hósdagur 6. mars 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mars 2014 · Nr. 28
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Minningarorð um
Margit L. J. Glerfoss
Yrkt um mína elskaðu ommu, Margit
Eg sakni teg hvønn tann einasta dag,
men hvat kann eg gera við tað?
Eg kann koma oman til tín,
men tú kanst bara ikki koma niðan til mín.
Hevði tú verið her í dag,
So hevði tú meg í fermingarkjólanum, frá tær, havt sæð.
Tá eg fór at ferðast, hevði eg sagt farvæl við teg,
og tú hevði kyst meg á kjálkan og klemmað meg.
Vit hava litað tógv, gingið túrar og turkað bløð,
Ja, tá tú fór, tá stóð nógv at royna saman við tær enn í røð.
Men tá tað ikki kann gerast saman við tær,
so má eg bara ímynda mær, at tú gerst tað saman við mær.
Nú tað eru jól, so áttu vit at gera piparnøtur og piparkøkur,
men tað ber heldur ikki til at gera uttan teg og uppskrivtina.
Nú má eg hyggja í bøkur.
Tú hevði kunnað sæð tað vakra jólatræið, sum er so vakurt
prýtt
Ja, her kemur hvønn dag okkurt nýtt.
Nú eri eg skjótt liðug í skúla, skal fáa prógvið um eitt ár og
so víðari út í heim at læra,
fari at brúka okkurt, sum eg havi frá tær lært, tað man eg
fara.
Eg fari eisini á skótaferð til Japan og so á eftirskúla úti í
náttúruni at uppliva,
at kynda bál, gera mat, sova undir opnum himmali, ja, eg
fari at tiva.
Men hóast tað, so komi eg onkuntíð til tín,
og tá er grøvin pynta. So fín, so fín.
Vildi ynskt, at tað ikki var kirkjugarðin, eg skuldi fara, um
eg vil vitja teg,
vil fara út á Argir, har sum tú altíð var og onkutíð prátaði
við meg.
Hví skuldi alt enda so? Hví alt?
Tað er hjá mær so syrgið og kalt.
Tað fer ikki ein dagur framvið her,
uttan eg hugsi: “Verð hjá mær, bara verð!”.
Onkuntíð komi eg til tín til eitt tos,
men tað er bara tá, eg leingist eftir tær, ella alt er á gos.
Eg verði kedd av og á,
og tað er tú, sum hjálpir mær víðari tá.
Hóast eg ikki kann tosa við teg,
so føli eg, at tú hevur samband við meg.
Hóast eg ikki hoyri teg,
so hoyri eg røddina tosa við meg.
Hóast eg ikki kann nerta við teg,
so merki eg hitan frá tær, tá tú klemmar meg.
Hóast eg ikki kann lukta teg,
so lukti eg luktilsið, tá tú “gongur” framvið meg.
Eg vildi ynskt, at tú var her hjá mær nú,
so kundu vit sitið og práta. Bara eg og tú.
Vit kundu spunnið hár, sum tú ætlaði at læra meg at gera,
men tað má bara har við vera.
Nú vil eg ynskja tær eini friðarlig jól og eitt gott nýggjár.
Á, nú merki eg okkurt renna niður kjálkarnir. Tað eru sølt
tár.
Nú árið skjótt er liðið,
mást tú hvíla víðari í friði.
Bjørk Dávadóttir Glerfoss,
yrkt tann 24. desember 2013
10. februar fingu Lisbeth og Jóannes Næs Klaksvík eina dóttir.
Hon vigaði 3600gr og var 50cm
4. mars fingu Anne Mette Greve Klemensen og Leif Hansen,
Fuglafirði, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 3700 gr.
24. februar fekk Rasmus eina lítlasystur. Hon var 51 cm long
og vigaði 4142 gr. Foreldrini eru Maria Rólandsdóttir í Skorini
og Teitur Haraldsen Albinus, Horsens.
22. februar fingu Tórfríð og Dánjal Tavsen, Sørvági, ein son.
Hann var 53 cm langur og vigaði 3600 gr.
17. februar fingu Martha og Hávarður Joensen, Eiði, ein son.
Hann var 54 cm langur og vigaði 3620 gr.
Føðingar