Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-06, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2014síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 28 · 7. mars 2014 13 VIKUSKIFTI k»Kvinnur tíma ikki at spæla politiska spælið« k»Mannfólkini flýggja úr skúlanum« k»Vit mugu hava fleiri útbúgvingar til ungar kvinnur« Bodil Hentze Laksafoss leiðandi læknaskrivari, Skurðdepilin, Landssjúkrahúsið Debora Hjelm Nielsen lærari í Sørvágsskúla Rigmor Dam løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin Hvat merkir 8. mars – kvinnudagurin fyri teg? – Tá eg hugsi um, at tað í ár eru 40 ár síðani kvinnurørslan og reyðsokkarnir tóku uppaftur traditiónina við at hátíðarhalda 8. mars, og tað eru góð 100 ár síðani kvinnurnar í Føroyum fingu valrætt, so eru vit komnar langt – og tó so ófatiliga stutt. Ja, vit fáa somu løn fyri somu størv sum menninir, vit hava sama rætt til størv og útbúgvingar og vit kunnu blíva tað, vit hava hug til. Vit kunnu frítt velja hvørjum við gifta okkum við – soleingi tað ikki er sama kyn – men tað er ein heilt onnur diskussión Vit kunnu stilla upp fyri politisku flokkaranar, og har eru fleiri dugnaliga kvinnur komnar inn á ting, men ikki nær til so nógvar sum mennirnir. Og eg ivist stórliga í, um tað verður frægari, sum politiska landslagið sær út í løtuni. Kvinnur tíma ikki eins væl at spæla politiska spælið, tær sum koma inn á ting gera tað aloftast fyri gera nakað munagott. Hvussu stendur til við javnstøðuni innan títt øki? – Vit hava tíverri ikki javnstøðu, tá tað kemur til børn, tað eru av góðum grundum vit, sum fara í barsil, tað eru vit, sum velja at arbeiða niðursetta tíð fyri at lætta um gerandisdagin hjá allari familjuni. Upp á longri sikt gongur hetta út yvir okkara pensjón, vit fáa ikki spart eins nógv upp og mennirnir. Hetta haldi eg er nakað, vit eiga at kempa fyri at fáa í rættlag. Hvat ynskir tú skal verða broytt innan næstu tíggju árini viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum? – Vit eiga at skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað, har vit hava eina betri javnvág millum arbeiðslív og familjulív – soleiðis at vit hava pláss til at vera mammur. Vit brúka ein lítlan part av okkara lívi at fáa børn og stovna familju í, lat vera pláss til tað. Fyri døtrarnar hjá mær ynski eg, at tær skulu kunna útbúgva seg og fáa sær tað starvið, tær hava hug til. At tær kunnu velja at vera heimagangandi mammur, um tær ynskja tað. Ella at tær kunnu hava eitt fleksibult starv, sum gevur teimum møguleika at skapa eina karrieru, samstundis sum tær eru mammur, uttan at ganga við ringari samvitsku. Men eg eri bangin fyri, at tey næstu 10 árini ikki fara at gera nógv fyri føroysku kvinnuna, og tað vera helst alsamt fleiri, ið velja at flyta av landinum – serliga verða tað einligar mammur, sum ikki klára at forsyrgja sær og børnunum í Føroyum. Vit fara helst samstundis at síggja eina størri tilflyting av útlendskum kvinnum, sum vit hava sæð seinastu árini. Hesum kvinnum hava vit eina serliga ábyrgd yvirfyri, tí tær eru gestir í okkara landi, tær kenna ikki mentanina, og tað er ikki altíð at tær koma til tey bestu korini. Hvat vilt tú gera fyri at Føroyar gerast meira kvinnuvinarligar? – Sum millumleiðari kann eg vera viðvirkandi til at skapa betri javnvág millum familjulív og arbeiði. Tað skal vera fleksibilitetur í arbeiðslívinum, so tað kann tilpassast familjulívinum. Eisini eiga vit sum alment arbeiðspláss at vera betri til at eftirútbúgva kvinnur, soleiðis at tær kunnu røkka sínum fulla potentiali. Tað stendur so vakurt í øllum almennum lønarsáttmálum um eftirútbúgving og lívslanga læring, men tað er ikki til at fáa eyga á í dagsins Føroyum. Hvat merkir 8. mars – kvinnudagurin fyri teg? – Tað er ein dagur sum flestu aðrir fyri meg. At vera gift við einum sjómanni, at