hósdagur 6. mars 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mars 2014 · Nr. 28
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Jón Brian Hvidtfeldt
– Politisku Føroyar eiga at
arbeiða fyri at bøta um rætt
arstøðuna hjá samkyndum
soleiðis, at samkynd fáa tey
rættindi, sum tey hava tørv
a fyri at kunna virka og liva
í
føroyska
samfelagnum.
Rættindi, sum tey ikki hava
í dag.
Tað siga Brandur Sandoy
úr Fólkaflokkinum og Eivin
Jacobsen úr Sambandsflokk
inum, sum báðir eru limir í
Rættarnevndini hjá Fólka
flokkinum.
Samgongutinglimirnirnir
eru báðir partur av tí meiri
luta av nevndini, sum mælir
løgtinginum frá at at sam
tykkja tey lógaruppskot, sum
skulu loyva samkyndum at
giftast borgarliga í Føroyum.
Kortini hava teir báð
ir tinglimirnir sínar egnu
viðmerkingar til meiriluta
álitið. Viðmerkingar, sum
leiða tankarnar aftur til
drúgvu og nógv umrøddu
viðgerðina
av
sonevnda
grein-266b málinum á sinni.
Brandur Sandoy og Eivin
Jacobsen argumentera fyri
eini viðgerð, har løgtingið
frítt og uttan politiskar sam
gongubindingar sleppur at
viðgera málið.
– Flest allir hoyringspartar,
sum hava verið inni í nevnd
ini, hava lagt stóran týdning
á rættindini hjá teimum
samkyndu. Samkynd hava
til allar tíðir verið partur av
okkara samfelagi, tó tey ikki
hava verið ein væl lýddur
samfelagsbólkur. Hetta eiga
vit at fyrihalda okkum til,
ístaðin fyri at tiga málið
burtur. Vit mugu staðfesta, at
samkynd hava ikki nøktandi
rættindi í dag, og verða ikki
viðurkend fyri teirra sam
leika, skriva Brandur Sandoy
og Eivin Jacobsen í sínum
viðmerkingum.
Løgtingslimirnir siga seg
kunna staðfesta, at tá talan
er um kynsliga samleikan hjá
okkara medborgarum, hevur
almenningurin flutt seg sera
nógv tey seinastu árini. Tí,
sum teir málbera seg:
– Flestu okkara ganga inn
fyri rættindum og mann
sømiligum korum fyri allar
borgarar. Men spurningurin
er, um okkara lóggevandi
vald er av somu áskoðan.
Brandur Sandoy og Eivin
Jacobsen siga seg vera av
teirri sannføring, at málið
ikki eigur at snúgva seg um
viðgerð av samkyndleika,
men at um at javnstilla borg
arar í lógarhøpi.
Knípur við tols
Samgongulimirnir Brandur Sandoy og Eivin Jacobsen siga seg
vera sannførdar um, at samkynd við tíðini fara at fáa rætt
at ganga saman í hjúnalag. Kortini atkvøða teir ímóti
Jón Brian Hvidtfeldt
Hóast tað eru tríggir ein
staklingar – Bjørt Samuelsen,
Rigmor Dam og Poul Michel
sen – sum hava lagt fram
lógaruppskotini
um
at
loyva samkyndum at giftast
borgarliga, so er uppskotið tó
rótfest í teirra egnu flokkum.
Í hvussu er partvís.
Viðgerðin
í
Rættar
nevndini hjá løgtinginum
vísir nevniliga, at umboð
ini hjá Tjóðveldi og Javn
aðarflokkinum í nevndini,
Páll á Reynatúgvu og Kristin
Michelsen, í øllum føri mæla
løgtinginum og harvið sínum
egnu flokkum til at taka
undir við málinum.
Framsókn hevur, sambært
uppskotsstillararnum
og
floksformanninum
Poul
Michelsen, eina rødd í hes
um máli. Treyðugt so hevur
flokkurin bara eitt umboð á
løgtingi, men hetta er støðan
hjá Framsókn sum flokki.
Tað staðfesti Poul Michelsen,
longu tá málið varð lagt
fram 20. november í fjør.
Flokkurin hevur ikki umboð
í Rættarnevndini, og hevur
tí ikki havt høvi at seta síni
fingramerki á viðgerðina
har.
Men minnilutin í Rættar
nevndini, Páll á Reynatúgvu
og Kristin Michelsen, hevur
ein greiðan boðskap til løg
tingið:
– Einki er at ivast í, at
rættindini hjá samkyndum
føroyingum
hava
verið
eftirbátur, samanborið við
flestu grannalond okkara.
Uppskotið er eitt fet á leið
móti einari nútímansgerð
av fólkafatanini hjá nógv
um føroyingum, siga and
støðulimirnir í sínum minni
lutaáliti.
Løgtingslimirnir
meta
uppskotið vera eitt neyðugt
fyribils stig, sum hevur til
endamáls at tryggja einum
minniluta av føroyingum
sømilig rættindakor, tá um
borgarliga vígslu ræður.
Men eins og uppskotsstill
ararnir, so er minnilutin varin
at fara inn um kirkju- og
samkomugátt við rættindum
hjá samkyndum at giftast.
– Einki er at ivast í, at
spurningurin um at loyva
giftu av samkyndum í kirkju
ella samkomu eigur at verða
tikin av Kirkjuni og sam
komunum sjálvum, heldur
enn av lóggevandi valdinum.
Kirkjan og samkomurnar
eiga kjakið á at taka støðu
til, um samkynd skulu víg
ast í Kirkjuni og samkom
unum í framtíðini, siga Páll
á Reynatúgvu og Kristin
Michelsen í sínum minni
lutaáliti.
Eitt neyðugt fyribilsstig
Andstøðulimirnir í Rættarnevndini geva sín fulla stuðul til uppskotið
um at loyva samkyndum at giftast borgarliga
Eivin Jacobsen
Eivin Jacobsen
Bjørt Samuelsen
Poul Michelsen