Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juni 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

DIA MIDJORD Skal Norröna bera seg, mugu 30.000 fólk aftrat ferðast árliga við skipin- um. Seinasta ár ferðaðust á leið 70.000 ferðafólk við skipinum, men hetta talið skal skjótast gjørligt leggja seg nærri 100 tús- und ferðafólkum. Luksus-skip Og tað verður kanska ikki so torført at økja um ferða- fólkatalið, tí nýggja skipið bjóðar ferðandi avbera góðar umstøður. Øll kømr- ini hava WC/bað og sjón- varp. Fleiri av kømrunum hava køliskáp, hárturkara og eitt nú buksupressu. Nýggja Norröna, ið kostar Smyri Line 660 milliónir, skal eftir ætlan latast 31. mars 2002. Skip- ið kann taka 1600 ferða- fólk og einar 1000 bilar. Roynt verður til tá at selja hesa Norrönu. – Vit vilja hava einar 80 milliónir fyri hetta skipið, sigur stjórin á Smyril Line. Nýggja Norröna skal alt árið sigla til Føroya og tal- an verður um somu ferða- ætlan. – Vit hava roynt ymsar aðrar leiðir, eitt nú Aber- deen, men tað tykist tor- ført at fáa bretar at ferðast hendavegin. Tað endar altíð við, at vit koma aftur til ferðaætlanina, sum er í dag, sigur Óli Hammer. Pylsur á sóldekkinum Nýggja Norröna hevur nógv meiri pláss og kann bjóða ferðandi allar hent- leikar. Í blaðnum í morgin fara vit at gjøgnumganga skip- ið nærri, men kunnu longu her avdúka, at tú ikki long- ur noyðist fara av sóldekk- inum fyri at keypa tær eina kalda øl ella eina stokta. Hetta verður til keyps á sjálvum sóldekkinum. Mugu hava nógv fleiri ferðafólk – Vit hava sett nøsina upp eftir eini 30.000 fleiri ferðandi um árið, sig- ur Óli Hammer, stjóri á Smyril Line DIA MIDJORD Óli Hammer skal djúpt nið- ur í lumman, tá hann skal rinda tær 660 milliónirnar, ið nýggja Norröna kostar. Men fyri pengarnar fær hann so eisini eitt spildur- nýtt ferðamannaskip, ið hevur bæði svimjihyl, gos- bað, sauna, solarinum og hvat tað nú skal vera. Endaligi byggisáttmálin, har fíggingin eisini er fingin upp á pláss, varð undir- skrivaður á Hotel Føroyum í gjár. Tað er týski bankin KFV í Frankfurth, ið hevur útvega Óla Hammer og Smyril Line fígging. Fígg- ingin er í evru-gjaldoyran- um, og upphæddin er 88 milliónir evrur. Arbeiðið upp á nýggju Norrönu, ið skal latast Smyril Line 31. mars 2002, byrjaði 1. mars í ár. Skriva søgu Óli Hammer og Smyril Line hava uttan iva skrivað sær egnan kapittul í føroyskum søgubókum. Eitt er, at nýggja Norröna er størsta og dýrasta skip, ið føroyingar nakrantíð hava keypt. Eitt annað er, at hetta er størsta verkætlan, ið nakað privat felag er farið í holt við. Og tað er spurningurin, um ikki Óli Hammer við at seta endaligu undirskrivt sína á byggisáttmálan í gjár, er farin í holt við størstu verkætlanina nakrantíð í Føroya søgu. Sum onkur tók til í gjár. Undirsjóvartunnlar eru peanuts í hesum sambandi. Væl nøgdir Fred Garbe, stjóri á skipa- smiðjuni í Flensburg, lovaði Óla Hammer og teimum hjástaddu, at Smyril Line skuldi fáa eina ferju, sum var avbera væl úr hondum greidd. – Henda løtan er eisini ein Teir skriva søgu Ongantíð áður er privat felag farið í gongd við slíka stóra verkætlan. Tískil var tað søguligt, tá Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, og Fred Garbe, skipa- smiðjustjóri, undirskrivaðu endaligan byggisáttmála stór løta fyri okkum. Vit hava í níggju mánaðir ar- beitt saman við Óla Hamm- er, fyri at koma fram til hesa okkara endaligu loysn, segði Fred Garbe. Flensburger Schiffbau- Gesellschaft hevur ikki bygt eina slíka ferju