hava eitt skúlabarn og tvey børn í barnagarðsaldri, arbeiða fulla tíð, og síðani alt tað húsliga og sosiala ger, at flestu dagar eru nokkso líkir, eisini 8. mars. Hvussu stendur til við javnstøðuni innan títt øki? – Á mínum øki stendur illa til við javnstøðu. Men ikki sum tú nú heldur. Tað stendur illa til, tí mannfólkini flýggja úr skúlunum. Á mínum arbeiðsplássi eru 17 lærarar, 6 menn og 11 kvinnur. Hvat ynskir tú skal verða broytt innan næstu tíggju árini viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum? – Kundi hugsa mær at fólk byrja at hugsa um, at javnstøða ikki bert snýr seg um at fáa fleiri kvinnur í ymisk størv, men at fokus eisini verður sett á, hví menn flýggja úr ymiskum starvsbólkum, sum t.d. lærarastarvinum – og síðani at arbeiða fyri at forða hesum! Hvat vil tú gera fyri at Føroyar gerast meira kvinnuvinarligar? – Havi hug at spyrja ein spurning: Er javnstøða tað sama sum, at man er meira »kvinnuvinarligur«? Ivist í hvussu nógv eg sum einstakligur kann gera fyri at gera Føroyar meiri kvinnu­ vinarligar. Um eg skal broyta nakað, so má eg velja eina kvinnu á ting, og her verður mítt fría val faktisk tikið frá mær. Hvat merkir 8. mars – kvinnudagurin fyri teg? – Tað er bæði hátíðar- og stríðsdagur, sum eg vanliga markeri við at luttaka á einum av tiltøkunum, sum skipað verður fyri. Kvinnudagurin minnir okkum á týdningin av kvinnusakini, sum kvinnur fyrr og nú fylkjast um, og har málið er, at kvinnur skulu hava somu møguleikar sum menn í øllum lívsins viðurskiftum, og frælsi frá fátækt og kúgan. Hvussu stendur til við javnstøðuni innan títt øki – í politikki? – Tað gongur framá við tað, at tað koma alsamt fleiri kvinnur upp í politikk. Men javnstøðu hava vit framvegis ikki, og kvinnurnar sita heldur ikki á teimum tungu postunum – hygg bara eftir kynsbýtinum millum floksformennirnar, í landsstýrinum, í tingnevndum osv. Hvat ynskir tú skal verða broytt innan næstu tíggju árini viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum? – Her er svarið nøkunlunda tað sama, sum fyri 50 árum síðani: At talið av kvinnum, sum eru fyri harðskapi í heiminum, minkar munandi. At stóri inntøkumunurin millum kvinnur og menn verður útjavnaður. At heimið og børnini í størri mun verður ein felags uppgáva. At kvinnur fáa størri ávirkan á samfelagsgongdina. Hvat vil tú gera, fyri at Føroyar gerast meira kvinnuvinarligar? – Vit mugu hava fleiri útbúgvingar, sum lokka ungar kvinnur at lesa í Føroyum. Vit mugu hava betri umstøður hjá støkum uppi­haldarum, sum oftast eru kvinnur, t.d. bústaðir. Hægri játtan til Kvinnuhúsið og fyribyrging móti harðskapi. Barsilsskipanin skal mennast, so hvørki mamman ella pápin verða fíggjarliga revsað, tá ið eru um børnini fyrsta árið. Vit mugu bøta um pensjónsviðurkiftini hjá kvinnum, og tryggja fólki fulla tíð, um tey ynskja tað. Mugu eisini hava betri umstøður fyri at fáa javnvág millum arbeiði og familjulív, tí har er vanliga kvinnan við skerdan lut, tá kabalan skal ganga upp í heiminum. Radiant Arcadia Radiant Arcadia er danskur kvinnubólkur við 9 tónleikarum, sum framføra og syngja á 9 ymiskum tungumálum. Endamálið er at vísa, at hóast tær koma úr ymiskum londum, veitir samstarv teirra íblástur og stuðul og ger tær sterkari. Norðurlandahúsið, kl 21.00, Tórshavn Kvinnudagur á Bryggjuni Kom við til ársins Kvinnudag á Bryggjuni við sexologi, føroyskari sniðgeving, mótaframsýning, stuttligum og upplýsandi fyrilestri um strongd og lívsgleði og fyrilestri um hármóta og íverksetan í Føroyum! Norðuratlantsbryggjan, Strandgade 91, Christianshavn, kl 21.00, Keypmannahavn Kvinnan í fokus Í sambandi við altjóða kvinnudagin skipar Sunda Róðrafelag fyri afturvendandi kvinnukvøldi. Á skránni er fyrilestrar, mótasýning og undirhald við Lív Næs, Tróndur Enni og Hansa Fjallstein. Eydnan, kl 19.00, Oyrabakka