Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. mars 2014 · Nr. 28 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Marita á Rógvi – Skal eg skriva, at eg eri »støk« ella »gift«?« Tvístøðu – tað upplivur Mar­ita Thomsen ferð eftir ferð, tá hon kemur heim til Før­oy­ar við konu sínari Fi­ or­ellu Montero. Tær hava kent hvørja aðra í seytjan ár – fimt­an sum skrásettir mak­ar. Tær hava bæði búð í Noregi, Danmørk, Peru og Lond­on, har tær hava nom­ið sær útbúgving sum á­vík­a­vist sim­ul­tan tolkur og fólka­lívs­ tón­list­a­frøð­i­ngur. Í løtuni eru tær bú­sitandi í London, men tær droyma um at flyta til Før­oyar. Tær vilja nevniliga halda eitt stórsligið brúdleyp við hvítum kjóla. – Fiorellu fer eingin at nakr­an­tíð at síggja í hvít­um kjóla, sigur Marita skemt­ andi. Men ferðin mót­veg­is dreym­i­num um brúð­ar­ klæð­ini byrjar fyri seytjan ár­um síðani í norka býnum Flekke. Gentukærleiki í Flekke Tá ið Marita hevur staðið 1. s í Hoy­døl­um, fer hon sum seytj­an ára gomul til Noregs at gera miðnámskúlan lidn­ an. Hon skal ganga á einum al­tjóða miðnámsskúli UWC (Un­ited World College), sum hev­ur til­knýti til Reyða Kross. Hann savn­ar ung­ dóm­ar úr øllum heiminum í norsku bygdini, Flekke. Tá Mar­ita setur seg umborð á At­lant­s­flog, er hon ikki heilt greið yvir, at hon er sam­ kynd. – Tá ið eg gekk í Hoydølum byrj­aði eg at varnast, at eg var sam­kynd, men eg fall ong­an­tíð fyri nakrari gentu í Før­oyum, so eg legði líkasum tank­ar­nar til síðis. Eg visti held­ur ikki um onnur sam­ kynd í Før­oy­um. Freddie Mer­ c­ury var ein av teimum sam­ kyndu persónunum, eg visti um, sig­ur Mar­ita flennandi í hor­n­i­num úr London. Mar­ita og Fiorella hava júst ver­ið í Peru og hildið jól, og tí­skil er tað umvegis skype, at sam­ røð­an við Maritu fer fram. Árið 1997 var øðrvísi við­ víkj­andi samkyndleika í Før­ oy­um – einki LGBT, eing­in fel­ags­skap­ur, einki tos um rætt­indi – einki. Tað tókt­ ist, sum var sam­kynd­leiki als ikki til í Før­oy­um, for­tel­ ur Marita. Tískil kundi tað vera trupult fyri ein ør­kyml­ aðan tannáring at koma úr skápinum. Marita tos­ar tó um tannárini við eina glaðari og ljósari rødd. Hó­ast hon hevur kent seg eitt sindur øðr­vísi vegna sín sam­kynd­ leika, hevur hetta als ikki darv­að hennara tannár. Fyri hana var tað bara so. Eingin kreppa. – Tað var ikki fyrenn eg møtti Fiorellu í Flekke, at eg noydd­ist at taka støðu til tank­ar­nar, men har var einki at iv­ast í. Eg var forelskað, og tað var tann mest natúrliga kensl­an í heiminum, sigur Mar­ita. Tað var tó ikki lætt fyri tær báðar seytjan ára gomlu genturnar at finna sam­an í parlag. Trek byrjan Fyrstu tíðina eru Marita og Fi­or­ella bert vinkonur, hóast Mar­ita skjótt varnast, at hon er for­elsk­að í vinkonuni frá Peru. Men kærleikin hevur tað ikki lætt fyrstu tíðina. – Tað gekk long tíð, áðren Fi­orella viðgekk, at hon var sam­kynd. Hon er úr Peru, og har eru tey ekstremt kon­ serv­a­tiv viðvíkjandi sam­ kynd­leika. Tað var sjálvandi eitt sind­ur ser­ligt fyri fam­ ilju henn­ara, at Fi­or­ella hevði funn­ið sær ein maka, sum var ætt­aður hin­u­meg­ in heim­in. At makin var ein kvinna, gjørdi alt nógv verri. Míni vinfólk og mín familja vóru øgiliga opin okkara par­lag, men fyri familjuna hjá Fiorellu var tað torskilt. Tað var tyngjandi fyri hana, at fam­ilj­an tók frástøðu frá okk­ara parlagi, sigur Marita. Tær velja tó at