hósdagur 6. mars 2014síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 28 · 7. mars 2014
11
VIKUSKIFTI
mynd: Niels Uni Dam
mynd: Eija Mäkivuoti
Sic aftan á sigurin á Wacken Metal
Battle Føroyar í fjør, Eddie Jacobsen
kyssir bassleikaran Ísak Petersen
Earth Divide vinnur í ár
Eddie Jacobsen væntar, at Earth Divide
fer at vinna Wacken Metal Battle Føroyar í ár
– Eg kenni allar bólkarnar uttan Ceticide, ið er ein spildurnýggjur bólkur. Hann er
mannaður av góðum tónleikarum, og verður uttan iva spennandi. Men eg rokni við,
at Earth Divide vinnur kappingina. Eg eri kanska eitt sindur litaður, tí eg lurti ordiliga
nógv eftir hasum slagnum av tónleiki, sum Earth Divide spælir. Men eg haldi, at teir
hava royndirnar og tónleikin til at vinna. Eg vænti alíkavæl ikki, at tað verður lætt.
Bæði Asyllex og Reduced to Ash er ordiliga góðir bólkar. Men Earth Divide eru meira
modernaðir
Danskur trummari
Í desember valdi trummarin Magnus
Hansen at gevast í bólkinum og varð
avloystur av dananum Dennis Buhl, ið
teir kendu úr Hatesphere, sum Sic hevði
hitað upp fyri á konsertferð í 2009. Siðan
tá hevur Sic givið út konsertfløguna
»Si Vis Pacem, Para Bellum« í 2010 og
»Fighters They Bleed« í 2011.
Í 2012 luttóku Sic í fyrstu Wacken
Metal Battle og spældu eina serstakliga
góða og orkuríka konsert, ið tó ikki var
nóg mikið til at koppa Hamferð, ið fóru
víðari til at vinna altjóða kappingina.
Elska tónleikin
Tá bassleikarin Gudmar og gittarleik
arin Frans nakað seinni fóru burturúr
bólkinum, vóru nógv, ið væntaðu,
at hetta var endin á Sic. Men teir
tríggir írestandi limirnir Eddie á
gittar, sangarin Mikkjal og trummarin
Dennis funnu nýggjan bassleikara í
Ísaki Petersen og nýggjan gittarleikara
í Henning Jensen. Eddie greiður soleiðis
frá um avgerðina at halda fram:
– Tað var passiónin fyri at spæla
okkara tónleik, ið gjørdi, at vit hildu
á. Eingin av okkum vildi sleppa Sic.
Vit hava gjørt hetta so leingi og brúkt
so nógva tíð og orku uppá hetta, at vit
valdu at halda fram. Tá man elskar at
spæla tónleikin, so er trupult at gevast
við tí.
Debut í kapping
Fyrsta framførslan við Ísaki og Henning
var í sambandi við føroysku Wacken
Metal Battle kappingina í 2013.
– Tað var merkiligt at skula á pall
við nýggjari maning fyrstu ferð. Serliga
merkiligt var tað, at tað skuldi vera á
føroyska Wacken Metal Battle umfar
inum, har meira stendur uppá spæl, enn
tað vanliga ger greiðir Eddie frá.
Eddie var tó ikki skelkaður yvir, at
teir vunnu føroyska umfarið í fjør.
– Vit vistu, at vit høvdu ein møgu
leika fyri at vinna, men vit vistu eisini
at vit fóru at fáa góða kapping frá øðr
um bólkum, t.d. Earth Divide, sigur
Eddie, ið tó er sera glaður fyri sigurin,
og tey sambond, ið luttøkan á Wacken
hevur skapt.
Eddie væntar at Earth Divide
vinna í ár, í harðari kapping við
Asyllex og Reduced to Ash