Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 7. mars 2014 · Nr. 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hans Pauli ýlir við sínum úlvum HUXA Hans Pauli Strøm, fyrr­ver­ andi landsstýris- og løg­ tings­maður fyri javnaðar­ flokkin leggur nú aftur eftir landsstýrisins førda politikki. Hann sáar mistreysti og ótryggleika heldur enn at fegnast um ta góðu gongdina í Føroyum. Men tað er slíkum so líkt, sum einki úrslit hava sæð av sínum egna politikki. Nú tvíheldur Hans Pauli um, at skattalættin onga vøkstur hevur skapt. Hetta uppáhald kemur, nú almenn tíðindi m.a. ganga um, at íløgur verða gjørdar fyri 3,2 mia. kr. komandi ár, at byggivinnan hungrar eftir arbeiðsfólki og kappast um lønir. Reyði serfrøðingurin druknar í partapolitiskum ovurkæti og kann illa vera annað enn ónøgdur við alt, sum landsstýrið ger. Hví nevnir Hans Pauli ikki hesi alment váttaðu tølini og tíðindini?: 1. Lønargjaldingarnar eru vaksnar úr 6.701 mió. kr í 2009 til 7.193 í 2013. Vøkstur nærum 500 mió ella ½ mia kr. 2. Privatar høvuðsvinnur eiga meginpart av hesum lønarvøkstri og almennar tænastur minni helvt. 3. Arbeiðsloysið er minkað úr 8% í 2011 (tá Aksel um­ sat fíggjarmál) niður í 4% í januar 2014 (nú Jørgen situr á kassanum). 4. 200 fleiri løntakarar eru komnir seinasta hálva árið 5. Búskaparvøksturin verð­ ur 3% (mett) í 2014 6. Brúkaraprístalið fór 0,6% niður í 2013. Búskapar­ vøksturin var 3%. (Tað merkir, at livistøðið hjá føroyingum er hækkað, og tað er vorðið bíligari at vera føroyingur) 7. Fólkatalið minkaði með­ an Hans Pauli ráddi fyri borgum, men er nú farið at vaksa, øktist við 174 fólkum í fjør 8. Íløgur fyri 3,2 mia. kr. verða gjørdar komandi ár. 9. Treystitalið (t.e. fram­ tíðar­vónir føroyinga) er hækkað, hóast Hans Pauli og andstøðan júka tað øvugta 10. S k a tt a i n n tø ku r n a r vuksu 6% í februar 2014, samanborið við februar 2013. 11. Landskassahallið verður 240 mió. kr. í ár (úr 800 mió kr undir CHE sam­ gong­uni). Arbeitt verður við at fáa hallið burtur í 2016, sum Hans Pauli og kammeratar hava pump­ að upp. 12. Bygnaðarliga hallið mink­ að úr 4,7% av BTÚ í 2010 niður í 1% í 2012. 13. Føroysk fiskiskip og fiska­ virki fáa vaks­andi part av uppsjóvarfiskinum. 14. Fiskiskapurin eftir sild og makreli er metstórur 15. Makrelkvotan verður størsta nakrantíð í 2014 16. Nýtt uppsjóvarvirki er ávegis í Fuglafirði 17. Stórt yvirskot var á gjalds­javnanum í 2013, og yvir­skot á hand­ils­javn­ anum (helst tað sama í 2014) 18. Innflutningurin av byggi­ tilfari er farin at vaksa aftur 19. Húsarhaldsnýtslan veksur 20. Nýggj pensiónskipan frá 1. januar 2014. Hetta ger at pensjónin verður fíggjað við uppsparing – ikki skatti. (Í staðin skýtur javnaðarflokkurin upp at umfordeila frá øllum til tey ríku, við at veita teim vælbjargaðu fólkapensjón seinni. 21. Landstýrið játtar 323 mió kr til íløgur í 2014 fyri at byggja Føroyar enn meiri út. 22. Útflutningsvirðið var 5,2 mia kr (metstórt) í 2013 Javning er ikki svarið Hvat betri hevur Hans Pauli at bjóða føroyingum við útjavning frá teimum, sum arbeiða, til teirra, sum ikki arbeiða ella rýma av landinum; frá teimum, sum fiska ‘ogn Føroya fólks’, til teirra, sum bara krevja sín ‘rætt­vísa lut’ umvegis lands­ kassan? Hans Pauli vil vera við, at bert ein minniluti fekk ágóðan av skattalættanum. Talfrøðingurin, vil ikki virða tey faktuellu tølini, tí heili 14.554 fingu ágóðan av skattalættanum. Hesi 14.554 rindaðu 80% av samlaða skattinum. Nú vil hann vera við, at tey hava fingið ein ósosialan skattalætta. Hvat bagir tær og tínum niðurstøðum Hans Pauli? Flatskatturin er ikki flatari enn so, at ein, ið forvinnur 1,2 mió. kr. rindar ikki bara 10 ferðir so nógv í skatti, sum ein ið forvinnur 120.000 kr. Men 26 ferðir so nógv. 8. mars – nakað nýtt undir sólini? Kristianna Winther Poulsen løgtingskvinna fyri Sjálvstýrisflokkin So kunnu vit á 104. sinni halda 8. mars. Í einum