hósdagur 6. mars 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 7. mars 2014 · Nr. 28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
leiki fyri at njóta útsýnið til
Skansan
uttanífrá,
sigur
hann. Frammanfyri Skansan
skal byggjast eina bátahylur,
sum vitjandi kunnu ganga
út á. Stendir tú hinvegin á
Skansanum, verður útsýnið
umleið 200 fermetrar av vin
nuøki við bingjum og pakk
húsum.
Tekur havútsýnið
Yviri við Strond
Tað er ikki bara framvið
Skansanum, at góðshavnin
verður bygd. Sambært teim
um tekningum, sum Býráðið
hevur gjørt, gongur nýggja
havnin allan vegin framvið
"Pena Plássi", tað vil siga,
framvið bygninginum hjá
Eik og sethúsunum Yviri
við Strond. Hetta kann tó
broytast, tí ein áriniskanning
er í gerð, sum kann broyta
nakað av ætlanunum. Tórs
havnar Býráð vil ikki al
mannakunngera
nýggju
tekningarnar enn.
Vit kunnu ikki liva av mentan, sigur Sjúrður Olsen, sum er formaður í Vinnunevndini. Hann
heldur, at byggiætlanin er góð fyri Skansan, tí hann verður vardur av byggingini, eins og tað
verður lagdur ein bátahylur frammanfyri, har fólk kunnu ganga út á og hyggja inn á Skansan
Sosialurin prentaði í
mikudagsblaðnum eitt
uppskot til nýtt havnarlag,
sum Palli Gregoriussen,
arkitektur hevur gjørt av
sínum eintingum. Arkitekturin
ynskir at havnarlagið skal
brúkast til mentunar- og
handilsmiðdepil og ikki til
góðshavn. 81 ára gamli Palli
Gregoriussen er arkitektur høgt
í metum. Hann er heiðurslimur
í Arkitektafelagnum, sum
skipaði fyri hátíðarhaldi
fyri tveimum árum síðani, tá
hann hevði 50 ára starvsdag
av mentan
Byggja 170.000
fermetrar út í
Nólsoyarfjørð
Verandi vinnuøkið í Tórhavnar Havn er 80.000, men tá
Tórshavnar Havn er liðug at byggja út, verður hon 250.000
fermetrar.
Æltanin er at byggja 170.000 fermetrar av góðshavn
framvið Strond og út í Nólsoyarfjørð. Ein bátahylur verður
lagdur inn ímóti Skansanum og handan hann verða slakar
200.000 ferðmetrar av pakkhúsum og bingjum.
Bryggjan er í dag 600 metur av kaikanti, hetta verður
1.300 metrar tá útbyggingin er liðug, sigur Sjúrður Olsen
formaður í Vinnunevndini .
Í løtuni verður arbeitt við eini áriniskanning, sum verður
almannakunngjørd seinni í vár. Hon fer helst at broyta
tekningarnar nakað.