Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juni 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 121 - 28. juni 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 121 - 28. juni 2000 Sundalagsstevnan í Kollafirði Sundalagsstevnan í Kollafirði byrjar hóskvøldið við stevnu- bingo, men umframt er stevnuskráin fjølbroytt og spennandi Koma og fara Nýggir fólkaskúlalærarar fingu prógvini handaði í farnu viku. Tað var ein av veteranunum á Læraraskúlanum, ið handaði prógvini og samstundis takkaði hann fyri seg. Hetta var nevni- liga eisini dagurin, tá Hans Holm og eisini Ása Hátún løgdu frá sær sum lærarar á Læraraskúlanum, eftir drúgva tænastu DAGFINN OLSEN Á Føroya Læraraskúla fingu nýggju fólkaskúlalær- ararnir prógvini handaði í farnu viku. Og samstundis, sum teir skulu út at royna sínar veingir í nýggja yrki- num, løgdu tveir av gomlu veteranunum á Føroya Lær- araskúla frá sær, eftir drúgva tænastu. Hans Holm og Ása Hátún søgdu henda dag takk fyri seg. Hans Holm handaði nýggju lærarunum prógvini. Hann hevur í mong ár starv- ast sum lærarai á Lærara- skúlanum og hevur undir- víst í landalæru, ella geo- grafi, og lívfrøði. Ása Hátún hevur eisini í mong ár starv- ast á skúlanum og hevur undirvíst í enskum og hand- arbeiði. Ungur nemur, gamal fremur. Nú nýggju lærarar- nir fara undir nýggju yrkis- leið sína, kunnu fráfarandi lærararnir njóta nýggju til- veru sína. Hans Holm kenna lesarar og ikki minst útvarpslurtarar frá sera gev- andi og upplýsandi sending- um, har kunnað hevur verið um viðurskifti í øðrum londum og hjá øðrum fólka- sløgum. Fólkaskúlin og nýggja fólkaskúlalógin hava verið nógv umrødd í ár og óivað standa nýggju lærararnir fyri spennandi og áhuga- verdum avbjóðingum, nú teir við skúlaársbyrjan skulu taka við sum lærarar innan skúlagátt. Hans Holm og Ása Hátún leggja nú frá sær, eftir drúgva starvstíð á Føroya Læraraskúla. Hans Holm handaði nýggju fólkaskúlalærarunum prógv Mynd: Jens Kr. Vang DAGFINN OLSEN Kollafjørður er karmur um sundalagsstevnuna. Mangt forvitnisligt er á skránni. MBM framsýning verður á Royndarstøðini av am- boðum og maskinum. Har er eisini framsýning av djór- um og eisini verður pony- ríðing. Har fara seyðahund- ar eisini at vísa kynstur. Tað sama fara løgregluhundar. Tivoli er og eisini er stevnu- teiti á skránni. Fríggja- kvøldið leikar Taxi til dans- in. Leygardagin er ymiskt á skránni. Stevnan verður sett av Jákup Suna Joensen og tá er eisini kappróður. Heð- in Hansen handar steypini. Ymsar framsýningar eru eisini at fara til. Í húsunum hjá Peri fara fólk at sita og tøta. Kappsigling við seglum er á skránni og eisini barna- konsert og midnáttarsam- koma. Leygarkvøldið spælir Bjørn Djurhuus Band í bygdarhúsinum og All That Rain í tjaldinum. Sunnudagin er m.a. hond- bóltur og flogbóltur og høvi verður at sigla og rógva við Dvørgamoy. Tjaldrið og tyrla luttaka í bjargingarroynd og eisini koma ellisakfør á vitjan. Gunnar Hansen fer at vísa styrki og høvi verður hjá áhugaðum at royna seg ímóti honum. Í Kollafirði verður eisini ein klatriveggur, har ymisk kend úr Kollafirði fara at royna seg, eins og stevnu- gestir kunnu royna seg. Bygdaráðið og Tórshavnar Býráð fara at leika fótbólts- dyst og stevnan verður rundað av við dansi, har Sølvá, Ronnie og Co. leika. Sundalagsstevnan verður í Kollafirði um vikuskiftið eftir á bíðilistanum tá. Harumframt skjýtur hon upp at gera útibarnagarðar til 44 børn, so at bíðilistin um eitt ár er komin niður á 90 børn um eitt ár, um barnatalið er tað sama sum í ár. Hon leggur júst dent á, at útibarnagarðar krevja verri enn so so stórar íløgur sum stovnar. Tað ber