Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. mars 2014 · Nr. 27 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard Taka vit hædd fyri tí sam­ laða sam­ferðslu­kervi­num, er linju­før­ingin av Eystur­oy­ ar­tunlinum heilt burturvið og brýtur við ta aðalreglu, sum vit áttu at fylgt, um vit høvdu eina tilvitaða ætl­an um, hvussu vit leiða ferðslu­ na í landinum. Tað heldur Palli Gre­gori­ us­sen, arkitektur, sum hev­ur gjørt eina aðra loysn til eina eysturoyarleið. - Tað er av alstórum týdn­ingi, at vit fylgja eini yvirorðnaðari ætlan fyri ferðsluni, og tað heilt náttúr­liga vildi verið at føra ferðsluna úr Klaksvík í Vágar og úr Kollafirði suð­ur til Havnar. Um Eystur­oyar­ tunnilin kemur upp norð­an fyri Tórshavn, verður ferðsl­ an til flogvøllin førd norð­ur­ eftir, og tú tyngir Kald­baks­ tunnilin óneyðuga nógv - hatta er burtur úr vóni og viti, sigur Palli Gregoriussen. Kemur øllum før­ oy­ingum til góðar Palli Gregoriussen hev­ur, saman við Fríða Dals­garð, Munin, gjørt eitt alter­na­ tivt uppskot til eina eystur­ oy­ar­leið, sum er bílig-ari og tryggari. upp­skot­ið leing­ir um ferðatíðina úr Runa­vík til Havnar við 9 minutt­um­, samanborið við aktuella upp­skotið, men stytt­ir um leiðina hjá øllum, sum skulu í Vágar til flog­vøll­in úr Eystur­ oynni og Norð­oyggj­um. - Hetta uppskotið undir­ byggir sam­ferðslu­kervið, sum vit hava í dag. Tað er heilt náttúrligt, at tú brúk­ ar teir landsvegir, sum longu eru, og knýtir aðrar ferðslu­ æðrar uppí. Í so máta brýt­ ur Eysturoyartunnilin, sum linju­føringin er í dag, við alt vit og skil, sigur Palli Gre­ gorius­sen. - Við at gera ein undir­ sjóvartunnil frá Toftavatni til Strendur og síðan ein mill­ um Steffanstanga og Todnes, ber til at knýta ferðsluna upp í verandi ferðslustreymin, sum gongur ígjøgnum Kal­d­ baks­tunnilin til Havnar. Fólk úr Klaksvík og Fugla­ firði, sum skulu á flog­vøll­in noyð­ast ikki inn á Sund fyrst, og so­leiðis slepst undan, at ferðsl­an til flog­vøll­in skal næstan heilt til Hav­n­ar fyrst og so norð­ur­eft­ir gjøgnum Kalds­baks­tunni­l­in. Tí er hetta tann mest nærliggjandi ætlan­in, sum tyngir sam­ ferðslu­kerv­ið minst, og sum kem­ur flest­um til góðar. Har­a­ftrat er hendan ætlanin nógv bíligari og kann gerast í fýra byggi­stig­um, sigur Palli Gre­gorius­sen. Bíligari og tryggari loysn Alternativa uppskotið hjá Palla Gregoriussen kostar í alt 712 milliónir. Nógvir peng­ar verða spardir í mun til verandi uppskot, tí vega­ kerv­ið, sum longu er til, verð­ ur brúkt í størri mun. Uppskotið umfatar tveir stutt­ar undirsjóvartunlar á umleið 4 km ístaðin fyri ein langan tunnil við rund­ koyring á uml 11 km. - Tað er stórur munur á at koyra 11 km undir sjógvi, og at koyra gjøgnum tveir stutt­ ar tunlar. Tað verður fan­tast­ iska flott at koyra á leið­ini, sum vit skjóta upp. Tú kanst njóta útsýnið móti Eystur­ oyn­ni. Hin vegin trúgvi eg, at 11 km undir sjógvi kann skapa eitt ávíst sálarligt trýst á summi, sigur Palli Gre­gorius­sen. Júst hetta við longdini av Eysturoyartunlinum er eisi­ni av stórum týdningi fyri trygdina, og setur heilt onn­ur krøv til tunnilin, enn til ein tunnil, sum er 4 km. Til dømis, at hann skal hava tvey rør, so tú ikki hevur mótkoyrandi ferðs­lu. Sosialurin hevur fyrr skriv­ að um, at hetta hevur fing­ið