Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. mars 2014 · Nr. 28 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Høpisleys týning av grágás Sjúrður Hammer Føroyskur politikkur er eyð­ kendur av, at tá ið náttúru­ áhugamál og vinnuáhugamál tykjast at vera í stríði við hvørt annað, so fara fólka­ flokksfólk ofta at hella ímóti vinnuáhugamálunum. Tí kann ongin verða bilsin av, at landstýrismaðurin í fiski­vinnumálum Jacob Vester­gaard fríggjadagin leggur fram uppskot um høpis­leysa skjóting av grá­ gás fyri Løgtingið, tí at land­ bún­aðurin opinbart stendur fyri fíggjarligum missi av gæsnum. Eg sigi “opinbart”, tí, sum eg og Jens-Kjeld Jensen hava víst á í undanfarnum lesarabrøvum, er hesin pá­ standurin ikki bygdur á hald­góða vitan og gransking. Lands­stýrismaðurin sær eftir øllum at døma burtur frá granskarum, stovnum og feløgum, sum eggjað til størri skynsemi viðvíkjandi Føroysku náttúruni, tí at fíggjarligu áhugamálini rópa harðari enn allar náttúru­ røddir í Føroyum. Tá ið vit nú liva í einum samfelag sum gongur so høgt uppí fíggjarligan vinning, so er tað tankavekjandi at stremba verður eftir at branda Føroyar sum óspilt náttúruferðavinnumál, sam­ stundis sum vit fara so illa við okkara náttúru. Og her er grágásin ikki ein eindømi. Eg kundi eisini nevnt ráns­ veiðuna av náta seinastu árini sum eitt dømi um fyri­ litsleysa atferð mótvegis náttúruni. Fyri nøkrum vikum síðani endurtók Landstýrismaðurin í Vinnumálum Johan Dahl ætlanirnar hjá Ferðaráðnum, sum er at ferðavinnan skal vaksa frá 400 milliónum til 1 milliard í umsetningi í 2020. Í síni seinastu lýsingarherferð leggur Ferðaráðið serligan dent á, at vit hava eina náttúru, sum er “Unspoiled, Untamed og Undiscovered”. Og stjórin í Ferðaráðnum, Guðrið Højgaard, segði eis­ ini í Degi og Viku síðsta summ­ar, at málbólkurin hjá før­oysku ferðavinnuni eru teir útlendingar, sum hava áhuga í náttúru. Hetta ljóðar skilagott, men hetta stendur í beinleiðis andsøgn við før­ oyskan náttúrupolitikk, ella mangulin uppá tað sama; og grágásin er tað feskasta dømi um skilaleysan náttúru­ politikk í Føroyum. Um tað ikki longu er vorið greitt fyri Landstýrismannin í vinnumálum og føroysku ferðavinnuna, so vil eg her­við vísa á, at tað er eitt týðiligt ósamsvar millum, hvussu vit í Føroyum fara við náttúruni, og hvussu vit royna at selja hana úteftir. Tí samstundis sum vit hava eina romantiska uppfatan av, hvussu vit liva tætt saman við náttúruni, so týna og troyta vit nógvar ymiskar fugla­stovnar í Føroyum full­komi­liga uttan nakað skil ella fyrilit. Um vit ikki vísa størri ansni og ábyrgd viðvíkjandi náttúruni, so kunnu vit ikki vænta at draga tey ferðafólkini, sum leggja í náttúruna, til Før­ oya. Hetta havi eg eisini gjørt greitt fyri ferðavinnuni og fyri útlendskum náttúru­ miðlafólkum, tá ið eg havi verið spurdur um støðuna í Føroyum. Tað er avmarkað hvussu leingi vit kunnu lúgva fyri ferðafólki um okkara villu reinu náttúru, tá grágæs verða skotnar og ungar liggja og sløðast deyðir í hungri. Vónin er við hesum at heita á fólk í samgonguni, sum bæði hava moralskan ans viðvíkjandi náttúruni, og sum eisini duga at síggja tað búskaparliga