Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 7. mars 2014 · Nr. 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Minningarorð um okkara góðu vinkonu Juliannu Jørgensen 07.03.92 – 21.07.13 Í dag 7. mars, hevði Jul­i­anna blivið 22 ára gomul. Tað er nógv man kundi sagt um okk­ara góðu vinkonu, Jul­i­ annu. Tað er ikki til at skilj­a, at hon sum bert 21 ára gom­ ul, so brádliga varð tikin frá okk­um. Í 1999 byrjaðu vit í 1. flokki sam­an í Argja Skúla, og hetta gjørd­ist byrjanin upp á okk­ ara vin­ar­band. Julianna var røsk og pligt­ upp­fyll­andi í skúlanum, ser­ liga dámdi henni væl stødd­ frøði, sum hon eisini dugdi sera væl. Tað eru nógv góð minn­ir frá fólkaskúlatíðini. Ser­liga teir mongu túrarnir á bygd, og ikki minst túrurin í Dan­mark. Julianna var ein fitt, smíl­ andi og vøkur genta – ein sonn sól­strála. Hurðin hjá Juliannu stóð al­tíð opin, og hon dugdi so væl at fáa ein at føla seg væl­ komn­an. Kom ein forbí, so var hon al­tíð klár við einum drekk­ a­munni. Og tað var henni ong­an­tíð nakar trupuleiki at baka okkurt gott afturvið. Vit minnast aftur á barn­a­ ár­ini, har vit ofta komu heim til for­eldr­ini, Didde og Jógv­ an, og altíð føldi man seg væl­ komnan har. Har var altíð so heim­ligt og hugnaligt, og tað er tað enn. Hetta førdi Julianna sann­ i­liga víðari í sítt nýggja heim á Bíggj­ar­vegnum, saman við Bárði og Jógvani. Julianna var málrættað og visti, hvat hon vildi í lívinum, og henn­ara størsta ynski var at skapa eina familju. Hetta gjørdu hon og Bárður so væl sam­an – tað er Jógvan størsta prógv­ið uppá. Vit eru sera stolt­ar av øllum tí, hon megn­aði í lívinum. Og serliga gleð­ir tað okk­um, at hon fekk sítt ynsk­i­barn, áðrenn hon fór her­frá. Hon var drívmegin, har hon var. Tað seinasta, vit løgdu til rætt­is saman, var túr­urin til Mykinesar, har vit ætl­aðu at fara fáar dagar eft­ ir, hon fór herfrá. Hesum stóð hon eisini á odda fyri. Hevði tað ikki veri­ð fyri hana, hevði hetta allar­helst ikki komið upp á tal. Julianna var ein íðin fim­ leik­ari. Hon bæði vandi sjálv og var venj­ari. Hetta dámdi henni sera væl, og somuleiðis dámdu genturnar hana væl. Aftan á summarfrítíðina skuldi Julianna verið byrj­að upp á næsta árið á Handils­ skúl­a­num­, eftir at hava verið í bars­il við Jógvani. Hon ar­ beiddi á Hvonn í fleiri ár. Byrj­aði sum pitsahjálpari, og seinni arbeiddi hon eisini sum tæn­ari. Hon var eitt sel­skabs­ menn­iskja. Og var tað upp til hana, so høvdu vit bind­i­ klubb ­tvær ferðir um vikuna. Hon hevði aldrin ov nógv fólk rundan um seg. Julianna elsk­aði familjuhugna. Tað var fast­ur táttur at fríggjakvøld var fam­ilju­kvøld ­hjá fam­ ilj­uni Jørg­en­sen, og hetta gleddi hon seg altíð til. Altíð var hon so løtt av lyndi. Hetta speglaðist aftur í henn­ara útstráling. Eisini sást hetta aftur í hennara lit­ føgru klæðum, og hár henn­ ara, ið hevði havt allar æl­a­ bog­an­s litir. Góða Julianna, túsund takk fyri alt tú hevur verið fyri okk­um. Tú hevur verið ein fant­ast­isk vin­kona, og vit eru sera takk­samar fyri at hava lært teg at kenna. Vit fara at gera okkara fyri, at Jógvan skal vita, hvussu eitt fan­tast­iskt menniskja og mamma tú vart. Eisini lova vit tær, at vit allar fara at halda sam­an júst sum tú hevði ynskt tað. Tú verður goymd í okkara hjørt­um. Vit fara altíð at elska teg. Eitt er so sikkurt og vist, og tað er at himmalin er bliv­ in ein eingil ríkari. Vit síggj­ ast ein dag. Vinkonurnar Hilbert Elisson Á sera áhugaverdum fundi - mikukvøldið 