mikudagur 28. juni 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 121 - 28. juni 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 121 - 28. juni 2000
Sosialurin - 311820
PLACK ATTACK
RAVMAGNS TANNBUST
PLACK ATTACK
RAVMAGNS TANNBUST
399,-
399,-
399,-
Vøruhúsið
á Hjalla
Tel. 342500
Tilboðini eru galdandi til og við leygardagin 1/7-2000
FRÁ
SPAR 99,-
24 cm FUTURA
BREYÐKNÍVUR
24 cm FUTURA
BREYÐKNÍVUR 99
99
95
95
99
95
SPAR 79,-
Rein og skær dygd við ergo-
nomiskum haldi, ið liggur væl
og trygt í hondini. Tolir maskin-
uppvask. Fyrr 179,- TILBOÐ
INNI/ÚTI
HITAMÁTARI
INNI/ÚTI
HITAMÁTARI
99
99
95
95
99
95
SPAR 50,-
í snøggum sniði til borð
ella vegg. Mátar hitan
bæði inni og úti.
Fyrr 149,95
99
99
95
95
99
95
VINN EIN
MIKROBYLGJUOVN
- sí tilboðsblaðið
SPAR 300,-
TILBOÐ
TILBOÐ
2,0 l. FEITTKÓKARI
2,0 l. FEITTKÓKARI
Yrkisfeittkókari í fittligum sniði.
Lokið kann læsast og takast av, varma-
likamið og oljukarið kunnu takast úr so
reingeringin verður lættari. Fyrr 699,-
TILBOÐ
TILBOÐ
TEBRYGGJARI
TEBRYGGJARI
99
99
95
95
99
95
TILBOÐ
1,0 l. sjálvvirkandi, ið bryggjar te
við 94-100 gradir heitum vatni og
fær tað besta burturúr tebløðunum.
Heldur te'ið heitt. Fyrr 199,-
- tann persónliga
og heildar tannrøktar-
skipanin til alla familjuna. Darrandi bust, ið melur 4000 ferðir í klingur um
minuttin. 4 ymiskir litir. BÍLIGT
Vitja okkum á http://www.litaval.fo
Limatalið hjá Starvsmann-
afelagnum vaks í stórum
EIRIKUR LINDENSKOV
110 og teimum 114 limu-
num, sum møttu á fundi hjá
Tórshavnar
Kommunala
Starvs- og Tænastumanna-
felag atkvøddu fyri at leggja
felagið saman við Starvs-
mannafelagnum - og harvið
taka felagið av. Tveir limir
atkvøddu ímóti og tveir at-
kvøddu blankt.
Tórshavnar Kommunala
Starvs- og Tænastumanna-
felag, ið umboðar starvsfólk
hjá Tórshavnar, taldi, nú tað
var lagt niður, 238 limir
Samanleggingin merkir,
at
limir
í Tórshavnar
Kommunala Starvs- og
Tænastumannafelag frá 1.
juli 2000 verða limir í
Starvsmannafelagnum við
fullum limarættindum og
limaskyldum. Hetta merkir,
at hesi eisini eru umfatað
av lógum og reglugerðum
Starvsmannafelagsins og
hava somu tryggingar- og
eftirlønarskipan.
Hinvegin er núverandi
nevnd Tórshavnar Komm-
unala Starvs- og Tænastu-
mannafelags
framvegis
bundin av sáttmálanum við
Tórshavnar kommunu til
hesin gongur út, og fer
sitandi nevnd at taka sær av
praktiska arbeiðnum hesum
viðvíkjandi, eins og higartil,
sigur formaður felagsins,
Kartni Ravnsfjall.
Tórshavnar Kommuna fer
eisini framyvir at vera sjálv-
støðugt sáttmálaøki, og verð
tað umboð fyri bæði Starvs-
mannafelagið og verandi
nevnd í Tórshavnar Komm-
unala Starvs- og Tænastu-
mannafelag, ið fara at
standa fyri sáttmálasamráð-
ingunum komandi ár. Ver-
andi nevnd Tórshavnar
Kommunala Starvs- og
Tænastumannafelags verð-
ur sostatt sitandi til sáttmál-
askeiðið er liðugt 1. juni
2001.
Høvuðsgrundgevingin
fyri samanlegging er, at
møguleikin fyri at betra um
kor starvsfólksins er størri,
sum partur av Starvsmann-
afelagnum.
– Starvsmannafelagið er
helst sterkasta fakfelag í
landinum,og við limum
Tórshavnar
Kommunala
Starvs- og Tænastumanna-
felags, verður tað enn størri
og sterkari.
– Tíðin var búgvin til
broytingar, men er tað tó við
ikki sørt sorgblídni, at av-
gerðin er tikin. Ein avgerð,
ið samstundis merkir at fel-
agið, ið skjótt rundar tey
hálvthundrað - stovnað 7.
nov. 1952 - verður tikið av.
Men fyrst og fremst fegnast
nevndin og nýggju limir
Starvsmannafelagsins um
tað stóru undirtøku, upp-
skotið fekk, og síggja vit
fram til at virka undir hes-
um felag, sigur Kartni
Ravnsfjall.
Leivur Hansen, borgar-
stjóri í Havn segði við út-
varpið í gjár, at Tórshavnar
kommuna virðir fakfelags-
rættin.
– Tá limirnir hava valt at
gerast limir í Starvsmanna-
felagnum, og virða vit eisini
ta avgerðina, segði hann.
Leygardagin gerast allir teir 238 limirnir í Tórshavnar Kommunala Starvs-
og Tænastumannafelag limir Starvsmannafelagsins.
Kartni Ravnsfjall, seinasti
formaður í TKST
SVEINUR TRÓNDARSON
Fyri eini tíð síðani staðfesti
Vinnuhúsið á teirra heima-
síðu, at tað er trot á útbún-
um
maskinmeistarum.
Trupult er bæði hjá virkjum
og hjá skipum at fáa út-
búgvið fólk, og hetta kann
fáa ringa ávirkan á føroyska
luttøku í oljuvinnuni.
Nú tekur felagið hjá
maskinmeistarunum til orð-
anna, og nevndin tekur fult
undir við orðunum hjá
Vinnuhúsinum. Í tíðinda-
skrivi frá felagnum verður
sagt, at tað er ein sannroynd,
at tørvurin á maskinmeist-
arum innan fiskivinnuna
longu nú er so stórur, at
hann kann ikki nøktast sum
er.
- Hetta førir við sær, at
trýstið á myndugleikarnar,
at geva undantaksloyvið, er
sera stórt. Tíverri vera loyv-
ini útskrivaði hóast felagið
mælir harðliga frá hesum.
Orsøkin er tann einfalda, at
teir persónarnir, sum fáa
undantaksloyvini als ikki
hava ta útbúgving, sum
krevst til starvið. Hetta kann
seta trygdina umborð í
vanda, sigur Maskinmeist-
arafelagið.
Sambært felagnum, so
eru orsøkirnar til at so fá
nema sær maskinmeistara-
útbúgving, at tað eru so fá
læruypláss og at áhugin fyri
teknisku fakunum er ov lítil.
Felagið staðfestir, at upp-
lýsingin um sjálva útbúgv-
ingina kundi verið betur og
eisini, at meira átti at verið
gjørt við at greiða frá teim-
um fjølbroyttu arbeiðsmøg-
uleikunum, sum útbúgv-
ingin gevur.
- Maskinmeistaraútbúgv-
ingin er á einum slíkum
stigi, at hon gevur stórar
møguleikar fyri spennandi
arbeiði við góðum treytum.
At stórur tørvur er á mask-
inmeistarum, átti at havt við
sær, at tað skuldi verið nóg
mikið av arbeiði eina góða
tíð fram, sigur felagið.
Sambært upplýsingum
frá systurfelagnum í Dan-
mark, hava fólk við mask-
inmeistaraútbúgving ikki
bara motorar sum starvsøki.
