týsdagur 4. mars 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 5. mars 2014 · Nr. 27
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
TEKNISKAN
VERKÆTLANARLEIÐARA
TIL NÝGGJA VIRKIÐ
Á GLYVRUM
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru-
framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á
13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í
Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og hevur felagið sløk 640 fulltíðarstarvsfólk
BAKKAFROST SØKIR
Kundi tú hugsað tær at verið partur av stórari ætlan,
sum skal tryggja, at Bakkafrost og føroysk alivinna
framhaldandi eru í oddinum í alheims alihøpi? Tú
fært verkætlanarleiðslu fyri framleiðslutøkniliga
partinum av byggiætlanini, og gerst partur av eini
fyritøku, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi
– tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin
hevur at bjóða.
Arbeiðsøki
Sum tekniskur leiðari verður tú partur av stýrisbólk-
inum fyri byggiverkætlanini, og tú hevur m.a.
ábyrgd av, at:
· kravfesta framleiðslutøkniliga partin av byggiverk-
ætlanini í tøttum samstarvi við leiðsluna og uttan-
hýsis ráðgevar
· hava eftirlit við og góðskutryggja framleiðslutøkni-
liga partin av verkætlanini
· kravfesta allar veitingar og samskipa samstarvið
við allar veitarar, soleiðis at nøktandi eftirlit er við
øllum greinum av framleiðslutøkniliga partinum av
verkætlanini
· tryggja, at allar tíðarfreistir verða hildnar í mun til
framleiðslutøkniliga partin av verkætlanini
· samskipa valini, sum eru gjørd í mun til framleiðslu-
tøkniligar loysnir viðvíkjandi verkætlanini
· tryggja, at loysnir verða gjørdar á bestan hátt,
soleiðis at framleiðslan verður optimal
Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving sum t.d.
verk frøðingur við serligum førleika innan fram-
leiðslut økni og framleiðslustýring, ella aðra útbúgv-
ing við munadyggum og viðkomandi royndum. Tú
hevur stóra og breiða vitan um tólbúnaðin, stýris-
skip an ir og automatisering av framleiðsluvirkjum, og
royndir við verkætlanarleiðslu.
Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú
hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða
sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein positivan
hugburð til uppgávurnar, ans fyri effektivum rakstri,
og tú dugir at hava nógvar bóltar í luftini. Eisini
leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og
uttanhýsis.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í
eini støðugari menning. Vit kappast á altjóða
marknað um, har áhaldandi menning og innovatión
eru lykilin til at standa seg í kappingini um kundar-
nar og kapitalin. Talan er um starv við stórum
avbjóð ingum og stórum denti á menning, uppfylging
og effektivisering.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú
vælkomin til at seta teg í samband við Guðrun
Olsen, deildarleiðara, á tel 23 51 15, ella við
t-brævi til guol@bakkafrost.com.
Umsókn
Umsókn til starvið og avrit av prógvum skal
sendast við t-brævi til hrm@bakkafrost.com.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 24. mars 2014.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
sansir.fo
Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo
Keyp KøK ella baðirúm í bOrG
Keyp ein hágóðsku DeSiGNa køk ella
baðirúm og spar MVG´ið. Í Borg fært
tú alla neyðuga ráðgeving umframt
møguleika fyri at síggja tín nýggja køk
ella baðirúm í 3D.
Vitja okkara deildir í Runavík ella
Klaksvík og fá íblástur og kunning
um tilboðið.
framúr tilbOð