Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 5. mars 2014 · Nr. 27 meldurin til, at eg ongantíð havi verið hildin uttanfyri av floks­ feløg­um, hóast eg var mill­um tey fáu, sum brúkti nógva tíð upp á klaverspæl. Onkun­ tíð plagdi eg eisini at taka onkran frá flokkinum við til klaver­venjing, og tá blivu tey eitt sindur ovfarin, tí tey vistu ikki, at tað hóast alt var á einum hampiliga høgum støði, eg var á, sigur Mattias og flennir. – Júst tann reaktiónin frá teimum hevur eisini verið við til at motivera meg og gjørt, at eg ikki havi viljað givist við klaverspælið, tey tíðar­skeiðini, tá eg ikki havi tímað so væl. Venur allan dagin Í 2010 byrjaði Mattias á Konga­liga Danska Musik­ konserva­toriinum í Keyp­ manna­havn, og eftir at hann í fjør bleiv bacelor, er hann nú farin undir fyrsta ári á kandid­atútbúgvingini. Hóast hann bert hevur fimm undirvísingartímar um vikuna, fyllir skúlin ógvuliga nógv. – Tú mást vera rættiliga disciplineraður, tí tú hevur sjálv­ur ábyrgd av allari fyri­ reiking til tímarnar, sum tú hevur saman við undir­ vísarunum, sigur Mattias. Ein vanligur dagur á skúl­ anum byrjar við, at hann venur frá klokkan átta um morgun­in til einaferð á døgurða. Eftir ein lítlan matar­steðg venur hann aftur til umleið klokkan fýra, tá hann plagar at fara heim eina løtu. Ofta fer hann síð­ani aftur á skúlan um kvøldið til enn meira venjing. – Næstan øll tíðin fer til klaverspæl. Afturat fyri­reik­ ing­unum til undir­vísingar­ tímarnar hava vit eisini javnan konsertir bæði á skúl­anum og eisini uttan fyri skúlan, so jú, tú kanst siga, at tón­leikurin fyllir alt. Men mær dámar tað væl, sigur Mattias, sum hevur ætlanir um at liva av tónleikinum. – Eg gangi á konserva­tori­ inum, fyri at eg skal kunna liva av mínum klaverspæli. Eg veit væl, at skalt tú liva av tónleiki í føroyum, so mást tú eisini undirvísa, men tað hevði eg eisini væl tímað, sigur Mattias, sum hevur ætlanir um at koma aftur til Føroya, tá hann er liðugur við útbúgvingina. – Hetta er tað, eg tími. At sjálvur kunna skapa tónleik, framføra fyri ymsum fólkum og harvið loyva teimum ta løtuna inn í eina verð, sum annars er teimum ókend. Tann kenslan er heilt serlig, sigur Mattias. – Eg veit væl, at skalt tú liva av tónleiki í føroyum, so mást tú eisini undirvísa, men tað hevði eg eisini væl tímað, sigur Mattias Kapnas Hóast eg klári meg væl í klaverspæli, so er tað ikki soleiðis, at eg eri komin sovandi til tað støðið, eg nú eri á. Tað krevur hart arbeiði, og onkrir tímar framman fyri klaverium hava so sanniliga verið strævnir fimm ára gamal Longu sum fimm ára gamal byrjaði Mattias Kapnas at spæla klaver. Við miðvísari venjing og góðum klaverlærarum er hann í dag ein av føroya fremstu klaverspælarum á sínum aldri Mynd: Jens L. Thomsen