Fleiri teirra eru stjórar,
deildarleiðarar ella rakstrar-
leiðarar og starvast innan
orku, orkuráðgeving, fram-
leiðslu, sølu, tænastuveit-
ing, ígongdseting og við-
líkahald. Umframt tað, finn-
ast eisini maskinmeistarar,
sum starvast innan tekniska
ráðgeving, undirvísing og
gransking.
- Orsøkin til at tey fáu,
sum hava maskinmeistara-
útbúgving, tíðum velja sær
starv uttanlands heldur enn
í Føroyum er, at tær treytir,
sum standa teimum í boði,
eru munandi betri, enn tær
eru her á landi. Í hesum føri
verður hugsað um lønarvið-
urskifti, frítíð, skatt og ar-
beiðsumhvørvi. Men hetta
eru samstundis viðurskiftið,
sum vinnulívið og myndug-
leikar eiga at taka til eftir-
tektar, skrivar felagið.
- Tað er givið, at vit, sum
føroyingar vilja strekkja
okkum nokk so langt fyri
at fáa arbeiði í Føroyum,
men um fáu maskinmeist-
ararnir, sum fáa útbúgving
her á landi, skulu vera ver-
andi, og teir, sum longu eru
í starvi uttanlands, skulu
fáast heimaftur at arbeiða,
so mugu viðurskiftini, sum
nevnd eru omanfyri fáast í
rættlag, skrivar felagið í tíð-
indaskrivinum.
Annars kunnu vit at enda
skoyta upp í, at Maskin-
meistarafelagið nú eisini er
at finna á internetinum.
Heimasíðan
eitur
www.mf.fo og har ber til at
finna stórt sæð allar prakt-
iskar upplýsingar sum við-
koma maskinmeistarum.
Stórur tørvur á
maskinmeistarum
Maskinmeistarafelagið tekur undir við Vinnuhúsinum, sum sigur, at tað eru
ov fáir útbúnir maskinmeistarar í landinum. – Tað er ringt nú, og tá oljan
kemur verður uppaftur verri, sigur felagið
Sosialurin og Dimmalætting samstarva um prenting
EIRIKUR LINDENSKOV
Seinastu mánaðirnar hava
samráðingar verið millum
Dimmalætting og Sosialin
um prentsamstarv. Úrslitið
var greitt mánadagin, tá
Dimmalætting og Sosial-
urin stovnaðu nýtt parta-
felag, sum fyribils er nevnt
p/f Prentmiðstøðin, sum
skal prenta Dimmalætting
og Sosialin umfram onnur
bløð.
Við hesum verða báðar
blaðprentsmiðjurnar
í
landinum lagdar saman, og
heldur nýggja felagið til í
hølum hjá Dimmalætting
við Smyrilsvegin á Hálsi í
Havn.
Sum lesarar okkara hava
lagt til merkis, verður Sos-
ialurin nú partvíst prent-
aður í litum. Í framtíðini
verða eisini aðrar broyt-
ingar gjørdar við Sosiali-
num, sum vit fara at hoyra
meira um seinni.
Minningarorð um
Florensu Hammer
Florensa Hammer, vanliga nevnd Flora, varð fødd í
Hørg í Sumba tann 3. mai 1915, og hon doyði tann
9. juni 2000 á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hon var einsa-
møll systir millum átta brøður. Mentað systkin, sum
hava sett síni spor í Føroya søgu.
Flora var abbasystir mín. Hon og maður hennara,
Mortan Hammer, sáli, vóru barnleys, so tá eg var
óviti, var tað ein sjálvsagdur lutur, at vit, »havnar-
børnini«, fóru suður til Froðbiara at vitja – eins og
móðir mín og hennara systkin gjørdu, tá tey vóru
børn. Ja, Flora og Mortan vistu ikki alt tað góða, tey
vildu gera fyri okkum. Ættarlið fyri ættarlið. Sama
gestablídni vístu tey einum og hvørjum, ið kom á
gátt hjá teimum á Torvheyggi. Hon var eisini besti
kokkurin í familjuni, so tað var ógjørligt at tapa seg,
tá ein gisti hjá teimum.
