hósdagur 6. mars 2014síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 28 · 7. mars 2014
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Røtur av Svína
ryggi til Australia
Kirkjugarðurin á Svínaryggi hevur røtur langt út í heim. Fyrr hevur
verið greitt frá sambandinum hjá Glyvrasnikkaranum til New
Zealand. Men samband er nú eisini úr Australia á Svínarygg
A
t kirkjugarðurin á Svínaryggi
hevur greinir langt út í heimi
fekst herfyri enn eitt prógv
fyri.
Tá kom til Sosialin ein
teldupostur úr Australia frá Martin Hewitt.
Hann sóknaðist eftir, hvat ið mundi vera hent
abba hansara Richard Lawson Hewitt. Tað
einasta, tey vistu um abban var, at hann var
deyður í eini vanlukku í maskinrúminum
á einum trolara, og at hann var jarðaður í
Føroyum. Tey hildu, at hetta var umleið í
1930.
Tað fyrsta var at kanna, um maðurin var
grivin í Havn. Her fanst fram til, at 27. februar
1933 var ein R. Hewitt, 44 ára gamal úr Hull
í Onglandi, jarðaður á Svínaryggi.
Hetta kundi bara vera maðurin, tí øll
familjan var úr Hull.
Men hinvegin kundi grøvin ikki staðfestast,
tá eingin steinur var. Ættin hevði átt eina
mynd av grøvini, men hon fanst ikki longur.
Men familjan hevur nú fingið sendandi eitt
kort av Havnini, har kirkjugarðurin á Svína
ryggi er merktur. Alt hetta er ættin sera fegin
um. Hon hevur eisini fingið myndir av kirkju
garðinum, so nú hava tey tað størri tilknýti
til Føroyar. Tey tosa enntá um at koma higar.
Bløðini plagdu at hava frágreiðing um
slíkar vanlukkur, men tað ikki í hesum før
inum. Tað einasta, sum sæst er, at í hesum
døgum vóru bretsku trolararnir Waldere og
Bell á Havnini og umvældu skaða, so tað er
helst annar av hesum, hesin maðurin var við.
Eftir Robert sat konan við seks børnum.
Helst man hon hava hildið lívið vera nóg so
trupult í Hull, so hon flutti til New Zealand
við øllum børnunum. Martin Hewitt er so
seinni fluttur til Australia. Men hann hevur
greitt sínum systkjum í New Zealandi frá, at
abbin er »funnin«.
Óli Olsen:
Einkjan og børnini
fóru av landinum
Óli Olsen var føddur 21.6. 1867, og hann var
doyptur í Havnar Kirkju 14. juli. Foreldrini
vóru Jacob Olesen, vanliga nevndur Jákup í
Kina og Henrikka Maria Hendriksdóttir, van
liga nevnd Rikka. Tí varð Óli nevndur Óla
Rikk.
Óli giftist í 1893 í Havnar Kirkju við
Johonnu Mariu Solmunde, ættað úr Byrginum
í Søldarfirði. Hennara foreldur vóru Cathrina
Petursdóttir og Sørin Johannesen.
Tey áttu fleiri børn, sum giftust til Havnar,
og sum eru jarðað á Svínaryggi. Tey eru øll
umrødd í hesi røð.
Tey vóru: Petra Malena Solmunde, sum
giftist við Joen Christian Rubeksen. Ein dóttir
teirra Christine Cathrine Sophie giftist við
Ísak Næs.
Peter Hans Solmunde giftist við Charlottu,
hálvsystir Jens í Dali.
Anna Sofía Solmunde giftist við Gerhard
Vilhelmsen í Havn.
Um Johonnu Mariu verður sagt í Kerald
inum, at hon var í 1890 í Havn, men at hon
átti eina dóttir, sum var fødd í 1885 í Hvalba.
Men Óli og Johanna Malena standa til at
eiga tvær døtur, Henrikka Maria Fredrikka
Olsen f. 1894 og Cathrina Jacobina Fredrikka
Olsen f. 1898.
Óli er so deyður í 1906, áðrenn genturnar
eru vaksnar. Vit vita bert um tær, sum sótu
eftir, at tær eru deyðar í Danmark.
Lítli Henning:
Hansara ætt fór eisini
til Danmarkar
Ein steinur hevur ta einfaldu innskriftini
»Lille Henning«. Hetta er uttan iva Henning
Olsen, føddur 26. november 1916 og deyður
4. januar 1917.
Foreldrini vóru Johannes Sofus Olsen
f. 1886 í Havn og Hansina Maria Elisabeth
Højgaard f. 1884 á Toftum. Tey eru bæði deyð
í Keypmannahavn og munnu vera flutt niður.
Tey áttu seks børn. Johan Flemming var
føddur í 1907 og vaks upp í Niels Winthers
gøtu. Hann flutti saman við foreldrunum til
Danmarkar at búgva. Hann giftist niðri og
arbeiddi á Orlogsværftet. 90 ára gamal fór
Flemming á røktarheim. Hetta føldi hann seg
ov raskan til og flutti út aftur. 97 ára gamal
flutti hann inn aftur og gjørdist 101 ár.
Gunnhild var fødd í 1910. Hon flutti eis
ini við foreldrunum niður, har hon giftist
við einum Valdemar. Hon var damufrisør og
doyði í 2004.
Tað vóru tríggjar yngri systrar, Jensia,
Herdis og Helga. Tær vita vit einki um.
Hjalmar hjá Jens Chr. Guttesen
Vit hava fyrr umrøtt Gutta Jens, Jens Christian
Guttesen, og hansara ætt. Seinni hava vit havt
eitt ískoyti um sonin Johannes, og nú kemur
enn eitt um sonin Hjalmar.
Hjalmar Guttesen (1892 -1962), giftist við
Andreu Hendriksen úr Sørvági (1892-1918),
tey búðu í Tórshavn.
Flemming, beiggi Henning. Hann
bleiv 100 ár eldri enn beiggin
Hjalmar Guttesen og seinna konan Elsebeth á trøðni
Fyri kortum høvdu vit eina grein í røðini Hendur ið Sleptu um Jens Petur Weihe. Hon hevði eina
systir, Jóhanna, fødd í 1899 og deyð í 1901. Eftir tí sum er upplýst er hetta helst hennara grøv