eisini til at gera útistovur, tað eru stov- ur á stovnum, har børnini eru úti. Men Elin Lindenskov leggur dent á, at hon hevur onga framrokning av barna- talinum, so at tølini kunnu broytast báðar vegir. Og hon mælir til, at framrokningar verða gjørdar hvørt ár. – Eg haldi framvegis at endamálið skal verða, at vit skulu nøkta tørvin 100%. Og hon heldur eisini, at býráðið skal altíð útvega so nógv pláss, sum framrokn- ingarnar vísa. Tó vísir hon á, at tað lættir eisini um trýstið á komm- unalu barnaansingina, at fyritøkur í býnum, eitt nú Føroya Tele, arbeiða við at útvega síni egnu stovnspláss til starvsfólkið. Betri umstøður Elin Lindenskov heldur eis- ini, at Frítíðaskúlin hevur stórar hølistrupuleikar og at býráðið eigur at raðfesta hann hægri og byggja hølir til endamálið, áðrenn fleiri børn verða tikin inn á skúl- an Somuleiðis mælir hon til lagt eitt uppskot fyri sosialu nevnd hjá býráðnum, men tað verður ikki viðgjørt fyrrenn aftaná summarferi- una. Hon sigur, at heilt leyðs- liga mett, fer tað at kosta gott 40 milliónir tilsamans at byggja stovnar til øll tey børnini, sum tørvurin nú er at útvega ansing til. – Hetta eru ikki meiri enn 10 milliónir um árið, og tað eigur Kommunan at kunna klára. Hon er samanumtikið ikki samd í, at talan er um eina útreiðslu. Tí eitt stovnspláss kostar komm- ununi um 33.000 krónur um árið. Men eitt fólk, sum for- vinnur 180.000 um árið, rindar um 35.000 í komm- unuskatti. Elin Lindenskov heldur, at viðhvørt hevur hon var- hugan av, at at býráðslimir eru bangnir fyri at koma at sita eftir við einum yvir- kapasiteti, um tað verður lagt ov harðliga út. Men tað heldur hon ikki verður nakar trupulleiki, tí m.a. er tað lætt at niður- leggja ein útibarnagarð, t.d. Forkvinnan í sosialu nevnd vísir á, at tá ið út- byggingarnar, sum eru í- gongd, verða lidnar kom- andi ár, er bíðilistin komin niður á 185 børn, um barna- talið verður tað sama sum nú. – Fáa vit so Dagrøktar- skipanina at virka til fulnar, sleppa 50 børn inn har aft- urat. Sostatt eru 135 børn ÁKI BERTHOLDSEN Um fýra ár kann ein tann størsti, sosiali trupulleikin í Havnini verða loystur. Tað heldur Elin Linden- skov, forkvinna í Sosialu nevnd í Tórshavnar Býráð. Trupulleikin, sum hon hugsar um, er barnaansing í Kommununi. Elin Lindenskov sigur, at í løtuni standa eini 465 børn á bíðilista eftir at sleppa inn í kommunalu ansingingar- skipanina í Havn. – Tvs, at hóast komm- unan hevur útvegað 96 pláss um árið í miðal hesi seinastu fýra árini er bíðili- stin bara blivin longri og longri, tí í 1996 vóru „bara“ 289 børn á bíðilista. Í 1996 metti kommunan annars, at tað fór at nøkta tørvin, um 30 pláss blivu útvegað um árið fram til 2006. Men síðani er hesin trup- ulleikin eksploderaður so at bíðilistin verður bara longri og longri, tóast kommunan hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum hon upprunaliga metti var nóg mikið. Burtur uppá fýra ár Men Elin Lindenskov held- ur, at tað ber til at vera sloppin av við allan bíðili- stan um fýra ár. – Tað veldst bara um, ant- in vilji er til staðar í bý- ráðnum til at gera tað, held- ur hon. Hon sigur, at hon hevur at dagrøktarskipanin verður broytt, soleiðis at børnini hjá dagrøktararnum koma uppí skipanina á jøvnum føti við onnur børn. – Hetta merkir, at ein dag- røktarari fær løn og skal gjalda fyri at ansa síni egnu børnum. Sum er, kemur tað fyri, at dagrøktarar hava síni egnu børn hjá øðrum dag- røktara ella á stovni. – Um vit loyva egnum børnum uppí skipanina, vil hetta vónandi gera, at vit fáa fleiri dagrøktarar og harvið fleiri pláss, heldur forkvinn- an í sosialu nevnd. Kollafjørður uppi Hon