5. mars 2014 – í Glæmuni í Kvívík sat undirritaði við stórum áhuga og lurtaði eftir sjónarmiðum hjá politikarum og ikki minst teimum eldru, viðvíkjandi yvirtøkuni av eldraøkinum. Málið um útleggingina av eldraøkinum, sum lands­ stýriskvinnan, Annika Olsen hevur lagt fyri Løgtingið, er eitt sera umfatandi mál, sum kommunurnar í Føroyum væntandi skulu yvirtaka í næstum. Tað er eingin ivi í mínum hugaheimi, at kommunurnar klára at røkja økið væl betur enn vit nú eru vitni til. Tað eru óivað alt ov nógvar óneyð­ugar funktiónir, sum helst kostað óneyðuga nógv­ ar umsitingarkrónur, í ver­ andi skipan. Og hetta er ein stórur trupulleiki fyri hesar tænastur. Og hetta má og skal broytast, táið kommunurnar yvirtaka eldraøkið. Tað vóru sera nógvar við­komandi og sakligar við­ merkingar frá teimum eldru áhoyrarunum á fundinum. Sjónarmiðini eru greið frá teirra síðu, og serliga ynskja tey eina einklari skipan fyri tænastunum í framtíðini. Tey eru ikki serliga væl hoyrd seinastu nógvu árini, um hvørjar tænastur eru bestar fyri júst tey. Tað er sjón fyri søgn má sigast. Ført varð m.a. fram á nevnda fundi, at málið um yvirtøkuna, snýr seg alt ov nógv um, at vit skulu yvir­ taka umsitingina av røktar­ heimum, sambýlum, sum vit vita kosta sera nógv í rakstri. Ov lítið verður nevnt um styrktar heimatænastur sum tey nógv heldur vilja hava fyri pengarnar. Eitt røktarheimspláss kost­ar umleið 2 mill. at byggja, og 500.000 kr. at reka árliga. Tað fáast óivað nógvir heimarøktartímar fyri hesa upphædd, og vit eiga at endurskoða tilboðini til eldra­økið eftir eina yvirtøku um hon verður veruleiki 1. januar 2015. Sjálvandi eru tað fleiri sum hava brúk fyri slíkum tænastum sum eitt røktarheimspláss er – ser­liga sokallaðir tungir patientar – og hesi tilboð eiga eisini framhaldandi at verða. Men ikki øll sum blíva gomul hava brúk fyri ein­um røktarheimsplássi. Langt frá tí. Og tað eiga vit at lurta eftir, tí at tað eru tey eldru sum brúkarar av tænastunum, sum vita best hvør tørvurin veruliga er. Her hava land og komm­ unur helst tikið ov rívan til seinastu árini, um man lurtar eftir teimum gomlu, sum tora at siga sína hugsan um raðfestingarnar innan eldraøkið. Tey allarflestu – eini 85% - siga seg vilja heldur búgva heima, og vilja hava heima­ røktina at gera meira arbeiði á tí økinum. Er tað tá rætt, at vit hava bygt so fín og ikki minst dýr røktarheim til okk­ ara eldru? Tørvurin er nøktaður innan røktarheim til tyngru patientarnar nú, og nú mugu vit leggja annan bógv innan og fáa skil á, hvussu vit skilabetur kunnu brúka skattakrónurnar innan eldra­økið. Ein møgulleiki sum er nevndur ofta í hesum máli er, at vit eiga at fáa broytt bústaðarmynstur okk­ara so­leiðis, at vit fáa bygt eldra­ íbúðir til okkara borgarar at flyta í. Tá verður tað óivað lætt­ari og enn biligari at veita heimatænastur. Ein annar vinnngur við hesum er, at vit soleiðis lætta um trýstið – sum fleiri kommunur líða undir - at útvega fleiri lutfalsliga dýr grund­øki til teir yngru borg­ ararnar, sum vilja seta føtur undir egið borð. Tað er eisini sera ør­kyml­ andi fyri okkum sum skulu yvirtaka raksturin av eldra­ økinum, at vit hava so stutta tíð til at viðgerða yvirtøkuna, áðrenn lógin væntandi skal samtykkjast í Løgtinginum. Men kanska er tað bara soleiðis, at um kommunurnar ikki fá málið at umsita sum skjótast, verður alt bara enn órationellari og dýrari sum tíðin ferð undan okkum. Tað hava vit ikki ráð til. Hava land og kommunur skotið yvir mál á eldraøkinum?