hósdagur 6. mars 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 28 · 7. mars 2014
8
VIKUSKIFTI
LURTA LES & UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Minnini um tann fyrsta dystin
í tí fyrsta HM-endaspælinum
í fótbólti eru at finna úti
á gøtuni í Montevideo
Á ferð í Uruguay 7. partur
Montevideo-búgvar áttu eina
vakra tokstøð, sum nú er við
at forfalla. Samstundis er
stjórnin hjá José Mujica í gongd
við at royna at gera rúsevnið,
marijuana lógligt í Uruguay.
Sjáldsami forsetin í Uruguay,
José Mujica er í gongd við at syrgja
fyri, at Uruguay fer at verða kent
kring allan heimin fyri annað, enn
bara fótbólt og gott neytakjøt.
Tað hevur vakt eitt bland av
kenslum millum fólk í Uruguay,
og eisini eitt bland av kenslum
hjá fólki uttanfyri Uruguay, at
tann sosialistiski forsetin, José
Mujica, sum annars letur 90
prosent av tí hann forvinnur til
góðgerandi endamál, nú er farin
at arbeiða fyri, at Uruguay skal
gera rúsevnið, marijuana lógligt.
Biður umheimin um hjálp
Og José Mujica er veruliga farin
útum landoddarnar hjá Uruguay,
fyri at fáa stuðul fyri ætlan síni,
at marijuana skal gerast lógligt.
José Mujica vil hava umheimin
at hjálpa Uruguay at verða eitt
sosiopolitiskt royndarland fyri
lógligum marijuana, fyri at gera
enda á tí stóra, ólógliga rúsevnis
handlinum. José Mujica hugsar
nærmast í norðurlendskum
breytum, tí hann vil hava, at
staturin í Uruguay skal taka sær
av søluni av marijuana, júst sum
tað almenna í Finnlandi, Svøríki,
Noregi, Íslandi og í Føroyum tekur
sær av rúsdrekkasøluni í almennum
einkarsølubúðum. Myndugleikarnir
meta, at tað eru umleið 120.000
fólk í Uruguay, sum regluliga
royna marijuana, og nú vil José
Mujica, at staturin í Uruguay skal
stýra søluni. Stóra grannalandið,
Brasil, og USA, sum altíð vil
hava eitt orð at siga í teimum
amerikonsku heimspørtunum eru
als ikki fegin um uppskotið hjá
José Mujica um at gera marijuna
lógligt. Tann viljasterki Mujica
heldur kortini uppá sítt, og roynir
at vísa á, at avleiðingarnar av
ólógligum rúsevnishandli eru
nógv verri, enn avleiðingarnar
av rúsevnunum sjálvum.
Fyrsta HM-málið
úti á gøtuni
Undirritaði og Ivan Eginsson
Eysturland ferðaðust kortini ikki
í teimum býarpørtunum í Monte
video, har marijuana er nógv uppi
og vendir. Tann eina dagin fóru
vit út á gøtuna í Montevideo at
Japanarar dyrka sang hjá
føroyskum sangskrivarum
Legendariskir spælimenn verða
heiðraðir í Gøtu leygarkvøldið
Við hvørt skulu verulig listafólk spíla
seg út og fáa einglarnar at syngja
Tað eru liðin 40 ár, síðani
Spælimenninir í Hoydølum
fóru at spæla saman.
Spælimenninir í Hoydølum var
stovnaður sum spælimannabólkur
á studentaskúlanum í Hoydølum
í 1974. Beinanvegin var eftir
spurningur at fáa bólkin at spæla
til dans og konsert. Nærum
hvørt vikuskifti í trý ár var spælt
í Vági, Fuglafirði, Klaksvík,
Skálavík, Sørvági, Nólsoy, Vest
manna, Tvøroyri, nógvastaðni
í Havn, í Húsavík og á Sandi.
Spælimenninir gjørdist so við og
við til eitt savningarstað, eisini fyri
fólkatónleikarar úr øðrum londum.
