hósdagur 6. mars 2014síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 28 · 7. mars 2014
15
VIKUSKIFTI
Hjalmar giftist aftur við Elsebeth Elenu
Joensen úr Haldórsvík (1894-1979).
Hjalmar, kallaður Hjalli, var arbeiðsmaður
og traðarmaður, hann hevði stóra trøð á
Sundsvegnum og verður tað kallað Berja
brekka í dag, kundi fyri tað itið Hjalmarstrøð.
Trøðna gekk Hjalmar nógv uppí, hann
hevði kúgv, nógvan seyð og hønur.
Guttesen ættin er kend fyri at verða
musikalsk, eisini í hesi ættargrein eru fleiri
góð tónleikafólk. Fleiri abbabørn hjá Hjalmari
eru góð til sang, gittarspæl, violin, harmoniku
og list. Eisini í Norra, Íslandi, Onglandi,
Danmark, Finlandi og Hollandi kemur tað
musikalska og listaliga fram hjá teimum.
Børnini í fyrru giftu vóru: Svenning (1913-
1991) giftur við Alice úr Danmark. Svenning
vaks upp hjá fastur síni í Havn, Kristionnu.
Hjalmar (1915-1994) giftur við Sofíu
Joensen av Kalsoynni, tey búðu í Klaksvík.
Hjalmar vaks upp hjá fastur, síni Sigrid, í
Tjørnuvík.
Arnhold (1916 -1998) giftur við Judith
Henriksen úr Sørvági, har tey búðu .
Børnini í seinnu giftu: Evald (1919-1984)
giftur við Katrinu Magnussen úr Húsavík,
búðu í Tórshavn.
Andrea f .1922 gift við Rolf Giske úr Norra,
har tey búðu
Hans Erling (1924-1981) giftur við Lenu
Johannesen úr Norðskála, búðu í Tórshavn.
Margretha (Gigga) (1925-1975) gift við
Sam Jacobsen úr Fuglafirði, har tey búðu.
Frida (1927-1998) gift við Elias
Zachariassen úr Mikinesi, tey búðu í Íslandi.
Evert Paul (1929 -1929).
Evert Andrew (1931-1931).
Sonne (1933-1997) giftur við Anitu Deger
lund úr Finlandi, har tey búðu fyri tað mesta.
Frank (1935-1987) ógiftur.
Hildegerð f. 1936 gift við George Backhurst
úr Onglandi, og búgva tey har.
Komandi partur:
Í komandi parti verður tikið saman um
hesa røðina. Komandi viku byrjar í Siðsøgu
ein røð við 90 ára gamla Símun Gullaksen.
Eftir blaðumrøðuni at døma, so var
hetta tiltak sera væl eydnað. Blaðið
Nordvestnyt, sum er lokalblaðið fyri
hetta økið, hevði mikudagin í seinastu
viku ein stubba við yvirskriftini: »Bog om
Færøerne trak talstærkt publikum til«.
I tekstinum varð millum annað sagt
»Da dørene åbnedes, strømmede folk
til og med omkring 80 fremmødte,
heraf mange med færøske rødder, må
arrangentet betegnes som en succes«.
Eg havi eisini frætt frá fleiri av lut
takarunum, sum hava verið sera væl
nøgd við tiltakið. Fleiri í Evensen ættini
hittust her á fyrsta sinni.
Í hesum umfarinum skal tað vera lýst
við nøkrum myndum frá samkomuni.
Anna Evensen í Danmark
Í seinasta parti av Siðsøgu varð greitt frá tiltakinum á Kalundborg leiðini í sambandi
við Onnu Evensen, hvørs søga var skrivað har fyri nærum 90 árum síðani
Gunhild, systir Henning
Johan Evensen, sonur spinnaran við sama navnið, er ommusonur Onnu. Hann var
komin við sínum nærmastu. Vinstrumegin frá eru tey Lars, sonur Johan, Annbritt, dóttir
Onnu, systir Johan, Anna og Tami, døtur Annbritt, Kell, sonur Johan, Ingelise, kona
Johan og Johan sjálvur. Johan er einasta ommubarn hjá Onnu Evensen, sum er á lívi
Anna og Jens Christian Evensen eru jarðað uttan fyri kirkjuna í Bregninge. Tey
vóru langomma og -abbi Bodil Davidsen, sum nýtti høvið at vitja gravirnar
Flemming Paulsen fyriskipari av
tiltakinum, giftur við Marlenu,
ættað úr Fuglafirði.
Systkini Sverre og Marlene eru »bert«
hálvir føroyingar úr Fuglafirði. Men
áhugin fyri Føroyum er stórur
Dorte Weiss, ein rættur danskur
føroyavinur, hevur eisini verið
ein eldsál í hesum tiltaki
OLE OLSEN (RIK)
FØDT 21. JUNI 1867
DØD 6. AUGUST 1906
takk
LILLE HENNING
Halfdan Søren Hejde Simonsen, doyði 4
ára gamal í 1901. Foreldrini vóru Karen
Marie og Ove Hejde Simesen. Hann var
lærari í Realskúlanum í Havn frá 1897.
Í 1904 fluttu tey aftur til Danmarkar