hósdagur 6. mars 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 7. mars 2014 · Nr. 28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
seminum
Gongur beint ímóti kristnari siðalæru
Samgongulimir hava bæði peikifingur á lofti og ávaringarlampurnar tendraðar í sínum í meirilutaáliti, har
tey greitt mæla løgtinginum frá at samtykkja uppskotini um at loyva samkyndum at giftast borgarliga
Jón Brian Hvidtfeldt
– Verður lógin samtykt, fer tað
at fáa stórar avleiðingar fyri
samfelag okkara frameftir.
Hetta verður orsøk til eina
radikala umbroyting av allari
fatan av familju, hjúnalagi
og samlívi. Her verður opn
að fyri nøkrum, sum fer
at broyta alla siðvenju, og
verður orsøk til eina stóra
mentanarkollvelting
og
eitt siðaskifti í Føroyum, ið
gongur beint ímóti kristnari
siðalæru, sum samfelag okk
ara í øldir hevur bygt á.
Tað siga Elsebeth Mer
cedis Gunnleygsdóttir úr
Fólkaflokkinum,
Reimund
Langgaard
og
Gerhard
Lognberg úr Sambandsflokk
inum. Tey trý samgonguum
boðini
í
Rættarnevndini,
herav forkvinnan í nevndini
eisini er at finna, mæla av
gjørd løgtinginum frá at sam
tykkja uppskotið. Tey vísa á
týdningin av, at hjúnabandið
einans er millum mann og
kvinnu:
– Húskið við manni, konu
og børnum hevur altíð verið
kjarnin og grundeindin í
samfelagi
okkara.
Eingin
eingin ivi kann vera um, at
ein familja, har mamma og
pápi eru tilvitað um sína
ábyrgd, er bestur karmur
um ein natúrligan og góðan
uppvøkstur. Júst tað, at mað
ur og kona eru ólík, ger, at
mamman og pápin eru teir
týdningamestu
identifika
tionspersónarnir og fyri
myndirnar hjá barninum, og
hava tey stóran týdning fyri
menningina av samleikanum
og sjálvsmyndini hjá einum
barni.
Tey trý samgonguum
boðini vísa í sínum meiri
lutaáliti á, at undir nevndar
viðgerðini er komið fram,
at verða uppskotini um at
loyva samkyndum at giftast
borgarliga samtykt, so verð
ur eisini møguleiki hjá sam
kyndum hjúnum at ættleiða
børn.
– Vit undrast á, at upp
skotsstillararnir ikki hava
upplýst hetta, siga teir tríggir
samgongutinglimirnir.
Elsebeth Mercedis Gunn
leygsdóttir, Reimund Lang
gaard og Gerhard Lognberg
vísa somuleiðis á, at tey
biologisku foreldrini eiga, so
langt sum tað ber til, eisini
at hava juridiska og sosiala
ábyrgd av børnunum. Tey vísa
á Barnarættindasáttmálan
hjá ST, artikul 7.1, sum sigur
at barnið skal, so langt tað
ber til, hava rætt til at kenna
og verða ansað av sínum
foreldrum.
Sum tað gongur fram í
aðrari grein her á síðuni, so
standa øll fimm samgongu
umboðini í Rættarnevndini
saman um at mæla løgting
inum til at fella uppskotið.
Men Brandur Sandoy og
Eivin Jacobsen hava tó sínar
egnu viðmerkingar.
– Tí átti málið at snúv seg
um lógartekst, heldur enn
átrúnað, siga teir báðir.
Loyalir
Hóast Brandur Sandoy og
Eivin Jacobsen siga seg vera
sannførdar um, at samkynd
hjúnaløg fáa síni borgarligu
rættindi, so ásanna teir í
sama viðfangi, at tað neyvan
verður á hesum sinni.
– Vit fara ikki at mæla til at
taka undir við uppskotinum,
staðfesta tingmenninir í sín
um viðmerkingum til álitið
úr Rættarnevndini.
Báðir halda tó, at løgtings
limir áttu at fingið møgu
leika at viðgjørt málið uttan
nakrar bindingar.
– Málið átti at staðið sum
eitt etiskt mál, hvar per
sónliga støðan hjá hvørjum
einstøkum tinglimi átti at
verið avgerandi, siga Brandur
Sandoy og Eivin Jacobsen.
Samgongutinglimirnir
enda sínar viðmerkingar við
einum skoti móti teirra egnu
samgongu:
– Í politiskum stevnuskrá
um hjá flokkum í londum
kring okkum, sum vit fegin
vilja verða saman- borin við,
er fólkaræði, persónligt frælsi,
javnstøða og trúðarfrælsi
nøkur hugtøk, sum eingin
setir spurnartekin við. Tó
knýpur tað við tolseminum,
tá talan er um at vísa virðing
fyri teimum, sum hava valt
at liva lívið øðrvísi enn meiri
lutin.
Hóast hesi orðini, so ætla
Brandur Sandoy og Eivin
Jacobsen sær at atkvøða
ímóti at loyva samkyndum at
giftast borgarliga í Føroyum.
Kaj Leo Holm Johanne
sen, løgmaður og sam
gonguleiðari, hevur onga
viðmerking til málið í
løtuni.
– Eg havi úttalað meg
um málið áður. Men nú eg
málið í nevnd, og eg ynski
ikki at gera viðmerkingar
til tað tá, sigur Kaj Leo
Holm Johannesen.
– Eg kann bara fyri
halda meg til veruleik
an, sum sigur, at málið
er í nevnd. Og so havi eg
eisini eitt spurnarumfar,
sum Sosialurin gjørdi við
løgtingslimunum. Eg havi
ikki aðrar viðmerkingar
til málið enn tað, eg áður
havi sagt, sigur Kaj Leo
Holm Johannesen.
S p u r n a r u m f a r i ð ,
sum løgmaður sipar til,
gjørdi Sosialurin tann 22.
november í fjør. Tað sæst
á síðu sjey í blaðnum í dag
og tað staðfestir, at upp
skotið um at loyva
samkyndum
at
giftast, fellur við
einum braki, tá
tað kemur til at
kvøðugreiðslu.
- rólant
Løgmaður
onga við
merking
Brandur Sandoy
Gerhard Lognberg
Reimund Langgaard
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttirs