Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-06, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2014síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 28 · 7. mars 2014 Gott makkarapar! Edward og Jesus úr Nasaret fyri fullum húsi Norðlýsið Stakkals Ivan! Kunnu beina ivan burtur in.fo Dýrt hús! Í annaðkvøld fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, saman við hinum floksfomonnunum at leggja fram tunnilssemjuna í Miðlahúsinum, sum fer at kosta mettar tvær milliardir krónur Kringvarp Føroya Ókeypis koyring Koyrd til hús tá tey fylla 67 ár in.fo Hendan yvirskriftin ljóðar skeiv! Johan Dahl hevði ongan fingur við í spælinum in.fo Hvør skuldi noktað teimum? Klaksvíkingar sleppa at svimja í summar in.fo Í ranga strúpan Sámal og Ronnie í Spaniastovu Sámal og Ronnie hava spælt saman síðan síðst í 80’unum.Teir hava eina fjølbroytta skrá, sum fyri tað mesta er við fólkatónleiki og kontri, men teir tríva eisini í rokk og blues. Leygarkvøldið kunnu teir báðir upplivast í Spaniastovu í Klaksvík, har teir fara at spæla eldri og nýggjari sangir. Sámal og Ronnie Spaniastova í Klaksvík Leygarkvøldið 8/3 kl. 21.00 Kappast í tungmálmi Leygarkvøldið verður árliga tónleikakappingin Wacken Metal Battle í Havn. Tað eru tungmálmsbólkar, sum kappast um at sleppa til stóru kappingina á Wacken festivalinum í Týsklandi. Kappingin verður hildin í Sjónleikarhúsinum í Havn. Wacken Metal Battle Føroyar Sjónleikarhúsið í Havn Leygarkvøldið 8/3 kl. 19.00 baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein – At spæla sjónleik er besta svarið til einsemi Claire Danes, filmssjónleikari – At syngja, dansa og spæla sjónleik er nógv meira krevjandi, enn eg áður havi hildið – Álvaratos, vit eru ikki 50.000 fólk, hava vit veruliga brúk fyri trimm sjúkrahúsum? Rebekka Rafael, sum er við í stórum sangleiki í Danmark Pauli Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, sum heldur, at Klaksvíkar Sjúkrahús skal niðurleggjast Shabana við saftigari satiru Shabana Rehman var ein sensatión, tá hon sum fyrsta pakistanska kvinnan fyri 15 árum síðan fór á pall í Noregi við saftigari satiru og líka frekum søgum sum menninir. Summi elskaðu hana. Onnur hataðu hana. Øll tosaðu um hana. Nú er hon aktuell við framførsluni „For Konge og Fedreland,“ sum higartil hevur verið framførd í sjey londum í fýra heimspørtum og fingið sera góð ummæli. Shabana Rehman Norðurlandahúsið í Havn Leygarkvøldið 8/3 kl. 19.00 – Næstan øll tíðin fer til klaverspæl Mattias Kapnas, sum vann talentkappingina Stella Polaris