Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-06, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 28 · 7. mars 2014 12 VIKUSKIFTI lagt til rættis: Inna Törnroos Kvinnudagurin hjá fýra kvinnum Nøkur tiltøk á Kvinnudegnum: Kvinnudagurin fyllir 100 ár ella meir. Nær 8. mars av røttum gjørdist Kvinnudagurin við stórum K eru nógvar meiningar um, men leingi hevur hann verið við at seta sjóneykuna á rættindini hjá kvinnum um allan heim. Men hvussu stendur til við javnstøðuni í gerandisdegnum hjá føroysku kvinnuni? Vit hava spurt 4 kvinnur um hetta k»Eg vil uppala míni børn eins uttan mun til kyn« Mildrid á Lógv sjúkrarøktarfrøðingur Klaksvíkar Sjúkrahús Hvat merkir 8. mars – kvinnudagurin fyri teg? – Ljós verður varpað á kvinnur, og eg komi at hugsa um kvinnurættindi og javnstøðu millum kynini í samband við altjóða kvinnudagin. Men eg plagi ikki at gera nakað serstakt burturúr hesum degnum, ið helst hevði nógv størri týdning fyri árum síðan, tá størri glopp var millum kynini. Í ár fari eg á aðalfund hjá Felagnum Føroyskir Sjúkra­røktarfrøðingar, har nógvar kvinnur koma saman. Hvussu stendur til við javnstøðuni innan títt øki? – Sjúkrarrøktarfrøði er kvinnufak burturav í Føroyum, tó við einstøkum monnum. Gott hevði verið fyri arbeiðs­ umhvørvið at fingið fleiri mannligir starvsfelagar, sum í mongum førum síggja øðrvísi upp á tingini. Tað vísir seg ofta, at teir menn, sum eru innan umsorganaryrki, fara leiðsluvegin, ið gevur størri inntøku. Hvat ynskir tú skal verða broytt innan næstu tíggju árini viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum? – At umsorganarstørvini verða meira vird við hægri løn. At møguleiki er hjá øllum kvinnum at fáa fulla mánaðarløn, so at tær ikki svíða fyri lønarniðurskurði og harvið pensiónsniðurskurði, meðan børnini eru smá, og torført tá er at fáa familjulívið heima at hanga saman við fulttíðarstarvi í skiftandi vaktum. At kvinnur­nar sjálvar broyta hugburð til arbeiðsbýtið millum kynini og fara burtur frá at spyrja eina kvinnu, um maðurin hjálpir henni nógv heima. Líka so nógv er tað kvinnan, ið hjálpir manninum! Hvat vil tú gera fyri at Føroyar gerast meira kvinnuvinarligar? – Fyrst og fremst vil eg uppala míni børn eins uttan mun til kyn. Dreingir skulu eins væl og gentur taka av borðinum, og gentur eins væl og dreingir fáa møguleika at fara út við báti. Mín vón er, at sami hugburður er í barna­gørðum og skúlum. Á henda hátt kunnu vit viska kyns­munin burtur og skapa virðing fyri tí einstaka. Við at velja politikkarar at stýra hesum landi, sum arbeiða fyri javn­støðu, er møguleiki fyri einum meira kvinnuvinarligum Føroyum. Annars við sjálv at vera varug við kynmismuni heima, á arbeiðplássi og í samfelagsligum høpi, og um so er gera vart við tað á røttum staði, ið kann forða skeivari gongd. Vágagellur halda 100 ára gamlan kvinnudag Har verður tiltak, sum bæði skal verða upplýsandi og hugnaligt. Unn Patursson fer at undir­halda við tónleiki og sangi. Forkvinnan í Javnstøðunevndini, Katrin Kallsberg, fer at tosa um avbjóð­ingar og átøk innan javnstøðu. Erika Hayfield, sum stóð fyri arbeiðinum at gera álit um kvinnur og fráflyting í Vinnu­mála­ráðnum, fer at halda fyrilestur um kvinnur og fráflyting og um at vera kvinna í einum útjaðara. Og at enda fer Sólrún Michelsen, rithøvundur, sum fyri jól gav út skald­søguna, Hinumegin er mars, at tosa um skaldsøguna við Marnu Jacobsen. Gamla Skúli, kl 15.00, Sørvági