landi, har alt ov fá konufólk síggja eina orsøk til at liva, eigur at vera nógv at tríva í ein slíkan dag. Hvat er so hent síðani seinast? Tað er framvegis ikki raðfestingar á javnstøðuøkinum, sum skapa tær stóru yvirskriftirnar, so her er ikki stórvegis nýtt undir sólini. Politiskt eru tó ávísar broytingar gjørdar, sum serliga ávirka kvinnu- og gentulív. Talan er ikki um risastórar verkætlanir, sum rudda forsíðurnar og sum eru fíggjarliga bindandi fyri nógv ættarlið, men um stillisligar avgerðir, sum siga ein heilan hóp um, hvørji moralsk virðir eru og sleppa at vera galdandi. Og hetta eru ikki virðir, sum leggja upp til betri og meira freistandi karmar fyri gentur og kvinnur í 21. øld. Eingin vilji til Sjálvhjálp Løgtingið ynskir ikki longur at veita ókeypis og óhefta vegleiðing og ráðgeving til kvinnur, sum umhugsa fosturtøku, til barnakonur og til uppihaldarar við truplum korum. Tí frá 1. januar 2014 steðgaði Sjálvhjálpin at virka, uttan at nakað annað líknandi tilboð kom í staðin. Sjálvhjálpin varð sett á stovn í 2007 við donsku Mødrehjælpen sum fyrimynd. Sjálvhjálpin var eitt ókeypis tilboð um anonyma hjálp til sjálvhjálp. Hendan ráðgevingin veitti – óheft av átrúnaðarligum og politiskum hugburði – neutrala og holla fakliga upplýsing, vegleiðing og ráðgeving. Endamálið við Sjálvhjálpini var at veita ókeypis vegleiðing og ráðgeving til kvinnur, sum umhugsaðu fosturtøku, til barnakonur og til uppihaldarar við truplum korum. Í Sjálvhjálpini bar til at skifta orð við prest, sálarfrøðing, sosialráðgeva sexolog og ljósmóður um lívsins avbjóðingar, og tað vóru serliga kvinnur, sum brúktu hetta tilboðið. Eitt gott tilboð er burtur, og somuleiðis eru teir førleikar, sum síðani 2007 eru uppbygdir. Og einki er komið í staðin. Tvungin ráðgeving til vaksnar konur Samstundis sum óhefta ráðgevingin er burtur, skulu vaksnar konur nú frelsast frá sær sjálvum. Tí tær skulu tvingast til ráðgeving, um tær ynskja fosturtøku. Og hetta skal gerast í Gigni – heilsufrøði fyri børn & ung - hvørs upprunaliga endamál so púrt einki hevur at gera við at noyða ein boðskap niðurum høvdið hjá vaksnum konum, sum ynskja fosturtøku. Sambært læknaligari vitan veitir eingin fyribyrging 100 prosent trygd. So allar kvinnur, sum eru seksuelt virknar, kunnu koma út fyri at gerast við barn, uttan at tað var ætlanin. Eisini kann talan vera um sjúku, vánaligar umstøður, neyðtøku ella kynsliga misnýtslu. Tølini fyri fosturtøkur í Føroyum eru nógvar ferðir lægri enn somu tøl úr øðrum Norðurlondum, og eg loyvi mær at ivast í, um tað ber til at fáa hesi tølini longur niður. Rætti mátin er undir ongum umstøðum tvungin ráðgeving. Eingin fyribyrging Eg veit væl, at landsstýrismaðurin í heilsumálum ikki hevur ábyrgd av undirvísing. Men um tað veruliga er so umráðandi fyri hann at fáa talið á fosturtøkum niður, hví so ikki taka stig til eina betri upplýsing um fyribyrging fyri ung? Hesa uppgávu kundi hann álagt Fólkaheilsuráðnum, nú teirra játtan er nógv hækkað. Men so er ikki. At arbeiða fyri betri upplýsing um fyribyrging og sexual-undirvísing kemur eyðsýniliga ikki l a n d ss tý r i s m a n n i nu m í heilsumálum til hugs. Hann skerjir játtanina til gitnaðarfyribyrging, sum er ókeypis ráðgeving um fyribyrging hjá k o m m u n u l æ k n u n u m , meðan hækkaða játtanin til Fólkaheilsuráðið skal brúkast til at fortelja okkum føroyingum, at vit skulu renna og hoppa, heldur enn at roykja og drekka. Mótspæl til blinda liðið Vit hava í seinastuni sæð, at tað er ein lítil flokkur, sum sleppur at bestemma, hvørji virði, serliga tey sum hoyra til niðanvert beltið, skulu galda fyri øll vaksin fólk í Føroyum. Og við støðugum hóttanum um samgonguslit fær hesin flokkurin hini 18 trøllvaksnu fólkavaldu í samgonguni til at akta. Hesi moralsku virðini hava lítla rúmd fyri ungum kvinnum í 21. øld, og tí er neyðugt við einum nógv greiðari mótspæli. Góðan 8. mars øll somul.