týsdagur 4. mars 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. mars 2014 · Nr. 27
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– ???
Mynd: Pressumynd
Rannvá G. Fossaberg
Hann byrjaði sum fimm
ára gamal at spæla klaver.
Leygardagin
vann
hann
finaluna í stóru talentkapp
ingini
innan
klassiskan
tónleik, Stella Polaris, sum
fór fram í Norðurlandahús
inum. Hettta er ein kapping,
sum er ætlað klassikum tón
leikarum undir 24 ár.
Sostatt er Mattias Kapnas
mettur at vera tann besti
unglingurin á føroyska tón
leikapallinum hvat klassisk
um tónleiki viðvíkur.
– Sjálvandi eri eg glaður
fyri at hava vunnið kapp
ingina, men fyri meg var
tað líka so stórt, at eg nú
fekk møguleika at vísa fleiri
av teimum, sum eg havi
stóra virðing fyri, hvat tað
er, eg dugi, sigur Mattias
Kapnas, sum dagliga gongur
á Kongaliga Danska Musik
konservatoriinum í Keyp
mannahavn. Í fjør bleiv hann
bachelor og heldur nú fram
á fjórða ári á kandidatinum.
– Hóast eg klári meg væl
í klaverspæli, so er tað ikki
soleiðis, at eg eri komin
sovandi til tað støðið, eg nú
eri á. Tað krevur hart arbeiði,
og onkrir tímar framman fyri
klaverium hava so sanniliga
verið strævnir, sigur Mattias.
Uppvaksin í
tónleikaheimi
Fyrstu ferð Mattias fór til
klaverspæl, var hann fimm
ára gamal, og familjan búði
í Belgia.
–
Babba,
Nicholas
Kapnas,
tókst
nógv
við
tónleik um tað mundið og
spældi á professionellum
støði. Hann vildi fegin, at
vit systkini skuldu spæla
okkurt ljóðføri, og tað bleiv
so til klaver, fortelur Mattias,
sum er fegin um, at valið fall
á klaver fram um okkurt
annað ljóðføri.
– Klaver er eitt gott ljóð
føri at byrja við, tí dugir tú
klaver, er lætt at skifta til
okkurt annað ljóðføri. Tað
gevur onkursvegna eitt rætt
iliga gott harmoniskt for
stáilsi, sigur Mattias.
Hóast hann í dag klárar
seg framúr væl á klaverinum,
so vísir hann á, at klaverspæl
ikki fall honum heilt nattúr
ligt at byrja við.
– Eg vil siga, at eg havi
havt trupulleikar sum flest
onnur, ið hava spælt klaver.
Tað var als ikki super lætt
hjá mær, men við miðvísari
venjing og sjálvandi eisini
áhuganum fyri tónleiki, so
havi eg ment meg til tann
klaverspælaran, eg eri í dag,
sigur Mattias.
Sum
sjey
ára
gamal
flutti familjan til Føroya, og
Mattias fór í Sankta Frans
skúla. Árini í barnaskúlanum
hava havt stóra ávirkan á seg
sum tónleikara, heldur hann.
– Tónleikur fylti nógv í
skúlanum, vit sungu ofta og
brúktu rættiliga fitt av tíð
upp á tónleik, og tað dámdi
mær ótrúliga væl. Har var
tað kul at fáast við tónleik,
sigur Mattias.
Einki trýst heimanifrá
Hóast pápi Mattias, Nicholas
Kapnas, altíð hevur fingist
við klassiskan tónleik og
eisini er undirvísari á Musikk
skúlanum,
hevur
Mattias
ongantíð merkt, at hann
hevur verið trýstur heimani
frá til at fáast við tónleik.
– Eg havi ikki á nakran
hátt følt, at eg havi verið
tvungin til at venja klaver.
Sjálvandi hevur pápi mín
havt stóra ávirkan á meg og
mítt klaverspæl. Hann tekur
tónleik ógvuliga seriøst, men
fyri meg er tað bara ein posi
tivur hugburður at hava, sig
ur Mattias og heldur fram:
– Vit hava altíð havt klav
er heima, so tá eg havi sitið
og vant, hevur hann lurtað
væl og er komin við ráðum
og viðmerkingum. Eisini um
hann hevur sitið í einum
øðrum rúmi. Tí hevur tað
onkuntíð verið sum at hava
ein
klaverlærara
heima
við hús. Kanska hevur tað
onkuntíð
verið
strævið,
men eg havi ongantíð verið
trýstur av hvørki babba ella
mammu at spæla klaver. Eg
havi altíð tímað tað sjálvur,
sigur Mattias.
Hann dylir tó ikki fyri, at
tað hava verið tíðarskeið, har
hann hevur tímað minni væl
at spælt klaver.
– Ta einu tíðina brúkti eg
nógva tíð upp á fótbólt og
eisini skateboard. Kanska
hevur tað eisini verið við
Tónleikurin
hevur alt at siga
– Eg eri púra bitin av klaveri og kann als ikki ímynda mær ein gerandisdag uttan klaverspæl. Tónleikurin
fyllir so mikið nógv í lívinum, at tað er bara ein heilt nattúrligur partur av mær. Soleiðis sigur 22 ára
gamli klaverúrmælingurin, Mattias Kapnas, sum um vikuskiftið vann talentkappingina Stella Polaris
meldurin
Mattias Kapnas saman við kenda klaverspælaranum Boris Berman