viðurkenna kærleikan, og eru alment par í 3.s í Flekke. Tá 3.s er lokin, velja tær báðar at taka parlagið eitt fet víðari. Leiðin gongur til Danmarkar. ”Brúdleyp” nr. 1 Marita og Fiorella eru nú vorðn­ar 19 ár. Tær standa í bý­ráðshúsinum í sælendska býn­um Nykøbing. Her skal há­tíð­ar­løt­an fara fram. Mar­ ita og Fi­o­r­ella hava valt at ganga sam­an í skrásett par­ lag. Tað ber hvørki til at skrá­ set­ast í Føroyum ella Peru, og tí er Danmørk einasta land­ið, sum kann hýsa teirra kær­ leika. Dagin fyri ”brúdleypið” hugs­ar Marita, at tær eru ør­ar í høvdinum. Hvussu kann hetta nakrantíð fara at rigga? Men tá ið hon stendur framm­an fyri brúð sínari á bý­ráðs­hús­i­num, er hon ikki long­ur í iva – hetta er tað rætta. – Tað var ein Las Vegas andi yvir okkara ”brúdleypi”, tí tað var so brátt. Vit vóru langt heim­anfrá, og vit høvdu hild­ið tað loyniligt fyri fam­ ilju Fiorellu, tí tey ikki høvdu góðtikið hennara sam­kynd­ leika. Tey hóttu við at kuta sam­band­ið, inntil hon bleiv »van­lig« aftur. Vit høvdu held­ur ikki hvítar kjólar ella ring­ar. Mín kjóli var grøn­ur, tí vit høvdu hvørki ráð ella stund­ir at hugsa um tað, ið hoyr­ir til eitt siðvant brúd­ leyp, sigur Marita flenn­andi. Látur hennara strál­ar gjøgn­ um horn­ið. Ein hjartaligur lát­ur. Hon tykist glað, tá hon tos­ar um ta hátíðarligu løt­ una – løtan, tá ið tær gerast ein eind. Láturin verður skept­isk­ur, tá ið prátið fellur á tann almenna sáttmálan, sum tær skulu skriva undir. »Skráseta vit eina fyritøku?« Marita og Fiorella hava kent seg sum hjúnarfelagir, síðan tær alment skrivaðu undir at ganga saman í skrásettum par­lagi, hóast tær ikki eru tað sambært lógini. – Síðan vit giftust tann 8. juni í 1999, havi eg sæð Fior­ ellu sum konu mína. Hóast lóg­in sigur nakað annað, hev­ur eingin ivi verið í mín­ um heimi. Marita heldur, at tað kend­ist løgið at skriva undir al­menna sáttmálan fyri skrá­ sett parlag. – Tá ið borgarstjórin hevur hoyrt tvey greið og týðilig JA, skuldu báðir makarnir skriva undir – partnari 1 og partnari 2. Tað kendist løgið - eins og at skráseta eina nýggja fyri­ tøku, sigur Marita við einum skemt­ilig­um tóna. Tónin gerst álvarsamur, tá ið hon flyt­ir seg yvir í tær tvístøður, sum koma undan, tá ið hon lendir á flogvøllinum í Vág­ um. Fráferð til Føroyar Familja Maritu hevur øll ár­ini sýnt tolsemi mótvegis sam­ kyndleika hennara. Tí­skil fara Marita og Fiorella ofta til Føroyar at ferðast, til tess at vitja familju og vin­ir. Sam­ bandið við familju Fior­ellu er vorðið nógv betur, og tey góðtaka í dag parlagið mill­ um gent­ur­nar, sum nú eru vorðn­ar kvinnur. Tær hava júst ver­ið í Peru og hildið jól. Før­oyar eru, eins og Peru, eitt kon­servativt land viðvíkjandi rætt­indum hjá samkyndum. Í tí sambandi koma nógvar ó­neyð­ugar tvístøður undan kavi, tá ið fráferðin er mót­ vegis Føroyum. – Skal eg skriva, at eg eri støk ella gift, tá ið eg skal fylla út skjøl? Skal eg nýta mína tíð Kona mín er bert eitt ferðafólk í Føroyum Hvørja ferð 33-ára gamla havnardaman Marita Thomsen og kona hennara úr Peru lenda í vágunum, darva avmarkingar teirra ferð. Tær báðar liva í skrásettum parlagi, men tað er ikki galdandi í Føroyum. Hetta er ein trupulleiki fyri kvinnurnar, sum hava størri dreymar enn eitt ferðauppihald á tríggjar mánaðir. Føroyska Marita Thomsen býr í London. Hon hevur livað í skrásettum parlag við aðra kvinnu í fimtan ár