Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-06, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2014síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 28 · 7. mars 2014 9 VIKUSKIFTI Fyri stuttum fylti Tróndur Patursson 70 og fyri stuttum fekk hann eisini Mentanarvirðisløn Landins. Hetta hátíðarheldur hann við at eini framsýning, sum letur upp í Steinprenti á Skálatrøð, fríggja­dagin klokkan 16. – Í listini hjá Tróndi Patursson savnast ein djúp vitan um heimin, um upprunan hjá øllum tilfeingi, um filosofisøguna og listasøguna og um alt ímillum himmal og jørð sigur Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, um framsýningina.  – Í hvørjum einasta verki er eina­standandi vitanin hjá lista­ mann­inum til staðar og týdningar­ mikil, samstundis um hon er týdningarleys, leggur hon afturat.  Vitanin er neyðug hjá honum fyri yvirhøvur at kunna skapa – fyri at fata glasið, málingina, pensilin, og tað er neyðugt at fata listina, náttúruna, alheimin.  Men hon er týdningarleys, tí tað at skapa fyri hann er kroppsins verk, ein djúp, instinktiv fatan av form­inum. Hon er týdningarleys, tí hon fyri hann ikki er áhugaverd at illustrera ella vísa til. – Sum ávirkað av Hegelskum skilvísi verður tað týdningarmikla og tað týdningarleysa sameind í listini hjá Tróndi Patursson, sigur Inger Smærup Sørensen. Framsýningin er opin til 19. apríl. Rebekka í donskum sangleiki Vitan í verkunum hjá Tróndi Komandi vikurnar hevur Tróndur Patursson hátíðarframsýning Tá sangleikurin Vi Maler Byen Rød hevur frumframsýning tann 24. apríl í Keypmannahavn, verður tað við føroysku Rebekku Rafael í einum av leiklutunum. Í vetur var 24 ára gamla Rebekka Rafael til upptøku­ roynd til sangleikin, sum er gjørdur við íblástri frá Melodi Grand Prix í 80unum. – Eg spæli leiklutin sum Kirsten, sum fleiri munnu kenna frá bólk­inum Hot Eyes. Tað er rætt­iliga avbjóðandi fyri meg, tí sjálv eri eg alt annað enn ein friðar­ligur persónur, sum henda Kirsten í sangleikinum er, sigur Rebekka Rafael, sum í løtuni venur fleiri ferðir um vikuna saman við hinum umleið 30 leikarunum. – At syngja, dansa og spæla sjónleik er nógv meira krevj­ andi, enn eg áður havi hildið. Eg havi funnið útav, at tað liggur hart arbeiði aftan fyri ein slíkan sangleik, og eg haldi, at eg havi fingið enn meira virðing fyri sjónleikarum, sum fáast við sangleikir, greiðir Rebekka Rafael frá. Sangleikurin verður framførdur á Folketeatrets Store Turnéscene í tíðar­skeiðinum 24. apríl til 3. mai. Andreas Flensted- Jensen spælir klavir, og Michala Høj spælir fiól, og komandi dagarnar kunnu tey fyri fyrstu ferð upplivast á konsertum í Føroyum. Tey hava annars spælt saman í fleiri ár og hava havt óteljandi konsertir bæði í Danmark og í øðrum londum. Tey bæði hava konsertir ymsa­staðni í landinum frá 11. til. 16. mars. Skráin er fjøl­ broytt fyri violin og klaver. Á konsertunum taka tey áhoyr­arar­nar við á eina ferð, sum byrjar við meditativu tónunum frá teirra nýggju fløgu, Be Still, har tey tulka sálmar úr m.a. Írlandi instrumentalt. Tónleikur, sum gevur rúm fyri umhugsni, og at vit gloyma okkum burtur. Seinni verður ferðin sett eitt sindur hægri, og áhoyrararnir verða leiddir ein túr gjøgnum nøkur av tónleikasøgunnar glitrandi framførslum fyri violin og klaver. Kryddað verður við smáum skemtisøgum og søgum um verkini, sum spæld verða. Hesi røkka heilt frá tí stórsligna og meistar­liga til tað meira inniliga. Á skránni eru m.a. verk av Fritz Kreisler og Sarasate. Violinin hjá Michalu, sum hon spælir á til konsertirnar, er 300 ára gomul og hevur ein ótrúligan klang. Fyrsta konsertin hjá Andreas og Michalu verður á Láargarði týsdagin, og síðani spæla tey í eitt nú Norðurlandahúsinum, Eiðis kirkju, Mentanarhúsinum í Fuglafirði, Tvøroyrar kirkju og Filadelfia í Havn. Rebekka syngur í sangleiki um Grand Prix Komandi vikuna ber til at uppliva Andreas og Michala á konsertum kring landið UPPLIV! UPPLIV! leita eftir staðnum, har tað fyrsta málið í tí fyrsta HM-endaspælinum í fót­bólti nakrantíð varð skotið. Tað var í tí innleiðandi dystinum ímillum Frakland og Meksiko á Estadio Pocitos leikvøllinum í Montevideo, tann 13. juli í 1930, at fraklendingurin Lucien Laurent í 19. minutti av fyrra hálvleiki skeyt tað fyrsta málið nakrantíð í einum HM-endaspæli í fótbólti. Býarstýrið í Montevideo iðrar seg nú um, at Estadio Pocitos leikvøllurin er rivin niður, har 3.000 áskoðarar vóru vitni til tað fyrsta HM-málið í søguni. Minnispláta um fyrsta málið Men lutvís ráð eru funnin fyri hesum. Ráðini, ið til vóru at taka, var at gera eina minnisplátu á tí staðnum, har Lucien Laurent skeyt tað fyrsta HM-málið. Hesin bletturin er at finna á einum gongu­teigi. Gongur ein yvirum vegin, so ber til at at síggja eitt skapilsi av einari samankoming av einum fótbóltsmáli hinumegin vegin. Hetta kostiliga listarverkið skal so ímynda málið, sum Meksiko vardi í fyrra hálvleiki, og sum Lucien Laurent, sum livdi millum 1907 og 2005 gjørdi til ein varða í fót­bólts­heimssøguni, við at leggja Frakland á odda. Mangt er í neyðini nýtt, men minnisplátan, og minnis­luturin um fót­bólts­ málið hava so bjargað ein part av skommuni, at uruguaybúgvar ikki megnaðu at friðað tann fyrsta HM- leikvøllin í fótbóltsheimssøguni. Tokstøðin var einaferð vøkur Eitt áhugavert og søguligt, og samstundis hugtungt stað at vitja í Montevideo er høvuðstokstøðin í Montevideo, nevnd Estación Central General Artigas. Tokstøðin, sum er bygd í einum klassiskum stíli, varð teknað av tí italska byggi­frøðinginum, Luigi Andreoni. Tokstøðin var tikin í nýtslu tann 15. juli í 1897. 106 ár seinni, 1. mars í 2003 var lykilin tó snar­aður um, og seinastu 11 árini hevur hesin einaferð so vakri, og klassiski bygningurin bara staðið og for­ fallið. Við einari ávísari frástøðu dugdi ein at fegnast um tað, sum einaferð hevði verið ein perla av einum bygnings­verki, men sum eg og Ivan nærkaðust Estación Central gjørdist tað ógvuliga hugtungt og syrgiligt at síggja, at tað bara eru grafitti-málarar, sum hava nakra gleði av hesum 117 ára gamla bygnings­verkinum. Tokstøðin er enn eitt dømi um kontrastirnar ein kann uppliva í Uruguay. Heri Simonsen Á ferð við 300 ára gamlari fiól