skilagóða í at fara væl við náttúruni, um at fella broytingaruppskotið. So komu boðini aftur til fólkið: “Orsøkin til at vit ikki koma burturúr kreppuni er, at fólkið situr ov fast á pengunum, tey brúka alt ov lítið”. Nú gongur á sætta ári síðani seinastu stóru fíggjar­ kreppuna, sum rakti víða um í heiminum eins og í norðurlondum og her heima á klettunum í Føroyum. Tey fáu spurdu: hvussu skal hetta kunna halda á í longdini? Hava øll longu gloymt hvat 80’ini við sínum ørskapi av forbrúki gjørdu við føroyska samfelagið? Endin var jú, at landið for av knóranum og varð sett undir umsiting. Men nei, vit fingu umaftur og umaftur at vita, at soleiðis átti tað at verða. Tað var gott, at vit brúktu alt tað vit áttu og meira enn so. Manglaði í, ja so var bara at venda sær til ein av peningastovnunum ella onkran annan lániveitara, sum kundi lána tær peningin til tað tú ynskti tær. Tað var hetta, sum fekk hjólini at mæla. Ræðudømi varð grannin fyri norðan, Ísland. Har vóru ongi mørk fyri hvat kundi gerast. Og havt tey kundu keypa. Ikki bara í sínum egna landi, men runt um í øllum heiminum. Fleiri vóru ørkymlaði, men svarið varð aftur og aftur, at hetta var vegurin fram. Soleiðis gjørdist ein verðinstjóð og verðinsborgari. Alt vaks í virði og ikki minst virðisbrøvini kundu gera teg til millióning. Vit skuldu investera alla okkara uppsparing í hesi virðisbrøv, tí so vóru vit tryggjað restina av lívinum og fleiri ættarlið fram. Onki undur í, at fólk at enda trúðu boðskapinum og tóku av lánimøguleikum, sum sendi tey á ørmundar­hús. Bobblan brast og fíggjarheimurin varð lagdur í sor. Øll stóðu púra býtt og skiltu onki, men hugsaðu hvør í sínum lagi, hvør nú skuldi gjalda gildið. Og ikki minni um, hvat varð nú av hasum tryggleikanum? Men har var sum altíð ongin ivi. Tann klóki hevði enn einaferð snýtt tann minni klóka. Tí tá fólk sjálvi høvdu valt at taka av “tilboðunum”, tikið lán og seta alt tað tey áttu uppá spæl, ja so máttu tey eisini taka ábyrgdina av sínum gerðum. Tey høvdu sjálvi valt at lurta eftir ráðgevarunum !!! Men lærdi fólki so nakað av hesum ráðgevunum? Hesin tankin slóð meg, tá eg hendan dagin aftur sá ein “ráðgeva” í eini tíðindasending í sjónvarpi greiða frá, hví vit sita so føst í kreppuni og ikki klára at fáa hjólini at mæla aftur av álvara. Jú vit, fólki, situr alt ov føst á pengunum, vit tora ov illani at brúka peningin vit forvinna. Hugsa ov nógv um at spara upp og alt í verðini ov lítið um at forbrúka. Hevði fólki bara funnið útav hesum, ja so var heimurin langt síðani komin burturúr hesi seinastu fíggjarkreppuni og tað hevði aftur farið at grógvi um gangandi fót. Og eg hugsaði fyri mær sjálvari og hvat so tá kassin enn einaferð er tómur og skuldin er himmalhøg. Tá hevur fólkið aftur feilin, kæri ráðgevi !!! Anna Katrin Matras Samskiftis- og kunningarfólk EYGA MÁLIÐ Kreppuskuld – ein image trupulleiki fyri Føroyar sum “unspoiled” náttúruferðavinnumál Vónin er við hesum at heita á fólk í samgonguni, sum bæði hava moralskan ans viðvíkjandi náttúruni, og sum eisini duga at síggja tað búskaparliga skilagóða í at fara væl við náttúruni, um at fella broytingaruppskotið Sjúrður Hammer