áður, men hevur royndir við nærum øllum øðrum skipum. Nýggja Norröna er ný- bygningur nr. 710 á hesi týsku skipasmiðju, ið eisini hevur bygt gomlu Norrönu. ∆ Fred Garbe, skipasmiðjustjóri og Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, hava undirskrivað sáttmálan til nýggja flaggskip føroyinga (Mynd: Jens K. Vang) Nýggja flaggskip føroyinga á veg gjøgnum Kalsoyar- fjør (tilgjørd mynd) 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 121 - 28. juni 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Nýggja Norröna DAGURIN í gjár fer at standa sum ein av varðunum í føroyskari ferðavinnusøgu. Tá undirskrivaðu umboð fyri Smyril Line og týska skipasmiðju avtalu um bygging av nýggjari Norrönu. Hóast talan er um eina stóra upphædd fyri eitt slíkt skip, so er kortini greitt, at hetta uttan iva er ein røtt avgerð. Føroyar liggja soleiðis fyri geo- grafiskt, at tað altíð vil vera tørvur á góðum sjóvegis sambandi við umheimin. AT vit so eisini liggja so heppið fyri at vera á hálvari leið millum Ísland og meg- inlandið er nakað, sum eigur at koma okkum til góðar, og verður hesin strateg- iski fyrimunurin eisini fult troyttur, nú Smyril Line hevur gjørt av at byggja eitt spildurnýtt skip til at sigla í Norðuratlants- havi. SOLEINGI tú er einsamallur at røkja slíka farleið, hevur tú eisini skyldur mót- vegis teimum ferðandi og brúkaranum sum heild. Síðani DFDS gavst at sigla hevur Smyril Line verið einsamalt í hesi sigling, og nú fyritøkan fer undir eina so stóra nýggja íløgu tryggjar hon sær eftir øllum at døma eisini at vera einsamøll á hesi rutu í framtíðini. Nú kann ein siga, at tað hevði verið betri við kapping, men til tað er at siga, at skuldu tvey skip røkt siglingina, hevði neyvan nakað av teim- um borið seg. Hinvegin vil Smyril Line framhaldandi fáa kapping frá loftferðsluni. TAÐ er eisini gott og hugaligt at vita, at vit nú fáa eitt skip, sum fer at lúka øll krøv til trygdina á havinum. Hóast Norr- öna lýkur hesi krøv í dag, so fer tann dagur at koma, tá skipið ikki ger tað longur. Vit mugu so eisini hugsa um, at Norröna er heldur ikki gjørd til okkara farvatn. Nýggja skipið verður skræddar- aseymað til siglingina, onkur skal hava tikið til, at hon er eitt sætt Hammer- design. Stjórin í fyritøkuni ÓLi Hammer kennur hesa sigling betri enn nakar, tí hann hevur bæði verið á brúnni á sjónum og á landi. Tí mugu vit seta okkara álit á, at hann saman við øðrum góðum fólkum hevur megnað at fáa tað rætta skipið til siglingina. NÚ tað verður tosað um at fáa búskap- inum fleiri bein at standa á, hevur eisini verið víst til ferðavinnuna sum eitt teirra. Og við nýggja skipinum ger Smyril Line sítt til at liva upp til henda setning. TAÐ skal vera okkara vón, at hetta tiltakið fer at eydnast væl og ynskja vit Smyril Line og annars øllum føroyingum góða eydnu við nýggju Norrönu. Viðmerking: Lygnir og óndskap sum livibreyð Við hesum verður sipað til blaðstjóran á Oyggjatíðindum, sum livir av at gera øðrum ilt og knúsa familjur sundur, alt í navni etiska journalistiksins Rætt er tað, at føroyski blaðheimurin hevur stóran tørv á einum uppruddandi blað, sum ger eitt djúptbor- andi journalistiskt arbeiði fyri at fáa sannleikan fram. Men ikki er tað slíkt, Dan Klein í áravís hevur gjørt á Oyggjatíðindum. Hann hev- ur á ótrúliga óndskapsfullan hátt sorlað familjur sundur og gjørt mongum ilt. Hann skrivar til ein ófatuliga óvit- andi lesaraskara, sum finnur fragd í at válka sær í hesi óndsinnaðu og lygusomu skriving. Í mong Harrans ár