hósdagur 6. mars 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 28 · 7. mars 2014
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
– Tað er kanska júst í slíkum støðum,
sum tann eg eri í nú, at tað ikki er so
stuttligt at vera ein almennur persónur.
Fólk vita, hvør tú ert, og tey síggja og
hoyra, at alt ikki er, sum tað plagar at
vera. Og so er tað, at tey byrja at tosa
um teg, sigur 61 ára gamli Elis Poulsen,
sum man vera eitt av kendastu fjøl
miðlafólkunum í Føroyum.
Í november mánaði í fjør fekk hann
staðfest Parkinson. Ein sjúka, sum
millum annað hevur ávirkað vøddar
nar í fingrunum, andlitinum og eisini
røddina hjá fólkakæra útvarpsmann
inum.
– Lívið gongur sína gongd, hóast eg
eri blivin sjúkur. Nú royni eg bara sum
frægast at venja meg við ein øðrvísi
gerandisdag, sigur Elis Poulsen.
Merkti smáar broytingar
Tað var í januar mánaði í fjør, at Elis
Poulsen legði til merkis, at alt ikki var,
sum tað plagdi.
– Eg var ikki væl fyri. Eitt nú legði
eg merki til, at eg hevði trupulleikar við
rørslunum í tveimum fingrum á aðru
hondini, og eisini var tað blivið strævn
ari hjá mær at syngja, tá eg var í kirkju.
Tað var soleiðis, eg bleiv varugur við,
at alt ikki ruggaði rætt, fortelur Elis
Poulsen og heldur fram:
– Tað var alt eitt sindur løgið, og eg
byrjaði at hugsa, hvat hetta mundi vera
fyri nakað. Eg hevði skjótt varhugan
av, at mær bagdi okkurt álvarsligt, og
at hetta ikki bara var nakað fyribils,
sigur Elis Poulsen.
Tíðarskeiðið, tá Elis Poulsen byrjaði
at merkja broytingarnar í kroppinum,
hevði hann leingi kent seg ótryggan og
undir einum ávísum trýsti orsakað av
rationaliseringum, sum blivu gjørdar
í Kringvarpinum, har hann hevur
starvast í skjótt 25 ár. Sjálvur heldur
hann, at hetta hevur ávirkað heilsuna.
– Uppsagnir fóru fram á stovninum,
og vit vóru øll óttafull. Sjálvur bleiv eg
settur niður í tíð, og tað tók eg mær
eitt sindur nær. Á einum fundi í januar
mánaði segði stjórin, at nú blivu ikki
fleiri broytingar gjørdar á hesum sinni,
og tá var tað líkasum, at tað lætnaði
fyri mær, men samstundis var tað tá, at
eg av álvara merkti, at eg ikki hevði tað
so gott, greiðir Elis Poulsen frá.
Hann royndi tó sum frægast at hava
ein vanligan gerandisdag, hóast hann
visti, at okkurt bagdi sær.
– Eg tosaði við tey nærmastu um
heilsustøðuna, men annars helt eg alt
meira fyri meg sjálvan. Eg hevði tað
gott sum so, men hugsaði um, hvat
fór at henda tíðina frameftir, tá eg nú
merkti broytingar við tveimum fingr
um og eisini røddini.
Staðfestu Parkinson
Tað gekk ikki long tíð, og so fór Elis
Poulsen til læknan, tí løgna kenslan í
fingrunum og broytingarnar í røddini,
fingu hann og hansara nærmastu at
stúra fyri álvarsamari sjúku.
Leingi gekk hann til ymsar kann
ingar, men læknarnir høvdu trupult
við at staðfesta nakra ávísa sjúku.
Eitt skifti var hann eisini í Íslandi, har
Eg hugsi
nógv
– Sjálvandi hugsi eg nógv um sjúkuna, og hvussu hon kann ávirka
meg í framtíðini. Hinvegin nyttar ikki at stúra ov nógv, og tí
taki eg bara ein dag í senn. Soleiðis sigur kendi útvarpsmaðurin,
Elis Poulsen, sum hevur fingið staðfest sjúkuna Parkinson
um sjúkuna