vísir á, at 1. januar kemur Kollafjørður uppí kommununa. Har er dagrøktarskipan, sum fevnir um bæði barna- garðsbørn og skúlabørn – Vit kunna vænta, at Kollafjørður kemur við ynski um dagstovn og Frí- tíðarskúl einaferð í fram- tíðini, tí eiga vit at hava tað við í einari framtíðarætlan. Elin Lindenskov mælir eisini til, at tann fyrsti stovnurin, sum verður bygdur afturat, verður á Argjum, har er tørvurin størstur beint nú. – Verður Berjabrekku verkætlanin framd, eiga vit eisini at byggja ein stovn har. – Og yvirhøvur eiga vit at raðfesta ein stovn í øllum nýggjum útstykkingum, heldur Elin Lindenskov. Barnaansingin í Havnini: Bíðilistin vekk um fýra ár Tørvurin á barnaansingarplássum í Havnini kann verða nøktaður um fýra ár, heldur Elin Lindenskov, forkvinna í Sosialu nevnd. Hon hevur lagt eitt tilmæli fyri Sosialu nevnd, sum skal viðgerast meiri eftir summarferiuna Gongdin Niðanfyri er eitt yvirlit yvir gongdina í barna- ansingini seinastu tíðina og tær útbyggingar, sum eru settar í verk. Tølini vísa, at tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, eru lidnar næsta summar, eru 328 fleiri dagrøktarplás í Tórshavnar Komm- unu, enn tað vóru í 1996. Í september í 1996 vóru 1.143 børn í skip- anini.Talan var um 589 fulltíðarpláss (542 fulltíðar, 20 3/4-tíðar og 64 1/2-tíðar barna- garðspláss). Harafturat vóru 254 vøggu- stovupláss og 300 dagrøktarpláss. Umframt tað vóru 289 børn á bíðilistanum, íroknað tey undir 1/2 ár. 286 børn í komm- ununi vóru ikki uppskrivað til stovnspláss. Eftir summarfrítíðina í ár verða 1.271 børn í skipanini. Harafturat hevur Tórshavnar Kommuna kunnað keypt sær seks pláss í barnagarðinum á Velbastað. Sostatt eru 134 pláss útvegað síðani 1996. Nýggj pláss síðani 1996 eru: 20 børn Spíran (útibarnagarðurin) 42 børn Inni á Gøtu 20 børn Býlingahúsið undir Fjalli 20 børn Býlingahúsið á Flat 16 børn afturat á Lítlaskógi 10 børn afturat í barnagarðurin á Argjum Tilsamans er hetta 128 børn. Tá ið tey seks plássini á Velbastað verða løgd afturat, kemur talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini. Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frí- tíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini. Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini. Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini. Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggj- ast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat í part. Tey seinastu av hesum plássunum verða liðug komandi summar. Men harumframt fara 180 børn úr skipanini eftir summarferiuna, tí tey fara úr skúla. So- statt fara 280 børn at sleppa í skipanina tað næsta árið. Í løtuni standa 465 børn á bíðilistanum. Tá ið tey 280 børnini eru sloppin inn, verða sostatt 185 børn á bíðilistanum, um barna- talið verður tað sama sum nú. Í 1996 gjørdi Býráðið sær ein málsetning sum segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006. Men veruligi tølini vísa, at hóast býráðið hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaks- in úr 289 børnum, upp 465 børn. Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin kom- in niður í 185 børn, um barnatalið verður tað sama, sum nú. Ein ørsøkin til gongdina er tað stóra talið av tilflytarum. Ein onnur orsøk er, at dag- røktin er sett til 300 børn, men í løtuni klárar skipanin bert 250 børn, tí tað eru ov fáir dagrøktarar. Somuleiðis eru fleiri fólk komin aftur í arbeiðið og hava tí brúk fyri barna- ansing. – Er vilji til staðar, kann tann stóri bíðilistin eftir at fáa dagrøktarpláss í Havn verða burtur um fýra ár, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í sosialu nevnd