hevur hesin Dan Klein púra sjúk- liga lagt eftir Blákrossheim- inum og Bláa Krossi Før- oya. Hví, veit eg ikki. Para- noia? Kanska. Í øllum før- um reindyrkaður óndskapur móti einum stovni og einum landsfelagsskapi sum virk aá kristiligum støði. Her verður serliga sipað til grova lyguálopið, sum fylti stóran part av Oyggja- tíðindum 14. juni í ár. Eitt álop á so skitnum støði, at blaðstjórin átti at verið koyrdur í Føroya Blað- mannafelag. Møguliga er tað skeivt av mær at skriva hesar reglur, tí at royna at broyta eina stinkandi kloakk, sum Oyggjatíðindi, er til ónýtis. Kortini fái eg meg ikki at tiga. Sjálvur havi eg starvast á Blákrossheiminum síðani 1988, so eg kenni alt til mannagongdina har. Har er avgjørt einki, sum ikki tolir dagsins ljós. Hvat roknskapi okkara viðvíkur, so hevur rokn- skapurin ongantíð fingið nakra viðmerking, hvørki frá grannskoðarafelagnum ella frá Føroya Landsstýri. Og seinasti roknskapur varð umtalaður sum ruddiligasti roknskapur, grannskoðara- felagið hevði sæð. Slíka umtalu fær ikki ein og hvør stovnur. Tí er tað meira enn syrgil- igt, at Dan Klein hevur funnið sær eina sonevnda »keldu«. Syrgiligt, tí at við- komandi »kelda« er ein sjúkur persónur. Eg havi sæð ákærur hansara til landsstýrið. Tær eru púra burtur úr vón og viti. Men tað álvarsligasta er tað, at tað er púra greitt, at so- nevndu »upplýsingarnar« hevur hann frá starvsfólki/ fólkum, sum hava brotið tagnarskyldina og ført penn- in hjá hesum sjúka persóni. Brot á tagnarskylduna er sera álvarsligt mál, sum eigur at fáa fylgjur. Tó, einum hevur »keld- an« rætt í. Summi búfólk ella fólk í eftirviðgerð hava helst fingið betri sømdir enn onnur og »Keldan« hjá Dan Klein er helst tann, sum hevur fingið allarbestu sømdir. »Ger Skálkinum gott, hann lønar tær aftur við háð og spott«. Fyri at eingin misskiljing skal koma í, vil eg leggja dent á, at hesar reglur eru skrivaðar av mær sjálvum, og eg taki alla ábyrgdina. Blákrossheimið hevur einki sum helst við hetta at gera. Eg eri so vanur við at fáa lortabyttur í bløðunum, eg taki tað sum ein heiður, um Dan kemur við eini byttu meira ella minni eftir mær. Eg eri púra immunur. Men rokna ikki við, at eg tími at svara. Og læt so Blákross- heimið og Bláa Korss Før- oya fáa frið til at arbeiða við fólki, sum treingja til hjálp. Skuldi blaðstjórin á Oyggjatíðindum trongt til hjálp onkuntíð, skal hann vera vælkomin á Blákross- heimið. Tórshavn 21.06.2000 Arnbjørn R. Thomsen Leygardagin hin 10. juni skrivar Tórbjørn Jacobsen um eitt politiskt og búskap- arligt kaos, sum verður, um Tjóðveldisflokkurin missir sítt núverandi vald. Tórbjørn Jacobsen, sum annars dugir væl at tosa og skriva, ger hesaferð, av pol- itiskum áðum, eina skeiva niðurstøðu. Hann ger fleiri mistøk, sum eg her skal rætta: Vilja hava broytingar Fyri tað fyrsta, so vil Sam- bandsflokkurin so avgjørt hava broytingar. Okkara flokkur vil við Nýskipanar- uppskotinum júst hava fleiri grundleggjandi broytingar í núverandi skipan millum Føroyar og Danmark. Harnæst er eingin grund- leggjandi munur millum Sambandsflokkin og Javn- aðarflokkin tá talan er um tann ríkisrættarliga spurn- ingin, hóast flokkarnir, sum vera man, eru tveir ymiskir flokkar, (um enn ikki líka ymiskir sum Tjóðveldis- flokkurin og Fólkaflokkurin eru). Hetta veit Tórbjørn um hann hevur fylgt við tí pol- itiska kjakinum tvey tey seinastu árini. Men eg kann kortini hjálpa Tórbirni við at nevna nøkur øki, har semja valdar flokkana millum á tí ríkis- rættarliga økinum: 1. Báðir flokkarnir ynskja eina nýggja skipan. 2. Flokkarnir ynskja eina loysn innanfyri ríkisfelags- skapin. 3. Flokkarnir ynskja eina skipan, sum greitt gevur Føroya Løgtingi evsta vald í yvirtiknum málum. 4. Flokkarnir eru samdir um, at ongar forðingar skulu vera fyri, hvørji mál kunnu verða yvirtikin. 5. Flokkarnir eru púra samdir um, at tíðin er búgv- in til broytingar. 6. Somuleiðis eru flokk- arnir púra samdir um, at nýggja skipanin í ríkisfel- agsskapinum við Danmark og Grønland skal geva okk- um møguleikar fyri reell- um- og ikki bert formellum sjálvstýri í Føroyum. Eitt sjálvstýri, sum verður ment og útbygt í mun til okkara egnu umsitingarligu og fíggjarligu førleikar. 7. Flokkarnir eru samdir um, at teir hava eitt gott og greitt alternativ til loysing og fullveldi. 8. Flokkarnir viðurkenna, at ríkisstuðulin enn er ein týðandi partur av grundar- lagnum undir okkara væl- ferðarskipan, men at arbeið- ast skal framhaldandi ímóti búskaparligum sjálvbjargni, har vælferðin verður varð- veitt og ment. Mugu hava breitt samstarv Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa valla einsamallir alt valdið, eftir at Tjóðveldisflokkurin hev- ur rent seg fastan. Tað er tískil burturvið hjá Tórbirni bert at tosa um tveir flokkar, og serstakliga tá talan er um at gera sera tíðandi broyt- ingar í verandi ríkisfelags- skapi. Vit eru ikki, eins og Tjóð- veldisflokkurin, nøgd við ein tepran meiriluta uppá 50,01%. Vit vilja heldur hava eina skipan, sum flest allir føroyingar kunnu taka undir við. Fullveldi er kaos Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin vilja ikki keypa eitt fullveldi, sum setir okkara ognir í veð. Slíkt ábyrgdarloysi vil føra til politiskt og búskaparligt kaos í Føroyum. Breitt valdsbýti Tórbjørn Jacobsen skrivar at Jóannes Eidesgaard og Ed- mund Joensen umboða á- byrgdarloysi, og at hesir menn kunnu ikki samstarva, og tí er vandamikið at geva teimum valdið. Ein sera løgin niðurstøða hjá Tórbirni, sum júst er far- in úr eini samgongu, sum hevur sett met í innanhýsis klandri og met í vantandi støðutakan, alt Tað einasta sum verandi samgonga er samd um, er at skipa Føroyar sum full- veldi, langt áðrenn tíðin er búgvin til tess. Tórbjørn Jacobsen veit, at vit ikki gera eins og í Tjóð- veldisflokkinum, og tískil verður alt valdið ikki givið bert til tveir góðar tinglimir, men til í minsta lagi 21 góð løgtingsumboð, sum skulu endurnýggja viðurskiftini millum Føroyar og Dan- mark. Føroyingar fáa størri vald Nei Tórbjørn. Vit skulu ikki hava eina skipan, sum ger at Føroyar skulu vera undir donskum valdi. Vit skulu ístaðin hava eina skipan, sum skal styrkja okkara sjálvbjargni og geva okkum meira sjálvstýri, og tað eru Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin samdir um. Tórbjørn hevur sostatt ikki fyri neyðini at vera so stúrin. Fáa Edmund og Jó- annes valdið, ja so fær Tór- bjørn eisini størri vald, um hann aftur tá verður løg- tingslimur. Tjóðveldisflokkurin - forðan fyri broytingum Nú allar royndir um loysing eru miseydnaðar, átti Tór bjørn at mælt sínum flokki til at flutt seg, soleiðis at løgmaður kundi umskipa verandi samgongu, og har- við tikið burtur allar trupul- leikar um blokk, skiftistíð, rættindi og møguleikar. Fekk løgmaður tann møg- uleikan, ja so fingu vit eisini eina skipan, sum fólkið vil hava. Ein slík skipan vil ikki forða fyri, at føroyingar ein- aferð í framtíðini taka full- veldi um umstøður tá eru til tess. 20. juni 2000 Trygvi F. Guttesen Valdið hjá Tórbirni Jacobsen