Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-06, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 28 · 7. mars 2014 6 VIKUSKIFTI Hvat er starv títt? – Fólkatingsmaður. Hvat er tað besta við at vera Fólkatingsmaður? – Eg havi sera gott fólk afturat mær, uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar, og tað vit gera, munar. Hvør hending er hin mest sermerkta tú hevur upplivað á Fólkatingi? – Einaferð »boykottaði« eg ein frikadelludøgurða, har forætisráðharrin var vertur. Tað var bert ein ironisk tilsiping til makrelboykottið – men tað fór um alla pressuna uppá ein dag. Og einaferð takkaði eg Lars Løkke Rasmussen fyri eina øl. Eisini tað fór um alla pressuna. Tað sigur eitt sindur um hvat fólk vil hava – ella hvat journalistar halda fólk vilja hava. Hvussu er at ferðast so nógv? – Tað er tað strævnasta við starvinum. Hinvegin: Eg hitti fólk sum eg annars ikki hevði hitt – og fleiri mál, sum eg havi tikið upp á Fólkatingi, eru sprottin úr samrøðum, sum eg havi havt umborð á Atlantic Airways. Annars fái eg eisini lisið og skrivað í flogfarinum, so øll ferðingin er ikki spill-tíð. Hvønn tónleik dámar tær best? – Gamlan blues. Annars er tónleikur ikki mítt "element". Hvat ger teg í góðum lag? – Tað er so nógv. At hugna mær saman við synunum. At vera túrar – stuttar og langar. At skriva okkurt sum situr. At skipa fyri onkrum sum riggar. Men kanska serliga tá fólk flenna sum respons uppá eitt undirhald – tað eru stjørnustundir. Hvat ger tú í frítíðini? – Eri mest saman við familjuni. Lesi. Geri okkurt undirhald nú og tá. Skal súkkla til París í summar, so siti eitt sindur í saðlinum. Ferðast tú í egnum landi? – Onkran summarhús-túr og onkran tjaldingartúr verður tað til, ja. Er tú til aktiva feriu ella vil tú sleikja sól á strondini? – Aktiva. Hinvegin: Tá hann hevði ligið av Eystnesi við regni í tríggjar myrkar mánaðir, kann eg gott síggja eina strond fyri mær. Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum? – Tí føroyska tá tað liggur fyri. Hvønn ítrótt dámar tær best? – Fótbólt. Hvat er tín lívrættur? – Ræstur fiskur við sterkari garnatálg og spiki. Hvør bók liggur á náttborðinum? – Tríggjar beint nú: 1) Thinking, Fast and Slow, eftir Daniel Kahneman. Frálík bók um hvussu heilin virkar – og hvussu hann kann snýta okkum. 2) Kristin Lavransdóttir II, eftir Sigrid Undset. Norðurlendskur klassikari um eina sterka kvinnu í einum patriarkalskum samfelag – í frálíkari umseting hjá Edvardi Olsen. 3) Team of Rivals – The Political Genius of Abraham Lincoln eftir Doris Kearn Goodwin. M.a. um hvussu neyðugt tað er bæði at vera idealistiskur og pragmatiskur í politikki. Í Ukreina tosaðu tey um at býta landið í helvt, so tey, sum halda við ES, fáa sína helvt og tey, sum halda við Russlandi og Rambowannabe ribbaldinum Putin, fáa sína helvt. Men so var ES fyrr enn Russland í Ukreina og fekk tey at binda frið og lissurnar eina løtu. Russar komu so eisini seinni, nakað seinkaðir. Men tað var annars eitt frálíkt hugskot, hatta at býta landið í helvt, tí so kann borgarakríggið konventera til marknastríð. Hetta, at býta lond sundur, er roynt áður, oftast við brúkiligum úrsliti. Vit áttu at roynt her í Føroyum, hóast tað verður nakað tað saman