mánadagur 10. mars 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur10. mars 2014 · Nr. 29
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
PRUTL OG ALDURSMARK
og at fáa
skaða
Fleiri fara
at doyggja
Áki Bertholdsen
Verður aldursmarkið fyri at
koyra prutl, lækkað, verður
tað eitt afturstig fyri ferðslu
trygdina.
Tað heldur Ráðið fyri
Ferðslutrygd, RFF, nú Johan
Dahl,
landsstýrismaður
í
vinnumálum,
hevur
lagt
uppskot fyri Løgtingið um
at lækka aldursmarkið fyri
at koyra prutl.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
mælir frá at aldursmarkið
fyri at koyra prutl, verður
lækkað.
– Verður tað lækkað, fer
tað mest sannlíkt hava við
sær, at fleiri fara at doyggja
og at fáa skaða í ferðsluni,
sigur Brynhild Høgnadóttir
stjóri í RFF í eini viðmerking
til ætlanina.
Ætlanin er, at hereftir
skulu vit hava tvey sløg av
prutlum. Lítil prutl eru tey,
vanligu, vit kenna, og sum
kunnu koyra 30 kilometrar
um tíman. Har er aldursmark
ið 16 ár í dag, men nú er ætlan
in at lækka tað niður í 15 ár.
Men nú skal ein nýggjur
bólkur av prutlum stovnast.
Tað er ein bólkur, ið ber
heitið, stór prutl, og sum
eru prutl, ið kunnu koyra 45
kilometrar um tíman.
Í dag krevst koyrikort til
motorsúkklu til at koyra tey
prutlini, men nú er ætlanin
at lækka aldursmarkið niður
í 16 ár.
Nógv størri vandi
Ráðið fyri Ferðslutrygd vísir
á, at í Føroyum er ógvuliga
avmarkað
við
Hagtølum
og tí hava tey hildið seg til
royndirnar,
onnur
hava
gjørt.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
staðfestir, at vandin fyri at
tann sum koyrir á prutli,
doyr, ella fær álvarsligan
skaða, er sera stórur aftur
ímóti teimum sum koyra
onnur akfør.
– Hetta er serliga galdandi
fyri smá prutl. Til dømis eru
tey, sum koyra á lítlum prutli
í 200 ferðir so stórum vanda
sum tey, sum koyra í bili,
og tey eru í 1.000 ferðir so
stórum vanda sum tey, sum
koyra í bussi.
Hetta vísa tøl í Svøríki,
Noregi, Stórabretlandi og
Niðurlondum, sigur Ráðið
fyri Ferðslutrygd.
RFF heldur, at verður
aldursmark fyri at koyra lítið
prutl, lækkað niður í 15 ár, er
væl hugsandi, at fleiri 15 ára
gomul fara at fáa sær prutl.
– Hetta kann mest sann
líkt hava við sær vøkstur í
deyðum og skaddum í ferðsl
uni.
Í Danmark varð aldurs
markið lækkað niður í 15 ár
í 1971, og her sást, at talið á
15 ára gomlum, sum fingu
skaða, vaks úr 100 til 150 um
árið, upp í 600 til 800 um árið.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
ásannar, at hetta kann ikki
flytast beinleiðis upp til
okkara tíð.
Annars er vísir ein kann
ing, at talið á 15 ára gomlum,
sum fingu skaða, kundi
væntast at hækka 335% og
talið á 14 ára gomlum, sum
fingu skaða, kundi væntast
at hækka 149%.
– Tí kundi væntast, at
talið á deyðum og skaddum
15 ára gomlum tvífaldaðist,
varð aldursmarkið lækkað
niður í 15 ár.
Eisini er greitt í somu
kanning, at ein lækking av
aldursmarki niður í 15 ár
ikki hevur við sær fall í tali á
deyðum 16 og 17 ára gomlum.
Her kann leggjast afturat,
at hesi tølini hava elvt til, at
aldursmarkið fyri at koyra
prutl í Danmark, síðani er
hækkað aftur til tað upp
runaliga, nevniliga 16 ár fyri
at koyra lítil prutl og annars
18 ár fyri at koyra stór prutl.
RFF vísir eisini á, at í
2002 varð aldursmarkið fyri
at koyra prutl lí Eysturríki,
lækkað úr 16 niður í 15 ár í
Eysturríki. Hetta hevði við
sær eina hækking úr 200
uppí
1600
persónsskaðar
millum 15 ára gamlar prutl
førarar,
Hetta svarar til royndir
nar í Danmark í sjeytiár
unum.
– Svøríki eru 15 ára gomul
tey, sum hava flest vanlukk
ur á prutli, tríggjar ferðir
fleiri enn 16 og 17 ára gomul.
Verður hugt eftir talinum
á skaddum og deyðum fyri
hvønn koyrdan kilometur,
er prutl tað vandamiklasta
flutningstólið av øllum.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
vísir eisini á, at danskar og
aðrar útlendskar kanningar
vísa, at koyriútbúgvingar
tykjast at hava eina ávísa,
men avmarkaða effekt.
Hjá teimum, sum koyra
prutl og motorsúkklu tykj
ast royndir at hava lítlan
týdning.
– Tað er í høvuðsheitum
aldurin -og ikki royndirnar-
sum hava týdning fyri váðan
hjá teimum, sum koyra prutl
og motorsúkklu, sigur Ráðið
fyri Ferðslutrygd.
Eingin veit
Ráðið Fyri Ferðslutrygd vísir
á, at í Svøríki meta politik
arar, at er koyriútbúgvingin
góð, ber til at loyva 15 ára
gomlum at koyra prutl.
– Tey sum granska í
ferðslutrygd meta hinvegin,
at tað er greitt, at eingin veit,
hvussu ein slík útbúgving
skal snikkast.
Væntandi verður kravt, at
hon skal vera rímiliga stutt
og at hon skal mótvirka allar
biologiskar,
sálarfrøðiligar
og sosialar faktorar som
gera, at 15 ára gomul hava
munandi størri váða.
– Eftirsum 15 ára gomul
ikki eru liðugt ment at stýra
kenslum og at reflektera yvir
avleiðingar, er neyðugt at
finna fram aðrar pedagog
iskar strategiir fyri at fáa 15
ára gomul at bera seg rætt at
á prutli.
–
Svenskur
ferðslu
trygdargranskari metir ikki,
at hesar eru tøkar í dag. Tað
snýr seg ikki um at læra seg
at stýra, bremsa og fylgja
skeltum. Tað snýr seg hin
vegin
um
motivatiónina
fyri at koyra trygt, at gera
røtt val, tá tað kemur til ikki
at tuna, at halda hámarks
ferðina, ikki at koyra rús
drekkaavirkað, at nýta hjálm
og so framvegis.
Ráðið fyri Ferðslutrygd er
eisini ímóti at lækka aldurs
markið fyri at koyra stór
prutl, niður í 16 ár.
RFF staðfestir í hesum
sambandi, at í Niðurlondum
meta granskarar, at verður
aldursmarkið at koyra stór
prutl, hækkað úr 16, upp í
18 ár, kundi tað fyribyrgt 44
deyðum og 1650 sjúkrahús
innleggingum um árið.
aki@sosialurin.fo
Verður aldursmarkið at koyra prutl, lækkað, fer tað mest sannlíkt hava við sær, at
fleiri fara at doyggja og at fáa skaða í ferðsluni, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd