hósdagur 6. mars 2014síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 28 · 7. mars 2014
5
VIKUSKIFTI
hann sjálvur kennir onkrar læknar og
serfrøðingar innan neurologiska økið.
Men heldur ikki har dugdu tey at siga,
hvat honum feilti.
Í november mánaði í fjør bleiv Elis
Poulsen sendur til Danmarkar, har
hann var í næstan ein mánað. Eftir at
hava verið kannaður fyri alskyns sjúk
ur, kundu læknarnir endiliga siga hon
um, hvat honum bagdi.
– Eg visti ongantíð veruliga, hvat
teir kannaðu meg fyri, og tí hugsaði eg
um nógvar ymsar sjúkur, sum eru nógv
meira álvarsamar enn Parkinson og eru
enntá deyðiligar. Onkursvegna var tað
tí eitt lætti, tá læknarnir í Danmark
søgdu, at eg hevði Parkinson, fortelur
Elis Poulsen, sum sjálvandi fekk ein
hvøkk, tá boðini komu.
– Tað fyrsta, eg hugsaði, var, hvussu
álvarsamt hetta mundi vera, og hvussu
skjótt tað fór at ganga skeiva vegin
hjá mær. Tíbetur vísir tað seg, at eg
eri rímiliga væl fyri í mun til aðrir
sjúklingar við Parkinson. Nú havi eg
ein svág í Íslandi, sum hevur havt
Parkinson í eini 18 ár, so eg kendieitt
sindur til sjúkuna, sigur Elis Poulsen.
Óbodni gesturin
Tá Elis Poulsen hevði fingið staðfest
Parkinson, fór hann aftur til Føroya og
til tann vanliga gerandisdagin.
– Eg segði við meg sjálvan og mín
um nærmastu, at lívið má ganga sína
gongd, og nú mugu vit sum frægast
royna at liva víðari, hóast eg havi hesa
sjúkuna. Og so setti eg mær fyri, at skal
eg megna at liva við Parkinson, má eg
taka sjúkuna sum ein óbodnan gest, ið
eg sum frægast má royna at gera til
ein vin, sigur Elis Poulsen, sum longu
dagin eftir, hann var komin heim úr
Danmark, fór aftur til arbeiðis í Kring
varpinum.
Hann vildi helst hava, at lívið helt
fram sum vanligt, hóast hann nú hevur
Parkinson.
– Tá familjan og tey nærmastu ann
ars fingu boðini, blivu tey sjálvandi
kedd. Vit hava havt sjúku í familjuni í
nógv ár, so á tann hátt duga vit at taka
tað. Vit skilja, hvussu tað er. Eftir at eg
hevði fingið staðfest Parkinson, løgdu
vit eina ætlan fyri framtíðina, har vit
søgdu, at nú broyta vit eitt sindur upp á
lívið, og so skal alt nokk fara at ganga.
Og tað er tað vit gera – vit royna at
liva tað normala lívið og njóta tær góðu
løturnar, meðan vit hava tær, sigur Elis
Poulsen.
Hildu meg vera fullan
Hetta seinasta árið hava fólk so við og
við lagt til merkis, at Elis Poulsen er
nakað broyttur.
– Tað bæði sæst og hoyrist á mær.
Eitt nú hava fólk hildið meg verið
súran, tí eg ikki síggja eins glaður út
í andlitinum, og eg plagi. Eisini hevur
onkur hildið meg verið fullan, tá eg havi
tosað í útvarpinum, men tað er sjúkan,
sum ger, at vøddarnir í hálsinum gerast
meira slappir, og tí havi eg ikki so gott
tamarhald á røddini, sigur Elis Poulsen
og heldur fram:
– Longu tá eg var í Danmark gingu
søgur um, at eg feilti bæði eitt og
annað. Søgur sum als einki hald var
í. Men tað er nakað, ið vit sum familja
hava upplivað fyrr, tá dóttir okkara var
sjúk, so tað at fólk gjørdu sínar egnu
gitingar var nakað, vit kendu alt til,
sigur Elis, sum tó ikki hevur tikið sær
tær mongu ósonnu søgurnar nær.
– Familjan hevur altíð havt tann
hugburðin, at lat tey um tað, vit vita,
hvussu vit hava tað, og hvør veruleikin
er, sigur Elis Poulsen.
Tað er ikki fyrr enn nú, nakrar
mánaðir eftir at sjúkan bleiv staðfest,
at Elis Poulsen velur at traðka fram al
ment og fortelja um sjúkuna.
– Mann skal finna útav, nær tíðin
er búgvin til, at mann kann fara út og
fortelja tað. Eg veit, at søgur hava leingi
gingið, og fólk hava tosað um meg og
gitt seg til ymsar sjúkur. Onkuntíð
hugsi eg, hví tey ikki bara spyrja meg
beinleiðis heldur enn at gera søgur, sum
einki hald er í, sigur Elis Poulsen.
Hevur góðar vónir
Spurdur, hvussu hann hevur tað í dag,
er hann skjótur at svara.
– Eg havi tað ólukksáliga gott. Eg eri
glaður og veit, at eg kann fáa nógv góð
ár afturat, tí hóast onkrar avbjóðingar
eru, so doyrt tú ikki av Parkinson, sig
ur Elis Poulsen, sum roynir at gera sítt
til, at hann kann liva best møgiligt við
sjúkuni.
– Eg royni at røra meg nógv, gangi
túrar, venji fitness og dansi nógv. Tað
hjálpir væl og er eisini við til, at eg ikki
nýtist at fáa so sterkan heilivág, fortelur
Elis Poulsen.
Hann dylir tó ikki fyri, at hann
hevur gjørt sær ymsar tankar um
starvið sum útvarpsmaður, nú røddin
er ávirkað av sjúkuni.
– Eg vóni bara tað besta, og at eg
kann halda fram við mínum starvi eitt
sindur enn. Sjálvandi eri eg til tíðir eitt
sindur bangin um, hvussu alt hetta nú
fer at laga seg, tí eg elski mítt starv og
føli, at eg havi eina rúgvu, sum eg vil
náa at gera sum útvarpsmaður. Eg má
bara taka tað, sum tað kemur og royna
at síggja tað góða og positiva í lívinum
og takka fyri, at eg yvirhøvur havi
fingið ta gávuna at vera her á foldum,
sigur Elis Poulsen.
myndir: Álvur Haraldsen
Elis Poulsen við skrivaraborði í
Kringvarpshúsinum í Sortudýki, har
hann hevur arbeitt í skjótt 25 ár