hósdagur 6. mars 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 28 · 7. mars 2014
10
VIKUSKIFTI
Wacken Metal Battle
Niels Uni Dam
nud@sosialurin.fo
Eddie Jacobsen gittarleikari og umboðs
maður hjá tungmálmsbólkinum Sic, ið
vann Wacken Metal Battle Føroyar í
fjør, er als ikki í iva um, at týdningur
in av kappingini, og í teirra føri av at
vinna kappingina, er sera stórur.
– Tað var fantastiskt at sleppa at
spæla á Wacken, ein uppliving heilt fyri
seg. Har vóru 6-8.000 fólk og lurtaðu
eftir okkum, so tað er ein tann størsta
mannamúgvan, vit hava spælt fyri. Vit
fingu gott respons frá áskoðarunum,
men eisini frá pallfólkinum og dómar
unum, greiður Eddie frá.
Wacken Open Air festivalurin er
ein risastórur tungmálmsfestivalur, ið
omanfyri 80.000 vitja á hvørjum ári,
og sleppur vinnarin av Wacken Metal
Battle Føroyar at kappast móti bólkum
úr restini av heiminum um nógvar
stórar vinningar – millum annað ein
plátusáttmála.
Føroysku Hamferð vunnu altjóða
kappingina í 2012, meðan Sic eisini
kláraði seg væl í 2013, tá kanadisku
Crimson Shadows vunnu.
Eddie er tó ikki í iva um, at luttøkan
hevði stóran týdning.
– Vit fingu nógvar góðar kontaktir,
ið vit ætla at fylgja upp, tá vit væntandi
seinni í ár fara meira seriøst í gongd
við Sic aftur. Vit búgva í løtuni tveir
í Føroyum og tríggir í Danmark, so
tí kann vera torført at fáa arbeitt við
tónleikinum, tað krevur í øllum førum
meira planlegging, greiðir Eddie frá
um, hví Sic ikki hava verið so virknir
síðan luttøkuna á Wacken.
Nýggjar kreftir
Eddie Jacobsen er gøtumaður. Hann
stovnaði Sic í 2002. Síðan tá hevur hann
røkt fleiri leiklutir í bólkinum, ikki bert
sum gittarleikari og sangskrivari, men
eisini í fleiri umførum sum umboðs
maður hjá bólkinum.
Seinastu 12 árini er nógv orka hjá
Eddie farin í bólkin, men eisini til ar
beiða við at vaksa um áhugan fyri tung
málmi í Føroyum og virka fyri betri
umstøðum. Tí er Eddie sera glaður um
tað arbeiðið, ið Upp Við Hornunum og
teir báðir undangongumenninir Teitur
Egholm Fossaberg og Fróði Tórálvsson
Steenberg gera fyri tungmálmin í
Føroyum.
– Vit eru nøkur, ið veruliga vóru
útbrend, tá tað snúði seg um at skipa
fyri tungmálmstiltøkum í Føroyum, og
tá er tað ordiliga fantastiskt, at nýggj
fólk traðka til við nýggjari orku. Í ár er
triðja árið, at Wacken Metal Battle er í
Føroyum, og tað má man gleðast um,
sigur Eddie og vísir á, at hann vónar, at
Wacken Metal Battle heldur á í nógv ár.
– Hesi fólkini stríðast fyri onga løn
og gera eitt stórt arbeiði við tiltøkunum,
og tey rigga, eg vóni bara, at tey hava
orkuna at halda á. Wacken Metal Battle
er eitt sindur, sum Prix Føroyar plagdi
at vera. Bólkar fáa okkurt at síggja fram
til, skriva tónleik til og trena til, vísur
Eddie á.
Út í heim við Sic
Eddie er einasti upprunalimur í Sic,
men sangarin Mikkjal Gaard Hansen
hevur verið við næstan síðan byrjan. Í
2005 headhuntaðu Mikkjal og Eddie teir
tríggjar: trummaran Magnus Hansen,
gittarleikaran Frans Jónas Arge Galán
og bassleikaran Gudmar Hansen. Hetta
gjørdist tann manningin, ið gjørdi Sic
til eitt kent og virt navn í føroyskum
tónleikalívið, eins og teir tóku fyrstu
stigini út í heim.
Fyrsta fløgan »Pandemonium«
kom út fyrst í 2007 og fekk góð um
mæli so víða um sum í Føroyum, Peru,
Týsklandi, Noregi, Danmark, Grikka
landi, Stóra Bretlandi og USA.
Á MTV
Kykmyndalagið »Rosegarden in Hell«
bleiv spælt á donsku útgávuni av
Headbangers Ball á MTV, og bólkurin
spældi nógvar konsertir fyrst og fremst
í Føroyum, men eisini í Íslandi, Stóra
Bretlandi, Grikkalandi og á stóra Metal
town Festivalinum í Svøríki.
Á vári 2009 fór Sic á umfatandi kon
sert ferð, ið fram til summarið taldi
hálvthundrað konsertir í londum sum
Noregi, Danmark, Týsklandi, Eystur
ríki, Niðurlondum, Slovenia, Slovakia,
Sveits, Tjekkia, Stóra Bretlandi og í
Føroyum.
er eitt
sindur sum
Prix Føroyar
Eddie Jacobsen úr tungmálmsbólkinum Sic samanber ávirkanina, ið
Wacken Metal Battle Føroyar hevur á føroyska tungmálmspallin
við tað, ið hendi, tá Prix Føroyar var. Bólkar hava nakað at gleða
seg til, skriva tónleik til og venja til, og so skapar hetta sambond
millum føroyskar bólkar og útlendskar fyriskiparar
Wacken Metal Battle