sum at býta eitt null í helvt, tí landið er so lítið. Vit kunnu býta Føroyar millum teirra, sum halda við Danmark, og teirra, sum halda við Føroyum. Níggju oyggjar í part og harafturat hvør sína helvt av Tindhólmi og loftrúminum. Men kanska er hugskotið ikki so gott kortini. Sundurlyndið fer at gera, at hvør helvtin síðani skal býtast í nógvar partar, og so verða bara útoyggjar eftir. Nakað samveldi verður ikki, men sundurveldi. Einasta samband millum hjálondini og hjálondini verða tunlar. Næstu ferð mjólkarprísurin fer upp, sama hvør liturin er, flyti eg til Danmarkar at drekka mjólk. Ikki vatn, tí tað kostar í Danmark. Her er so dýrt, so dýrt í Føroyum. Hoyrdi nú ein vátan dag, at Lúruta Systirin kemur ikki kortini í summar at kappast við nýggja Betesda um sálirnar. Hon hevur ikki ráð. Tað er so dýrt at flúgva til Føroya, at konsertferðir eru útilokaðar. Enn eitt dømi úr rúgvuni. 90 kr. fyri fimm tímar við Smyrli, alt alt ov nógv. Tá eg eri fluttur til Danmarkar, kann eg vitja mammu mína. Hálvan annan tíma við toki fyri 120 kr. Og tað er ein prísur, sum ikki koppar nakrari fíggjarætlan hjá Hr. og Fru Jensen ella flóttum úr Føroyum. Men, bíða nú, tá Smyril er vorðin privatur, verður flogið nógv betri – og bíligari, nógv bíligari. Mjólkarvirkið er privat. So mjólkin er ikki dýr. Hon er bílig. Eingin grund til at rýma. Ein sannleiki kann sigast og skrivast so ofta, at hann gerst ein lygn. Eisini tí, at í Føroyum fáa vit Bíbliuna fyri einki, tvær enntá í postkanna, dupultan ævigan sannleika fyri einki. Í Danmark kostar Bíblian pengar. Men tað ber sjálvandi til at stjala eina á onkrum hotelli. Tær plaga at liggja í ovastu og einastu skuffuni í náttborðinum, so pláss ikki er fyri nógvum øðrum har. Tað er synd og tíggjuboðabrot at stjala. Men tað veldst um, hvat verður stolið. Og heilt ókeypis verður hon ikki kortini. Tí tað kostar at gista á hotelli, eisini í Danmark. Í fjølmiðlunum telgja tey sær fanar. Knívurin er hvassur. Í Danmark eru nóg nógv fólk nú, so tykkum nýtist ikki at gera fleiri børn í Føroyum. Tá eg var hálva øld yngri, stríddist eg sum flestir javnaldrar tá við at yrkja og skriva søgur og sjónleikir. Men eg gavst og tveitti allan mín skaldskap, millum annað minst tvær byrjaðar skaldsøgur og ein næstan lidnan sjónleik, í ovnin, tá ein floksfelagi gav mær hesa yrkingina, Reyð og blá, eitur hon. Hana goymdi eg. Og fann hana nú ein dagin, av tilvild millum pappír frá óvitaárunum. Yrkingin er soleiðis. Hon er fitt, haldi eg. Og hon var bara eittans ørindi, tað eg minnist: Hatta riggar ikki/ segði tú, tá eg málaði gongini reyða og bláa/ Tá tú komst inn úr kuldanum/ við reyðum kjálkum og bláum eygum/riggaðu tit báðar. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Sjúrður Skaale lagt til rættis: Leo Poulsen Ræstur fiskur við sterkari garnatálg og spiki Tað er lívrætturin hjá Sjúrða Skaale. Hann hevur einaferð »boykotta« ein frikadelludøgurða hjá forsætisráðharranum, og tað fór um pressuna uppá ein dag. Fleiri mál, hann hevur tikið upp á Fólkatingi eru sprottin úr samrøðum umborð á Atlantic Airways. Og tá hann hevði ligið av Eystnesi við regni í tríggjar myrkar mánaðir, kann hann gott síggja eina strond fyri sær Reyð og blá sundurveldi