Flora var sera væl lýdd millum manna. Hon var
vinsæl móti øllum og hevði altíð okkurt gott at siga
við hin einstaka – í gerandisdegnum sum í veitslu-
lagi. Eg trúgvi, at vit eru nógvir dreingir í familjuni,
sum hava fingið somu áminning frá Floru: »Halt teg
til Jesuspápan, men langt burtur frá fløskuni«. Rætt
hevði hon.
Flora fylgdi til tað seinasta væl við í samfelagslív-
inum, segði sína meinig uppá sín sjarmerandi máta,
og hon hevði dirvi at standa við sítt. Henni dámdi
væl at arga, men tað var ongantíð illa meint. Hon
kundi bara ikki lata vera – tað er vistnokk okkara
familjueginleiki.
Flora var systir Pól F, og tað lá sera væl fyri hjá
henni at yrkja. Somu evni hevði Mortan, og óteljandi
eru tær veitslur, tey bæði hava skrivað sangir til.
Mínir tankar leita heim til familju og vinir hjá
Floru. Eingin nevnd(ur), eingin gloymd(ur). Ja, ser-
liga tómt følist tað hjá tykkum, sum dagliga vóru
saman við henni. Ja, Harrin styrki okkum øll, ið
syrgja.
Ærað veri minnið um Florensu Hammer.
Ingemar Djurhuus, Århus
SVEINUR TRÓNDARSON
Jóansøkan var í Vági um
vikuskiftið, og sum van-
ligt var nógv fólk á
stevnu. Veðrið var fyri-
reikarunum til vildar, men
tað vóru nú ikki bara fyri-
reikararnir, sum fingu
gagn av góðveðrinum.
Løgreglan kann eisini
fegnast um, at stevnuhýr-
urin fylgdi veðrinum, og
tí kundu teir njóta stevn-
una í friði og náðum.
Vakthavandi á støðini á
Tvøroyri sigur, at hetta
var ein av teimum allar-
friðarligastu jóansøku-
num. – Vit hava ikki havt
so mikið sum ein liggj-
andi gest og tað er ikki so
vanligt, sigur vakthav-
andi. Trý fólk vóru tikin
fyri at koyra við kenning,
og tað var í stuttum tað,
sum hendi á Jóansøku,
leggur vakthavandi aftur-
at.
Tað talar sjálvandi í-
móti at hava liggjandi
gestir, at løgreglan heldur
til á Tvøroyri og í ár var
stevnan í Vági. – Ikki tí
at tað ikki ber til, men tað
er sjálvandi ikki so høg-
ligt, at fara dragandi við
teimum úr Vági á Tvør-
oyri. Men soleiðis eru
umstøðurnar nú einaferð,
og í ár, sluppu vit frá, at
hugsa nakað sum helst
um tað, tí eingin var, sum
skuldi inn at sova, sigur
vakthavandi.
Løgreglustøð var í Vági
til fyri nøkrum árum síð-
ani, og hon var rættiliga
jóansøkuútgjørd, um vit
loyva okkum at kalla tað
so. Klivar og alt tað, sum
hoyrir til eina slíka støð,
og tað gjørdi arbeiðsum-
støðurnar hjá løgregluni í
Suðuroynni
munandi
lættari. – Men nú er tað
sum tað er, og vit klára
okkum, sigur vakthavandi
á støðini á Tvøroyri.
Løgreglan á Tvøroyri
hevði annars gjørt seg út
til Jóansøkuna. Tað eru
sjey mans knýttir at støð-
ini, harav ein er sýslu-
maður og tveir eykamenn.
Umframt teir vóru tríggj-
ar mans komnir suður um
fjørðin, so alt í alt vóru
tíggju mans til arbeiðis
um jóansøkuna.
Jóansøka: Nógv
fólk og góður hýrur
Løgreglan í Suðuroy slapp at halda Jóan-
søku í friði og náðum. – Gestirnir vóru
komnir til Suðuroyar at halda Jóansøku,
og ikki at berjast, sigur vakthavandi á støð-
ini á Tvøroyri