Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. mars 2014 · Nr. 28 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Spenta støðan kreppan í ukraina Rólant Waag Dam Sum tølini í yvirlitinum á hesum síðum vísa, er før­ oyski útflutningurin til Russ­lands vaksin ógvusligt sein­astu árini. Fyri tíggju árum síðani, í 2004, útfluttu Føroyar fyri 23,7 milliónir krónur til Russlands. Síðani er før­oyska útflutningsvirðið vaksið við hundrað og øðrum hundrað milliónum, soleiðis at Føroyar í fjør útfluttu fyri slakar 600 milliónir krónur. – Vit tosa um ovur­honds­ stór tonsatøl, men vit hava trupult við at umseta til tey til teir pengarnar, vit høvdu vónað, tá støðan er sum hon er. So kunnu vit siga, halda og meina eina rúgvu um støðuna har, men í veru­ leik­anum vita vit einki. Tað ein­asta, sum vit vita, er, at vit kunnu ikki arbeiða við lang­tíðar­ætlanum, tá støðan broytist støðugt, sigur Pól Huus Sólstein, sølustjóri fyri North Pelagic. Russland hevur stóran týdning Hann vísir á, at Russland hev­ur ómetaliga stóran týdn­ing fyri teir. Ikki minst eftir at ES-stongsulin móti før­oysk­um fiskaútflutningi gjørdist veruleiki. – Beint nú er talan um eina undan­taksstøðu. Tá hevur Russland ovurhondsstóran týdning. Uttan ES-bannið hevði støðan sjálvandi verið øðrvísi, men Russland hevði fram­vegis verið týdningar­ mikið, sigur sølustjórin. Hann leggur tó aftrat, at tey fáa selt fisk til bæði Russ­ land og Ukraina, sum støðan er beint nú. – Men støðuga óvissan ger, at vit kunnu ikki arbeiða lang­siktað. Hetta er alt ann­ að enn gott fyri okkum. Tað besta, sum kann henda nú er, um Føroyar og ES fáa síni viðurskifti upp á pláss. Tí hetta hava vit møguleika at ávirka. Hvat hendir millum Russland og Ukraina, kunnu vit einki gera við, ger Pól Huus Sólstein greitt. Tí sigur hann eisini, at tað ringasta, sum kann henda, er, um ósemjan millum Ukraina og Russland veksur. – Tey hava hótt við at innfrysta ognir. Tá verður tað trupult við nøkrum sam­handli, vísir Pól Huus Sólstein á. Sølustjórin sigur ann­ ars, at hóast beinleiðis út­ flutnings­tølini til Ukraina ikki eru so stór, so er tað ikki tann heilt greiða myndin. Í fjør útfluttu Føroyar fyri slakar 50 milliónir til Ukraina, men samstundis út­fluttu vit fyri nærum 100 milliónir til Litava – og stórur partur av hesum fer víð­ari til Ukraina. Tí er ukrainski marknað­urin ikki at undir­meta. – Hesi bæði londini, Russ­land og Ukraina, hava stóran týdning. Tað hevði eis­ini verið galdandi, um ES-bannið ikki var veruleiki, sigur Pól Huus Sólstein. Arbeiða bara víðari Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen heldur eins og tey í uppsjóvarvinnuni vakið eyga við gongdini í Ukraina. – Vit mugu ansa eftir, at vit ikki skaða okkara áhuga­ mál nú. Russland er ótrúliga týdningarmikið fyri okkum. Tí hevur tað okkara áhuga, at russiski marknaðurin verður verðandi opin fyri okkum. Men sum støðan er í løtuni, so arbeiða vit bara víðari, sum vit hava gjørt, sigur løg­ maður. Hann vísir á, at føroyski útflutningurin til Russlands er øktur munandi seinastu árini. Og hann sær fyri sær, at henda gongdin kemur at halda áfram. – Tí er tað, at vit arbeiða við at fáa eina sendistovu har. Tað er ein máti at fáa út­ flutningsvirðið tann vegin at hækka, sigur løgmaður. rolant@sosialurin.fo – Í tonsum eru tølini ovurhondsstór, men vit hava trupult at umseta tað til tær krónurnar, vit høvdu vónað. Støðan er óviss og vit vita í veruleikanum einki, sigur Pól Huus Sólstein frá North Pelagic, sum er størsti útflytarin av føroyskum uppsjóvarfiski til Russland og Ukraina Útflyta fyri 600 milliónir til Russlands Út við tríggir fjórðingar av føroysku sildini og fjórðingurin av makrelinum fara á russiska marknaðin. Seinastu árini er føroyski útflutningur til Russlands vaksin við fleiri hundrað milliónum Sild: 277,6 milliónir kr. Makrelur: 214,6 milliónir kr. Laksur: 86,5 milliónir kr. Svartkjaftur: 8,5 milliónir kr. Russland tils.: 598,9 milliónir krónur Útflutningstøl fyri 2013: Ukraina