Tónleikarar úr Skotlandi, Svøríki,
Noregi, Danmark og USA hava
verið partur av Spælimonnunum
í Hoydølum, og verða fleiri teirra
eisini við til heiðurstiltakið,
sum nú verður í Gøtu.
Í 1977 vóru Spælimenninir á
fyrsta sinni á konsertferð uttan
lands og hava síðani ferðast
kring allan heimin og spælt.
Leygarkvøldið verður Spæli
menninir heiðraðir í Gøtu á
tiltaki, ið verður kallað Vársfólk.
Luttakandi bólkarnir verða
Spælimenninir í Hoydølum
1974 - 1978, Spælimenninir
1978 - 2014, Kvonn, Nólsoyar
Spælimenn og Alister & co.
Spælimansbólkarnir fara
at spæla nakrar húskonsertir
í nøkrum heimum í Syðrugøtu
frá kl. 20.00 til kl. 22.00. Frá kl.
22.30 verða konsertir og dansur
við somu bólkum í Tøting.
Í norðurnorsku
bygdini Berlevåg
liva fólk einfalt og
gudsóttandi. Tvær
eldri kvinnur, sum
búgva undir sama taki, hava tikið
eina franska kvinnu til sín, eftir at
hon flýggjaði undan ófriði í París.
Hon tænir í húsunum og ger ikki
nógv hóvasták burtur úr sær.
Franska kvinnan eitur
Babette og var einaferð ein
kendur kokkur á fínari matstovu
í París. Men í Berlevåg hevur
hon lært at gera tann einfalda
matin, sum fólkið har vil hava.
Tá ið Babette vinnur 10.000
frankar í happadrátti heima í
Fraklandi, ger hon av at skipa fyri
veitslu í sambandi við hundrað ára
dagin hjá gamla próstinum, sum
var pápi kvinnurnar, hon býr hjá.
Hon skipar fyri einari gourmet
matskrá uttan sín líka, og
fólkini í Berlevåg fáa ein smakk
av fínasti fronsku matgerðini.
Men hvat hendir, tá ið varna
bygdarfólkið, sum eisini hava
síni innanhýsis stríð, koma
til veitsluna hjá Babette?
Heimskendi danski
rithøvundin Karen Blixen
skrivaði nakrar framúr góðar
søgur, og Babettes Gæstebud
er ein klassisk og ævigtgaldandi
søga um, at við hvørt skal
listarfólkið gera sítt allarbesta
og fáa einglarnar at syngja.
Skaldsøgan er stutt og
kann lesast eitt av myrku
og køldu kvøldunum.
Filmurin, sum byggir á søguna,
vann eina Oscar heiðursløn í 1987.
Føroyska sangskrivaraduoin Baroli
Music, ið eru Bárður Háberg og
Óli Jógvansson, liggur hesa vikuna
nummar 1 á japanska sølulistanum
við 46.000 seldum fløgum saman
við songkvinnuni Koda Kumi.
Lagið LOL er fyrsta stakfløgan
av nýggju fløguni hjá Koda Kumi,
ið hevur selt seg upp á ovastu
rók á japanska sølulistanum.
Koda Kumi er vælumtókt
songkvinna í Japan, sambært
Baroli, ein av best umtóktu
tónlistafólkunum har.
Lagið er sambært Bárði Háberg
úr Baroli eitt fjollilag, kanska
fellur tað ímillum Gangnam Style
og The Fox, og teksturin er eitt
bland millum japankst og enskt.
Baroli hava seinastu árini
skrivað tónleik til alt fleiri tón
leikanøvn bæði í Asia og USA,
millum annað var sangurin
Better in Stereo úr Disneyrøðini
Liv & Maddie eitt stórt hitt
og er ivaleyst mest seldi
føroyski sangur nakrantíð.
Niels Uni Dam
LES!
Spælimenn spælið!
Tá Berlevåg slapp at smakka París
Føroyingar
toppa í Japan
Marijuana,
HM-málið og
niðurlagda
tokstøðin