als
ikki sømir seg einum fram
komnum
vesturlendskum
fólkaræði.
Brádliga snúði orðaskiftið
seg ikki um, hvussu vit skapa
betri karmar fyri okkara
alra kringvarp, men um vit
yvirhøvur skulu hava eitt
kringvarp í Føroyum;
Í ramasta álvara mæltu
ávísir samgongu tinglimir
til at avtaka føroyska kring
varpið! Minnilutin øtast um
hesar hóttanir móti einum
av fólkaræðisligu grundar
steinunum.
Vilja bøta um korini
hjá Kringvarpinum
Minnilutin í mentanarnevndini, sum eru uppskotsstillararnar,
tekur sum vera man undir við uppskotinum, sum tær siga hevur
til endamáls at bøta um fíggjarligu korini hjá Kringvarpinum, nú
inntøkugrundarlagið hevur verið so at siga óbroytt í nærum 10 ár
Eirikur Lindenskov
– Í londum og mentanum,
sum vit vanliga samanbera
okkum við, er vanligt, at
politiska valdið virðir jour
nalistiska og redaktionella
frælsið uttan uppíblandan
ella hóttanir móti teimum
fólkum og stovnum, sum
gera
sína
professionellu
skyldu. Tað siga Gunvør Balle
og Rigmor Dam í minniluta
álitinum í málinum um at
tryggja Kringvarpi Føroya
fleiri pengar. Tær síga í álit
inum millum annað soleiðis:
– At varpa ljós á, grava
í, greina og leggja fyri al
menningin viðurskifti av
øllum handa slag – og serliga
um politisk viðurskifti, sum
politiska skipanin kanska
ikki ynskir fram í ljósmálan.
Demokratisk
samfeløg
loyva einari frælsari pressu
at vera frælsi eygleiðarin av
øllum valdi í samfelagnum.
Tí verður eisini kravt, at
pressan virkar undir ábyrgd
og ikki misnýtir sítt egna
vald. Hetta er regulerað í lóg
og fjølmiðlaetikki.
Tað verður sagt, at vald
korrumperar. Tí er alneyðugt
við frælsum, óheftum miðl
um, sum hava ráð og møgu
leika at virka soleiðis, at
borgarin kann taka eina
støðu út frá upplýstum
grundarlagi. Fræls eygleiðing
av valdinum er neyðug. Ein,
sum kann seta spurnartekin
við, hvussu valdið verður
útint. Tey sterkastu samfe
løgini
fólkaræðisliga
og
búskaparliga eru tey, har
pressan er sterk og fræls.
Eyðkenni teirra er opinleiki
í miðlum, vinnu og politikki.
Opinleiki er oljan, sum fær
samfelagshjólini at mæla
smidliga og dynamiskt, og
sum tryggjar álitið á skip
anina. Har fría orðið og
frælsa pressan eru skerd,
valdar bara ótti og vantandi
virkishugur.
Pressan sær valdið úr
øðrum sjónarhornum, enn
politiska
valdið
brýggjar
seg um at síggja valdið. Hon
varpar ljós á avleiðingar,
dregur samanum teir vinklar,
sum valdið ikki upplýsir um.
Heldur snøgt sagt eyga við
misrøkt av samfelagnum,
minnir valdsharran á lógina
og moralin. Verður valdið ikki
eygleitt, kann tað slíta seg
leyst og virka til egið gagn.
Slíkur rotinskapur seyrar
niður gjøgnum systemið, úr
erva og út til borgaran, sum
smittandi pest, har álitið á
skipanina og savningarmegin
hvørvur.
Tí er alneyðugt, at vit rað
festa almenna kringvarpið, so
tað, umframt at gerast óheft
av privatum lýsingum, fær
virkað frítt uttan støðugan
ótta fyri at verða niðurpínt
fíggjarliga,
tí
føroyskir
valdsharrar ræðast at verða
eygleiddir, lýstir og viðhvørt
eisini avdúkaðir. À ráðstevnu
um fjølmiðlar í Ùtnorði á
Norðuratlantsbrygg juni
seinasta heyst helt lektari
á deildini fyri fjølmiðla
útbúgvingina á Háskóla Ís
lands eina røðu. Hennara
boðskapur var, at høvdu ís
lendsku fjølmiðlarnir verið
sterkari,
hevði
kreppan
óivað ikki bitið so fast sum
hon gjørdi, tá Ísland fór á
húsagang í 2009. Fjølmiðl
arnir vóru als ikki førir fyri
at greina og skilja tað, sum
bankarnir vóru farnir útí,
tað snúði seg hægst um at
endurgeva
søguna,
sum
bankarnir sjálvir lýstu hana,
sjálvsagt bert í positivum
vendingum. Ongin journalist
ur var førur fyri veruliga at
grava niður í, hvat fór fram,
og greina øll vandamálini
og ivamálini fyri fólki og
politisku skipanini. Íslendska
søgan er feskt klassadømi
um týdningin av sterkum og
kompetentum
fjølmiðlum,
ið kunnu og skulu geva
makthavarum
mótspæl
og avdúka, hvat veruliga
fer fram. Avdúkingar, sum
kunnu fáa fólk og politisku
skipanina at steðga á, hugsa
seg um og kanska forða
fyri, at samfelagið fer útav
eggini.
Skulu virða
frælsar miðlar
Tað verður sagt, at vald kor
rumperar. Tí er alneyðugt við
frælsum, óheftum miðlum,
sum hava ráð og møguleika
at virka soleiðis, at borgarin
kann taka eina støðu út frá
upplýstum grundarlagi, siga
Gunvør Balle og Rigmor Dam