eldserfrøðingin Hans Har­ ald­sen at finnast at trygd­ini í uppskotinum um Eystur­ oyartunnilin, eins og Lands­ verk hevur funnist at, at ein rund­koyring ger trygdina vána­lig­ari í tunlinum. Eysturoyartunnilin Linjuføringin er Vit eiga at føra ferðsluna úr Klaksvík til flogvøllin og frá Kollafirði suður til Havnar. Við ætlaðu linjuføring av Eysturoyartunlinum, skal ferðslan úr Klaksvík og Fuglafirði til flogvøllin heilt til Havnar og so norður aftur gjøgnum Kaldbakstunnilin - tað er heilt burturvið, sigur Palli Gregoriussen, arktitektur. Hann hevur gjørt uppskot til eina aðra eysturoyarleið, sum ger teinin úr Eysturoynni og Norðoyggjum stytri bæði til Havnar og til flogvøllin Teknlýsing Strekkir Verandi tunnil Verandi undirsjóvartunnil Verandi vegur í bygdum øki Verandi vegur í óbygdum øki Nýggur undirsjóvartunnil Nýggjur vegur 0 2 4 6 8 1 Kilometers tórshavn kollafjørðuur runavík strendur kaldbak flogvøllurin Toftavatn-Strendur (C) Verkætlanin tekur støði í eini íbinding í vegin eystanfyri Toftavatn, millum vatnið og vøllin við Løkin. Fyrstu 415 m av strekkinum er vegur, síðani koma 3740 m av undirsjóvartunli. Við Kolbanargjógv eru 242 m av strekkinum vegur. Hægsta vegapunkt er við Toftavatn uml. í kotu 35 og við Kolbanargjógv uml. 42. Lægsta punkti á strekkinum er á 83 m dýpi. Har havdýpið er størst er tað uml. 38 m. Mesta hall á strekkinum er 65‰. Hetta strekki kann innganga sum byggistig 1 ella 2. Leggjast skal til merkis, at hesin tunnilin er uml. 3,74 km til longdar og tunnilin um Tangafjørð er 4,2 km. At gera tveir styttri undirsjóvartunlar heldur enn ein uml. 10 km langan tunnil hevur nógv at siga fyri trygdina í tunlinum. Hetta hevur eisini ávirkan á kostnaðin av tí eftirfylgjandi rakstrinum av farleiðini. Kolbanargjógv-Steffanstangi (B) Strekkið millum hesi støð er í hesum uppskotið framt sum dagført vegastrekki til tess at leiða ferðsluna millum báðrtunlarnar. Her er talan um veg, sum er uml. 2500 m langur. Sum ískoyti kann nevnast at til ber at gera tunnil millum Strendur og henda veg, fyri at leiða ferðsluna uttan um bygt økið á Strondum. Hesin vildi havt eina longd á 3 km og kostnaðurin av honum vildi verið uml. 150 mió kr. Hesin vegur eigur at verða hildin sum byggistig 4 í verkætlanini, av tí at møguleiki er fyri at nýta verandi vegastrekki. Steffanstangi-Todnes (A) Verkætlanin tekur støði í eini íbinding Eysturoyarmegin í verandi Selatraðarveg við Steffanstanga. Fyrstu 250 m av strekkinum er vegur, síðani koma 4130m av undirsjóvartunli. Strandamegin eru 200 m av strekkinum vegur. Hægsta vegapunkt er við Steffanstanga uml. í kotu 11 og á Todnesi uml. 16. Lægsta punkti á strekkinum er á 93 m dýpi. Har havdýpið er størst er tað uml. 50 m. Mesta hall á strekkinum er 60‰. Hetta strekki kann innganga sum byggistig 1 ella 2. Inni í Firði-Langasandur (D) Hetta byggistigi er tikið við í verkætlanina, tí tað tryggjar tað ikki verðu neyðugt at koyra í bigdum øki á hesum strekki. Talan er um 1527 m av vegi, sum, har hann er lægstur er í kotu 18. Hetta er galdandi í báðum endum, har vegurin verður knýttur í verandi landsveg. Har vegurin er hægstur er hann í kotu 33,6. Mesta hall á hesum strekki er 56 ‰. Hetta strekki eigur at verða gjørt sum byggistig 3 í samlaðu verkætlanini. Palle Gregoriussen: verðandi uppskot